mikudagur 20. oktober 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Bygdasligt ella hvat?
Aftur og aftur verður
ført fram, at seyðahald-
ið, sum må sigast at vera
ein stórur partur av siða-
arvi okkara, er við at
detta burtur, orsakað av
at nýggja ættarliðið ikki
hevur áhuga fyri hesum.
Hetta er ivaleyst eisini
partvíst rætt, men helst
bara eisini partvíst.
Ungfólk í Havnini hava
nokk ikki ta stóru nær-
veruna við náttúruna,
ímeðan stødan hjá ung-
dómi á bygd helst er ein
heilt onnur, við tað at tað
er stórur munur á um-
hvørvinum í og uttan fyri
Havnina.
Fyri at greiða eitt sindur
frá, um seyðahald og tað,
sum hartil hoyrir. hava vit
verið úti í Havnardali, har
Poul Miller hevur
bóndagarð. Myndamaður
okkara var sjálvandi hjá-
staddur. tá seyðurin varð
Nú gevur Yngd tær eisini møguleikan at
vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum
eru á marknaðinum. Við okta síðutalinum
hava vit nú eisini moguleika at hava rúm
fyri einum brævkassa, har lesararnir fáa
høvi til at siga sína hugsan um líkt og ólíkt.
Hevur tú eina yrking, eitt hjartasuff um
okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt
heilt annað, so er bara at finna pennin ella
telduna fram, og skriva til okkum. Antin til
Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn, merk
brævbjålvan ,Yngd". Ella send okkum tel-
dupost á yngd &sosialurin.fo
Hvorja viku verður so drigið lut ímillum
innkomnu brovini, og vinnarin fær eina
spildurnýggja flogu sendandi frá 3'aranum
í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur,
seta vit onga treyt um at innkomið tilfar
verður undirskrivað við fullum navni. Navn
og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd,
soleiðis at vit vita, hvar ein møgulig fløga
skal sendast.
Tíðindablaðið Sosialurin
M
flettur, og eru nakrar av
myndunum at síggja á
miðsíðunum.
Eitt annað cvnid, sum
nortið verður við í sama
viðfangi, eru øll tey
mongu seyðaskinnini, sum
á hverjum ári verða tveitt
burtur. Er veruliga einki
annað, sum kann gerast
við hetta. Á Suðuroyar
Ullavirki hava tey í hvussu
so er onkur hugskot. Hvat
sigur tå til at fara í dans í
einum niðurdeili úr før-
oyskum tógvi, ella at
ganga í einum voynum
frakka? Veit ikki, hvussu
hetta riggar, men í ollum
fórum er møguleiki fyri at
síggja nakað av hesum á
Torginum í SMS í dag.
Politikkur er vanliga
ikki nakað, sum ung í dag
leggja so nógv í, men hetta
hava nøkur ung sambands-
og tjóðveldisfólk sett sær
fyri at gera nakað við.
Nr. 199 - 20. oktober 1999
Seinast í hesum mánaði-
mum verður skipað fyri
ungdómsráðsteynu, har vit
sjálvi fáa høvi til at seta
orð á framtíð okkara.
Spenndandi verður at vita,
hvussu stóra undirtøku
hetta tiltakið fer at fáa.
Sjálvandi eru floguum-
mælini at síggja á baksíð-
uni, og eins og vanligt
hava vit verið í 3-aranum
og funnið okkum 3 nýggj-
ar fløgur fram. Ikki er altíð
líka lætt at ummæla fløg-
ur, men vónandi eru les-
ararnir væl nøgdir við
skrivaðu orðini. Minnist
til, at ummælini ikki eru
tann endaliga sannleikin
innan tónleikavísundi,
men skulu tey einans
skiljast sum okkara met-
an av verkunum. Tað er
jú ikki víst, at øll onnur
eru samd við mær í hes-
um. ;
Les Yngd
Hvønn mikudag
1 Sosialinum