mikudagur 19. januar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 12 - 19. januar 2005
Byggja eisini
tangaskip
Fyrr var russiska Sev-
masj-skipasmiðjan
í
Severodvinsk kend fyri
at byggja kavbátar til
russiska herflotan. Tað
ger hon enn, men í dag
byggir skipasmiðjan eis-
ini onnur før.
Aftenposten skrivar, at
Sevmasj-skipasmiðjan
hevur fingið eina bílegg-
ing frá norska reiðarí-
num Odfjell, sum hevur
biðið russisku skipa-
smiðjuna byggja sær
tólv tangaskip. Í fyrsta
umfari er ætlanin at
byggja átta skip fyri ein-
ar tvær milliardir krón-
ur, skrivar blaðið. Tað
fyrsta skal latast reiða-
rínum í 2007. Enn er
ikki greitt, um skipa-
smiðjan fer at byggja
skip fyri onnur norsk
reiðaríir.
Men Sevmasj-skipa-
smiðjan er minni enn so
givin at byggja kavbátar.
Sambært Aftenposten
hevur hon júst bygt fleiri
kavbátar, sum kinesarar
hava bílagt, og í einari
byggihøll stendur ein
kjarnorkurikin kavbátur,
sum russiski herflotin
skal hava.
Leita eftir
Columbusi
Spanskir granskarar siga
seg nú hava varhugan av,
hvar
gamli
sjófarin
Christopher Columbus
liggur grivin.
Sponsku granskarar-
nir hava nú fingið loyvi
at kanna ein gravstað í
Dominikanska Lýðveld-
inum í Miðamerika fyri
at vita, um leivdirnar av
Columbusi liggja har.
Ætlanin er at brúka tann
nýggja DNA-kanningar-
háttin og at bera úrslitið
saman við kanningar,
sum
eru
gjørdar
í
spanska býnum Sevailla,
har fleiri av skyldfólk-
unum hjá gamla sjófar-
anum liggja grivin.
Líka síðani Columbus
doyði, hevur verið gitt,
hvar hann bleiv jarðaður.
Summar keldur vilja
vera við, at hann bleiv
jarðaður
í
Domini-
kanska
Lýðveldinum,
men onnur halda, at
hann liggur grivin eina-
staðni í Spania.
Einki myndatól
Í Avstralia umhugsa
myndugleikarnir
at
banna fólki at hava
myndatól við sær, tá tey
fara oman á strondina at
sóla sær ella at hugna
sær á annan hátt.
Tað hevur víst seg, at
nógvir
menn
hava
myndatól við sær, og at
teir hava serliga áhuga í
kvinnum, sum liggja
hálvnaknar og sóla sær.
Hetta er ikki loyvt, og
herfyri fekk ein maður
2500 krónur í bót, tí
hann hevði tikið nakrar
myndir av hálvnaknum
kvinnum á einari sand-
strond nærhendis Sid-
ney. Um nakrar dagar
skal ein annar maður í
rættin, tí hann hevði tik-
ið 75 myndir av hálv-
naknum
kvinnum
á
teirri somu strondini.
Løgfrøðingar siga, at
tað er vónleyst at forða
fyri, at fólk hava mynda-
tól við sær oman á
strondina. Víst verður á,
at í dag kunnu fólk taka
myndir við fartelefonini,
og tá tey flestu hava
fartelefon uppi á sær,
verður tað ein vónleys
uppgáva at kanna, hvør
tekur myndir og av
hvørjum, siga løgfrøð-
ingarnir.
Kvinnur við stavi
Higartil hevur tað van-
liga verið so, at menn
hava stjórnað orkestrum,
men í seinastuni hava alt
fleiri kvinnur nomið sær
hesa útbúgvingina, og
hjá fleiri orkstrum eru
tað nú kvinnur, sum
halda dirigentstavinum.
Á New York-leiðini
hava trý av teimum stóru
og kendu orkestrunum
fingið sær kvinnuligan
leiðara, skrivar New
York Times. Tann 31 ára
gamla Xian Zhang er
hjálparleiðari hjá New
York Philarmonic, 32
ára gamla Anu Tali, sum
er ættað úr Estlandi,
stjórnar New Jersey
Symphony, og 40 ára
gamla Andrea Quinn er
sett sum leiðari hjá New
York City Ballet.
