fríggjadagur 22. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Marknaðardeild: | Dagfinn Olsen Myndamenn: | "Postadr: Postsmoga 76, |
Jan Miller Jonhard Hammer John Johannessen Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn
Fr | Dagbjort S. Hansen Sveinur Tróndarson Álvur Haraldsen = - | Telefon: 311820
Blaðstjóri: | | Eyðun Klakkstein Útgevari, uppseting: Telefax. 314720 |
Eirikur Lindenskov — | Blaðfólk: | Høgni Mohr | Sp/ Sosialurin e-mail: post 2 sosialurin.fo
internet: www.sosialurin.fo | Aki Bertholdsen, | Niclas Johannesen | Bústaður: Lýsingar: lysing sosíalurin.fo |
Turið Kjølbro Yngd: Jákup Mork Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin )
Semja í eygsjón...
Oddagrein
Tað var hugaligt at síggja eitt rættuliga
konstruktivt kjak í Krosskasti um framtíðar
stoðu Foroya. Hetta var ikki ein av teimum
keðiligu sendingunum, sum var merkt av
briksli - men heldur ein sending, ið fær
okkum at trúgva eitt sindur meira upp á,
at tað fer at bera til at finna eina breiða
semju á tingi.
Ein vansi í sendingini var, at sjónarmið
Sambandsfloksins ikki vóru umboðað, tí
tað kann ikki vera rætt, at Javnaðarflokk-
urin í eini slíkari sending skal umboða
Sambandsflokkin.
Høgni Hoydal segði nakað um, at tað
hevði verið gott, um Javnaðarflokkurin
hevði verið við í hesum arbeiðinum frá
byrjan av, tí so varð ikki so nógv fokuserað
upp á tað negativa - tað, sum ósemja er
um.
Púra rætt hevur Hogni Hoydal í tí. Men
eins stóra áhyrgd hevur hann eisini. Tí
hann eigur at hava í huga, at Javnaðar-
flokkurin var ein flokanna, ið peikaði á
Høgna Hoydal sum løgmansevni - og
kortini fekk flokkurin stólin fyri hurðina.
Við oðrum orðum: Høgni Hoydal setti
Javnaðarflokkin uttanfyri.
Hetta skal sjálvandi ikki sleppa Javnað-
arflokkinum undan ábyrgd - tí sjálvandi
skal flokkurin vísa ábyrgd, og sjálvandi
eigur Javnaðarflokkurin eisini at vera
semjusøkjandi - og ikki halda fast við
gomlu stoðu bara fyri at halda fast. Aðra
ábending fingu vit kortini frá Hans Paula
Strom, javnaðartingmanni, tá hann greid-
liga vísti á, at fullveldi fyri Javnaðarflokkin
ikki er nakað endamál í sjálvum sær, eins
lítið og ríkisfelagsskapurin er tað - men at
vit skulu finna út av, hvat er tað besta fyri
land og fólk!
Tað er júst hetta, sum má vera endamálið
- og tað er eisini uttan iva tað, allir flokkar
vilja innast inni. Tí er at vóna, at flokkarnir
megna at lata vera við at píska stoðuna
upp - sum vant - men heldur gera alt teir
kunna til tess at finna semju.
Vón er at hóma. Men tað krevur, at serliga
Tjóðveldisflokkurin slakar, eins og Sam-
bandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eisini
skulu gera tað. Loysnin verður helst innan
fyri ríkisfelagsskapin - men harvið er ikki
sagt, at fólkið ikki einaferð kann taka aðra
stoðu.
Seinasta kanningin vísti, at fólkið vil hava
eina loysn innan fyri ríkisfelagsskapin.
Hon sigur eisini, at fólkið ikki vil læsast
inni í ríkisfelagsskapinum í allar ævir...
5osialurin
Um tol og politiskar avgerðir
Í „Krosskast“-sendingini
mikukvøldid varð tosað um
tøl fyri tey trý sjúkrahúsini.
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna, boðaði
frá, at avgerð hennara um
niðurskurð á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi m.a. var grundað
á dokumentarað tøl. Tað er
umráðandi, at politiskar av-
gerðir umframt hugsjónir
eisini byggja á holla upp-
lýsing. Hetta skal ikki vera
ein stødutakan til konkreta
målid, men heldur ein å-
minning um, at tølini, id eru
til taks, kunnu vera Ogvu-
liga svikalig.
