hósdagur 21. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Miller
internet: www.sosialurin.fo
Habilitetur
Oddagrein
Ikki kann tað sigast at vera stórtíðindi, ið koma
úr Logmansskrivstovuni í hesum dogum. Ein
av minnu kommununum í landinum, Nólsoyar
Kommuna, fekk eina ábreiðslu frå løgmans-
skrivstovuni, tí mannagongdir og tidarfreistir ikki
vóru fylgdar út í odd og egg. Harafturat væntaði
ein góðkenning frá figgjarmålastyrinum.
Ein kann spyrja, hvat endamálið við slíkum er.
Fyri ein uttanfyristandandi kundi tað sæð út
sum “skipaninin" við kæruni, ið svarað var uppá,
sá eitt hovi til alment at staðfesta sín autoritet
yvir eina av minnu kommununum í landinum.
Miðfyrisitingin fekk eitt hovi at vísa hvussu
greiðar reglur, hon hevur at ganga eftir. Sambært
logmansskrivstovuni var ein starvsetan framd
av einum bygdarrådi, har ein svágur tann setta
atkvoddi á bygdarráðsfundi. Uttan at taka stoðu
til hettar einstaka málið, so mátti logmans-
skrivstovan havt onnur meira tydningarmikil
habilitetsmál á skránni. Vit hava eitt nú domi
um bygningar, ið landsstýrið leigar frá lands-
stýrismonnum ella konu teirra. Domi er í mið-
fyrisitingini, har familjulimir í einum stýri hava
gjørt viðmerkingar til mál framd av oðrum stýri,
har annar familjulimur situr í tydningarmiklum
starvi og tí hevur verið partur av máli. Sipað
verður her til eina viðmerking frá Lonardeildini í
Figgjarmålastyrinum móti útsagni frå fakfelog-
um í samband við handfaringini hjá Vinnumál-
astýrinum í ætlaðu samanleggingini av
Landsverkfroðinginum og Strandferðsluni.
Løgmansskrivstovan sum partur av miðfyrisi-
tingini hevur kannað annan part av miðfyrsit-
ingini í landsverksfroðingsmálinum — aftur ein
habilitetstrupulleiki.
Mannagongdir eru rættiliga åhugaverdar at tosa
um. Hvussu ber tað til, at Vinnumálastýrið kann
seta stjórar í almennum partafelogum uttan tað
so mikið sum verður sligið upp á ein neysta-
vegg? Her kundi bæði Logmansskrivstovan og
Vinnumálastýrið lært av Nólsoyar Kommunu
— har fær um ikki annað onkur av almenningi-
num høvi at søkja. Eisini eru tydningarmikil
deildarleiðarastorv í miðfyrisitingini við ábyrgd
av nógvum stovnum, ið ongantíð eru lýst leys
alment. Hvat nyttar tað at finnast at tíðarfreistum
og mannagondum í smákommunum, um topp-
urin í landinum verður mannaður uttan at fólk
fáa høvi at sokja hesi stor? Hvussu kann
tryggjast, at tey best skikkaðu sleppa framat,
um almenn stjórastorv og deildarleiðarastorv
ikki verða lýst leys?
Sjálvandi skal ein kæra svarast, men teir hogu
standardir, løgmansskrivstovan krevur av
kommunum, eiga fyrst og fremst at verða framdir
í miðfyrisitingini sum fyridomi fyri kommunur og
onnur.
Ansast má eisini eftir, at man ikki drepur áræði
í smærru kommununum við yvirbureaukrati-
sering. Kommunalu umsitingarnar eru ikki nær-
um tvífaldaðar tey seinastu 5 árini sum miðfyri-
sitingin. Ein litil kommuna hevur hvorki tíð ella
fíggjarliga orku til at niðurseta arbeiðsbólkar
hvorja ferð eitt mál skal fremjast. Foroyskar
smákommunur hava dugað væl at framt loysnir,
ið tykjast at vera ein trupulleiki á storri plássum.
Er okkurt, ið átti at verið gjørt oðrvísi, so krevst
konstruktivur kritikkur og góðar fyrimyndir frá
miðfyrsitingini heldur enn ábreiðslur.
Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: |
Blaðstjóri:
Eiríkur Lindenskov
Marknaðardeild:
| Jonhard Hammer
| Dagbjort S. Hansen
| Blaðfólk:
| Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
| Høgni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Argjavegur 26, Argir
Myndamenn:
Jens Kristian Vang |
Alvur Haraldsen |
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin |
Bústaður: |
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
| Telefax. 314720
| e-mail: post sosialurin.fo
Lýsingar: lysing & sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
N gi I ” + Po
y lysir i
Hjå okkum, har sjålvstyris-
ljóð bæði í móður- og fað-
rætt hava sett dám á hug-
burð og tilveru alt frá oldar-
byrjan, hevur tað verið ein
vonrik tíð, síðan nýggj
landsstýrissamgonga setti
sær itøkilig og munagóð
stig á sjálvstýrisleið sum
fremsta politiska setning og
reiðir meiriluti á Føroya
Løgtingi samtykti at seta
henda setning í verk.
