Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 11 - 18. januar 2005 Sosialráðgevi á Almannastovuni Eitt fulltíðarstarv sum sosialráðgevi við tænastu á Økisdeildini í Tórshavn er leyst at seta sum skjótast. Um deildina Á Økisdeildini í Tórshavn arbeiða 14 fólk. Økið hjá deildini er Streymoy, Vágar, Nólsoy, Hestur, Skúvoy og Sandur. Starvið kann innibera ferðing. Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá deildini er • at ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur í sambandi við almannaspurningar • at seta í verk fyriskipanir sambært almanna- lóggávuna • í serligum førum vísa til landsumfatandi eind- irnar hjá Almannastovuni Tær sosialu fyriskipanirnar, ið deildin serliga tekur sær av eru • ymiskar fyriskipanir sambært forsorgarlógini, herundir stuðul til heilivág og smærri hjálpar- tól • persónliga viðbót til pensiónistar sambært pensiónslógini • samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima • tilráðingar í smb. við umsóknir um fyritíðar- pensiónir Førleikakrøv • sosialráðgevaraútbúgving • góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði • góður málburður, bæði munnliga og skrivliga • góð samstarvsevni • evni og vilja til at arbeiða í heildarloysnum og tvørfakligt Lønar- og setanarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmanna- felagið. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðvør Mortensen, deildarleiðara á tlf. 35 35 10. Umsóknarfreist Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera Almannastovuni, Jónas Broncksgøta 27, post- smoga 3096, 110 Tórshavn í hendi innan 27. januar 2005. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2452, P/F Faroe Seafood, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Hákun Steingrímsson, Mikkjalstrøð 5, 100 Tórshavn (formaður), Thomas Arabo, 416 Signabøur og Jóhannes Jensen, Millum Gilja 111, 188 Hoyvík. Innkomin í nevndina: Óli M. Hansen, Skotarók 16, 100 Tórshavn (formaður), Bergur í Garði, Haraldstrøð 8, 100 Tórshavn, Símun Mittún, C. Pløyensgøta 13, 100 Tórshavn, Sofus Poulsen, Aggusteinsvegur 1, 188 Hoyvík og Jens Josefsen, Gefionsbakken 5A, DK-3060 Espergærde. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Árni Arge, Torsteinsgøta 2, 188 Hoyvík. Innkomin sum stjóri: Meinhard Jacobsen, Traðarbrekka 4, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 7. januar. 2005. Kristin Balle _______________________ Lesið -tað loysir seg