Fyri nøkrum árum síðani
- fyrst í nitiårunum - vórðu
tey tíðindi borin í Degi og
Viku, at av teimum trimum
sjúkrahúsunum var tað
nógv, nógv dýrast at vaska
klæði í Klaksvík. Lands-
sjúkrahúsið vaskaði bílig-
ast, síðani - og væl dýrari -
Suðuroyar Sjúkrahús, og
langt aftast Klaksvíkar
Sjúkrahús. Hesar tal-upp-
lýsingar vóru høvudsgrund-
in til eina konkreta ætlan
um at leggja niður vaskaríið
og flyta vaskingina til
Landssjúkrahúsið ella til eitt
privat vaskari. Hetta hevði
verið eitt greitt minus fyri
sjúkrahúsið, umframt at
fimm fólk (uml. trý fulltíð-
arstørv) høvdu mist sína
inntøku.
Lutfallið var so ógvusligt,
at leiðslan á vaskarínum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
kundi ikki liva við ti. Í hes-
um sambandi varð heitt á
undirritaða um at fara í-
gjøgnum tølini. Hendan
kanningin vísti, at tølini fyri
vaskað klædnanøgd pr. út-
goldna krónu vóru als ikki
eftirfarandi. Og verri enn
so. Tølini vóru fullkomuliga
burturvið! Vaskaríið á
Klaksvíkar Sjúkrahúsið var
í øllum førum eins produk-
tivt og hini bæði sjúkrahús-
vaskaríini. Kanningin vísti
eisini, at vóru fortreytirnar
á Klaksvíks-vaskarínum tær
somu sum tær á Landssjúk-
rahúsinum, so var Klaks-
víks-vaskaríið tað vaskarfið,
sum vaskaði nógv størstu
nøgdina pr. útgoldna krónu!
Kanningin - 15-20 síður -
var send løgtingsins fíggj-
arnevnd, sum tá vidgjørdi
fíggjarlógina fyri árið, ið
var framman. Upprunaligu
upplýsingarnar um vaski-
kostnaðin vórðu - sum vera
man - tiknar í alstórum álv-
ara, og tí var niðurlegging
av vaskarínum umhugsað.
Men eftir at figgjarnevndini
heyði sæð tølini í kanning-
ini - partvís rættað, partvís
í røttum hópi - hoyrdist ong-
antíð aftur um nakra niður-
legging.
Hendan áminning kann
vónandi vera landsstýris-
kvinnuni ein hent áminning,
nú ivi er sáddur um tal-
grundarlagið fyri hennara
avgerð.
Vinarliga
Ólavur Waag Høgnesen
Streymadagur í Hvalvík/Streymnesi
Itróttarfelagið Streymur skipar um vikuskiftið fyri serligum Streymadegi við
sukklukapping, seydauppbodssølu, tombola, fiskibrunni og barnadiskoteki
Um vikuskiftid skipar ítrótt-
arfelagið Streymur í Hval-
vík/Streymnesi fyri serligu
Streymdegi við súkklu-
kapping. uppbodssølu av
seyði, Tombola, fiskibrunni
og barnadiskoteki.
Tað er fyri at fáa pening
til virksemið, at felagið
skipar fyri hesum tiltaki.
Felagið varð stovnað í
1978, og hevur verið virkið
innan fótbólt, borðtennis og
talvi síðani. Eftir at felagið
legði fótbóltin saman við
EB, hevur Streymur bara
fingist við borðtennis og
talv, og felagið hevur ikki
verið so sjónligt millum
manna, men ætlar felagið
nú at gera nakað við hetta.
Klokkan 14 í morgin
verður sukklukapping i
skúlagarðinum. Kappingin
verður skipað í tveimum
aldursbólkum, børn undir
skúlaaldur og børn í skúla-
aldrinum 1. til 3. flokk. Lut-
takararnir skulu súkkla eftir
einari breyt við ymiskum
forðingum, og samstundis
skulu teir eisini kappast
móti tíðini. 1., 2. og 3 fáa
gávu frá Foroya Bjór. .