Spennandi var tað ti at seta
seg við útvarpstólið, nú
sjálvstýrisætlanin skuldi til
viðgerðar á tingi. Soleiðis
sum tað hevur ljóðað og
verið at lesa í bløðunum,
vóru útlitini ikki tey bestu
til at kunna finna felags stev
millum samgongu og and-
støðu sum grundarlag undir
ynskiliga breiða semju, nú
farast skal niður á Christi-
ansborg við uppskoti til
nýggja skipan á frælsisleið
fyri Føroyar.
Ahugavert var tað at
fylgja við í hesum ordaleiki,
har landsins kosnu kvinnur
og menn við nýtum orðum
bóru fram egnar og egna
flokka hugsjónir fyri og
ímóti fullveldisætlanini og
har tað eftirfylgjandi vóru
høvi til at gera viðmerking-
ar til tað framborna. Sum
væntað var tað ikki sørt, at
løgtingskvinnur og -menn
høvdu lyndi til aftur at
grava seg niður i skotgravir,
og riðini vóru stundum so
hvoss, at tað mátti tykjast,
sum at hetta orðaskifti fór
at verða til fánýtis - har var
lítið útlit fyri tí samskiftis-
vilja, sum mundi vera aðal-
endamálið við hesari løg-
tingsviðgerð.
Men sum frá leið gjørdist
tónalagið sømiligari, og tå
so formaður Javnaðarfloks-
ins boðaði frá, at hann í ein-
ari komandi rødu fór at lata
ljóð aftur til konstruktivt út-
spæl frá samgongumonn-
um, gørdist tað hugaligari
hjá okkum, sum høvdu sett
hesar dagar av til at kunna
liva við í hesari lagnustund
á tingi.
Fríggjadagurin tók við,
har sum hósdagurin hevði
slept. Onkur vekjandi vørr-
ur setti frískan dám á: men
nógv varð mjarrað uppi-
saman og vónirnar vóru
framvegis ikki tær bestu, tå
ið farið varð um miðdag.
Men so út á seinnapartin fór
at lýsa í. Bergur P. Dam bar
í sínari rødu fram hugsjón-
arligar tankar og lat upp fyri
møguleikum burtur úr
naggatódnini, og tá ið so ein
hamskiftur Jóannes Eides-
gaard um hálvgum sekstíð-
ina vegna floksleiðsluna
kundi vátta, at Javnaðar-
flokkurin kundi fylgja sam-
gonguni í so at siga ollum
hennara ætlaðu stigum á
sjálvstýrisleið, hevði tú
ynskt, at løgtingsformadur-
in, soleiðis sum hann hevði
latið vita, at hann helst vildi,
kundi skorið viðgerðina
niður til, at bert tey tóku
orðið, sum sótu við fyrireik-
aðum handriti. Men tíverri
skundaðu samgongumenn
sær aftur fram at mikrofon-
ini eyðsýniliga meira fyri at
markera seg sjálvar heldur
enn at gera viðmerkingar til
ta positivu legu, sum orða-
skiftið nú var komið í. Mær
rann tå í huga søgan um, at
Bjørnstjerne Bjørnson, tá ið
norðmenn í 1905 í Stokk-
hólmi tingadust um loysing
frá Svøriki, í tjóðskaparlig-
um ovurhuga sendi norska
samráðingarformanninum
fjarrit við orðaljóðinum:
>Ná gjelder det om á holde
fast!< Svarið, hann fekk, var
stutt og greitt: >Ná gjelder
det om á holde kjeft!<
Slokti tá útvarpið, og tá
tað seinni løtuliga varð
tendrað aftur, hoyrdist,
hvussu tað á serføroyskan
hátt framhaldandi varð
grindast uppísaman á tingi.
Tey flestu, sum hesar báð-
ar dagarnar høvdu lurtið
opið til tingsins rødarapall,
munnu tó eftir viðgerðina
sita eftir við kenslu av, at
tað nú bert fram móti breið-
ari semju.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur stungið út í kortið um
skipaða kós fram móti full-
um frælsi, Fólkaflokkinum
kunnu vit siga tøkk fyri
semjusøkjandi framferð i
hesum fyrsta dystarumfari,
Sjålvstyrisflokkurin kann
bert frøast um, at verulig
stig nú verða tikin eftir upp-
runaliga = aðalstevnumiði
floksins um, at »føroyingar
eiga at ganga fram í øllum
lutum til tess at gerast sjálv-
bjargnir<. Miðflokkinum
kunnu vit, sum skilst, takka
fyri, at hetta tryggjandi
orðaskifti kom í lag, og
Javnaðarflokkurin hevur nú
høvi til at verða við í orð-
ingini um nýggja sjálvstýr-
isleid fyri Føroyar, soleiðis
sum eisini hann seinnu árini
hevur havt tað í sínum
stevnuskildri. Sambands-
flokkurin hevur altíð havt
eitt inniligt ynski um »at
bevare den nuværende
statsretslige stilling«; men
eisini sambandsmenn eru
komnir á glid, og illa er tað
hugsandi, at teir nú munnu
halda tað vera ráðiligt fyri
flokkin at seta seg uttan fyri
alla ávirkan, nú so týðandi
stig verða tikin um framtíð-
arstødu Føroya.