New York Times skri-
var, at fleiri ungar
kvinnur
hava
fingið
starv sum orkesturleið-
arar seinastu árini, og at
tær hava ikki havt stór-
vegis trupulleikar at fáa
ta neyðugu viðurkenn-
ingina. Sambært blað-
num hava amerikanarar
lætt við at góðtaka
kvinnur sum dirigentar,
meðan evropearar held-
ur vilja hava ein mann at
halda stavinum.
UTTAN ÚR HEIMI
Olja og gass fyri 2.500
milliardir norskar
krónur er í norska
partinum av Barents-
havinum
OLJURÍKIDØMI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Loyniligar metingar, sum
oljufelagið Statoil hevur
gjørt, og sum blaðið Aften-
posten hevur fingið fatur á,
vísa, at tað er nógv meiri
olja í gass í Barentshavin-
um enn higartil hildið.
Sambært hesum meting-
unum eru umleið 12 milli-
ardir tunnur av olju og gassi
í norska partinum av Ba-
rentshavinum. Við dagsins
prísi svarar hetta til 2500
milliardir norskar krónur
ella hálva triðju ferðir tað,
sum er í almenna norska
oljugrunninum,
skrivar
Aftenposten.
Kunningarstjórin
hjá
Statoil, Kristoffer Hetland,
sigur við blaðið, at felagið
hevur ikki nakrar neyvar
metingar um, hvussu nógv
olja er í Barentshavinum,
men onnur oljufeløg, sum
Aftenposten hevur tosað
við, halda upplýsingarnar
hjá blaðnum vera á góðari
leið.
Oljumálaráðið í Oslo
sigur seg heldur ikki hava
nakra neyva meting um,
hvussu stórt oljuríkidømið í
Barentshavinum er.
Síðani seinasta
summar hava ameri-
kanskar serdeildir
savnað upplýsingar
um rakettstøðir og
onnur hernaðarmál í
Iran
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Kendi amerikanski tíðinda-
maðurin Seymour Hersh,
sum avdúkaði ta harðrendu
framferðina hjá ameri-
konsku fangavørðunum í
Abu Ghraib-fongslinum í
Irak, avdúkar í einari grein
í tíðarritinum The New
Yorker, at USA er í ferð við
at savna upplýsingar um
møgulig bumbumál í Iran.
Hersh sigur seg hava
fingið at vita frá einum em-
bætismanni í verjumálaráð-
num Pentagon, at tann
politiska leiðslan har hevur
hug at søkja at Iran. Enda-
málið við álopinum er at
oyðileggja sum mest av tí
hernaðarliga bygnaðinum
hjá iranum, sigur embætis-
maðurin.
Sambært greinini hevur
George W. Bush, forseti,
skrivað undir boð, sum
geva servandum hermonn-
um heimild til at søkja at
málum í tíggju londum í
Miðeystri og Suðurasia.
Sambært heimildunum nýt-
ist deildunum ikki at kunna
politiska valdið í Washing-
ton um, hvat tær havast av.
Heimildirnar eru sostatt
rúmari enn tær, sum CIA
virkar undir, skrivar Sey-
mour Hersh.
Hann vil vera við, at
USA hevur sent fleiri tí-
líkar deildir til Iran, har tær
leita eftir og skráseta ymisk
hernaðarmál, ið mugu met-
ast at vera týðandi sum
bumbumál í einum møgu-
ligum álopi. Samstundis
hevur ovasta amerikanska
herleiðslan fingið boð um
at endurskoða eina gamla
innrás í Iran. Sambært
hernaðarserfrøðingum hev-
ur USA ein stóran fyrimun
nú, tí landið hevur hermenn
í tveimum av granna-lond-
unum hjá Iran og kann tí
senda hermenn inn um
iranska markið úr Irak og
Afghanistan.
18 ára fongsul fyri fólkamorð
Nógv meiri olja í Barentshavinum
enn higartil hildið
Iran er næsta málið hjá USA
Bosniaserbiski
heryvirmaðurin Vidoje
Blagojevic hevur fingið 18
ára fongsul fyri at hava verið
uppi í hópmorðinum, tá
serbar myrdu meiri enn
7.000 fólk í bosniska býnum
Srebrenica í 1995. Ein
starvsfelagi hansara, Dragan
Jokic, hevur fingið níggju ára
fongsul
Mynd: Reuters