Klokkan 16 verður upp-
bodssøla av seyði við
Streymahúsið, og verður
sølan skipað á mexikanskan
hátt, at tú leggur 20 krónur
í eina spann, og tann sum
leggur ta síðstu 20-krónuna,
eigur seyðin.
Klokkan 16 verður eisini
tombola og fiskibrunni í
Streymahúsinum. Leygar-
dagurin endar við barna-
diskoteki í Streymahúsi-
num, har nýggjur góður tón-
leikur verður spældur.
Alt tiltakið verður endað
sunnudagin klokkan 16 við
einum góðum bingo í Hval-
víkar skúla. Nógvir góðir
Vinningar verða, m. a.
kunnu nevnast gávukort á
1500 og 500 krónur.
Nevndin í Streymi vónar,
at tiltakið verður væl vitjað,
so at felagið veruliga kann
spenna seg út í vetrarhálv-
uni við bordtennisi, talvi og
ødrum.
Eitt sindur afturat um bokina: Hellurnar
- ein nidursetubygd
Verður hugt at mynstrinum,
tå ið fólk flyta til Hellurnar,
er tað skyldskapur og jørd-
in, 10 dregur. Kona Simun
av Fløtunum, Marin Mar-
greta var ættað av Vestur í
Fuglafirði. Oivað hava tey
átt jørð i Skarðhaga. Hon
er dóttir Johannu systir Jan-
us, sostatt er Janus morð-
bróðir hennara. Her hevur
bæði skyldskapur og jørð
fingið tey at sett seg niður
her.
Lamba Símun og Lamba
Jákup eru bróður. Bæði Ják-
up og kona hansdra, Kun-
oyar Katrina eru tænastu-
fólk í Oynd-arfirði, hann
inni í Víkum og hon inni í
Stórustovu og seinni inni í
Víkum. Hon hevur arvað
jørð úr Arnastovu, sum lå
Fyri handan Skarð. Skyld-
skapur og jørd er her, sum
hevur drigið
Tekur tú triðja húski -
Tofta Jóannes og konuna,
Jóhannu Mariu, sum bæði
tæna í Oyndarfirði - hann í
Stórustovu og hon inni í
Tarti, er tað jørðin, ið dreg-
ur. Hann fær boð frá Stóru-
stovubóndanum at fara út á
Hellur at velta so nógv, sum
hann kundi. Eini 10 ár
seinni kemur Hanus, bróðir
Jóhannu Mariu og setir seg
niður á Hellunum. Hann
bygdi síni hús áfast tey hjá
Tofta Jóannesi.
Tríggir bróður úr Garðs-
hornið ( Høgni, Kristoffur
og Kristjan) seta seg niður
á Hellunum. Hetta mynstr-
ið, at systkin flyta úr heim
bygdini í aðra bygd, er ikki
eindømi i føroyskari bygd-
asøgu, men er ein gongd,
sum flestu bygdir kennast
við. Umstødurnar fáa fólk
at flyta, jørð, útróður og
skyldskapur.
Okkurt annað kundi verið
drigið fram, sum fekk fólk
at seta seg niður her, men
Elstu húsini á Hellunum, sum Jústenes Eide nar
í Oyndarfirði nú eigur og hevur sett i stand
lesur tú bókina skert ikki
burtur, at tú festir teg við
hetta mynstri og okkurt ann-
að við.
Um øll niðursetuhúsini er
at síga, at tey hava ikki
verið stór hús. Tíann betur
eru elstu húsini á Hellunum
varðveitt - húsini hjá Janusi
á Kinn. Tað hava vit Júste-
nes Ejdesgaard úr Oyndar-
firði fyri at takka, hann eig-
ur hesi hús. Hugaligt var 14.
og 15. august í år at sita
undir bitunum í húsunum
hjá Janusi og kenna angan
av viði, torvi og sápu. Torv-
roykurin lá húsanna millum
hesar báðar dagar og stóð í
næsarnar, tí fýrt varð við
torvi inni hjá Janusi. Tú vart
á ættfedra grund og kendi
teg heima.
Frits