Fult vald å og full åbyrgd
av øllum okkara politisku
vidurskiftum er målsetning-
urin nú. Full loysing verður
so eitt annad stig at taka
stødu til.
Olavur Håtån
Sovið í tímanum
Løgtingsumbodini hjå
Fólkaflokkinum í Norð-
oyggjum, Rúna Sivertsen
og Jógvan vid Keldu, sum
bæði eru loysingarumboð í
sitandi samgongu, oysa gor
og gall úr sær, tí teirra egna
landsstýrisumboð í heilsu-
málum, nú hevur skorið
niður av fíggjarætlanini hjá
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Hetta er sjálvsagt ein
stóða, sum harmar okkum
oll her í Norðoyggjum.
Men bæði Rúna Sivertsen
og Jógvan við Keldu eru við
í hesi loysingarsamgongu,
Takk fyri møguleikan at
senda tilfar til tykkum um
Frá Minus til Pluss -
>Handan 99<, við vón um
at tit seta tað i blað tykk-
ara.
Nú er ein mánaður ging-
in síðani bóklingurin Frá
Minus til Pluss bleiv borin
út í Føroyum. Og sigast
må at móttgkan av bók-
linginum hevur verið frá-
og eru væl vitandi um, hvar
hesin peningur kemur frá,
sum nú verður saknaður á
ådurnevndu fíggjarætlan. Tí
áðrenn blokkurin kom, var
hesin peningur oyramerktur
til millum annað okkara
sjúkrahús her í Klaksvík.
Men tykkara aðalmál er
jú at minka og avtaka
blokkin, tí sum tit sjálvi
áður hava sagt, so er hann
landsskaðiligur.
Tað er gamalt sagt, at ein
eigur at læra av gjørdum
mistøkum. Landsstýrismað-
urin í heilsumálum vil nú
lík, og til signing fyri
mong. Higartil hava uml.
30 fólk nýtt høvi at senda
svarkortið, sum er aftast í
bóklinginum, innaftur fyri
at fáa bóklingin >Tey
fyrstu fetini< tilsendan.
Tey flestu ynskja at fáa
leiðbeining og hjálp fyri at
koma víðari við Jesusi
sum Harra í teirra lívi, og
fyri at koma inn í eina
Tøkk frå Minus til Pluss
læra tykkum, at raðfesting
er neyðug. Men landsstýr-
ismaðurin veit eisini, at
tykkara aðalmál, saman við
henni, er at minka og avtaka
blokkin, og oll vita tit, at
hetta fer at raka onkran.
Hesaferð fall hamarin á
Klaksvíkar Sjúkrahús, tí alt
talar fyri, at tit, sum umboð
fyri Norðoyggjar á løgtingi,
hava sovið í tímanum. Ur-
slitið av hesum svøvni verð-
ur helst, at fleiri fara at
missa sítt arbeiði.
Men tá tit hava fingið
restina av blokkinum heilt
meinigheit. Gleðiligt er at
hoyra vitnisburðar, um at
við at lesa bóklingin fingu
tey svar uppá spurningar
tey hava gingið vid, og
sum bar frelsisvissu við
sær. Um tað enn er onkur
sum íkki hevur fingið bók-
lingin, >Handan 99< ber til
at venda sær til postboði
við navni og adressu, og
tey fáa hann tilsendan
burtur, tá verða uppsøgnirn-
ar meira Ogvisligar, bæði á
Klaksvíkar sjúkrahúsi, Suð-
uroyar sjúkrahúsi og á
Landssjúkrahúsinum.
Tí skal tað vera mín áheit-
an á okkum norðoyingar, at
vit vísa hesum loysingar-
politikki hjá bæði Rúnu Siv-
ertsen og Jógvani við Keldu
aftur, tá ið vit næstu ferð
fáa høvid at koma til at-
kvødupultin.
Við sambandskvødu.
Andras Miðskar,
Klaksvík
skjótast tilber.
Vit í nevndini vilja nýta
høvid at senda eina hjart-
ans tøkk til tykkum mongu
kring landið sum trúfast
hava stuðlað tiltakinum í
bón og fíggjarliga.
Vinarliga heilsan vegna
Minus til Pluss
Símin Hansen
formaður