mikudagur 19. januar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 19. januar 2005
3
Landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum
heldur ikki, at nøkur
grund er til stúran,
hóast gjaldførið hjá
landskassanum bert
er nakrar fáar
milliónir oman fyri
lægsta mark, sum
ásett er fyri innlani í
Landsbankanum
GJALDFØRI
Edvard Joensen
Landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum,
Bárður
Nielsen, er púra róligur,
hóast seinasta dagføring av
gjaldføri landskassans í
Landsbankanum sigur, at
bert 32 milliónir eru mill-
um nettostøðuna og loyvda
minstalánið hjá landskass-
anum í Landsbankanum.
Eitt minstamark fyri inn-
láni í Landsbankanum er
sett til at vera 15 prosent av
BTÚ, brutto tjóðar úrtøk-
uni. Men hetta er bara veg-
leiðandi,
sigur
Bárður
Nielsen. Tað hendir eingin
vanlukka, um farið verður
eitt sindur niður um tað
talið.
– Tað er ikki fyrr enn vit
koma 30 prosent undir tað
talið, sum svarar til tey 15
prosentini, at tað verður
kritiskt, sigur landsstýris-
mað-urin.
Nettostøða landskassans
var í december 2004 1.517
milliónir krónur, og minsta
inngjald landskassans í
Landsbankanum
skuldi
vera 1.485 milliónir. So har
var ikki so nógv at geva av.
Fyri januar í ár skal
minsta innlánið vera 1.500
milliónir,
sigur
Bárður
Nielsen. Tað er tí, at fram-
rokningar vísa, at BTÚ
hækkar í mun til 2004, sig-
ur hann.
Betri enn væntað
Tað er eingin grund til at
halda annað enn, at sam-
felagið verður rikið víðari
uttan lántøku, sum støðan
er, sigur Bárður Nielsen.
Hann sigur, at stórur dentur
verður lagdur á at halda seg
oman fyri tað markið, sum
áett er. Og sum støðan er í
løtuni, sær tað ikki út til at
verða nakar trupulleiki,
sigur landsstýrismaðurin.
– Tað er ikki tí, at vit
høvdu væntað tað, sigur
Bárður Nielsen. Í grundini
søgdu spádómarnir, at tað
fór at standa verri til, enn
tað nú vísir seg. Vit høvdu
væntað at liggja undir
minstainnláninum.
Grundirnar til, at tað
stendur betri til enn vænt-
að, kunnu vera tvær, heldur
Bárður Nielsen. Tað kann
vera tí, at tað hevur gingið
betri fíggjarliga, enn rokn-
að varð við. Ella kann
grundin vera, at tað liggja
onkrar ógoldnar rokningar
onkunstaðni. Og tað er
helst ikki so gott, um so er,
heldur hann.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at strembað verður alla
tíðina eftir at halda seg
oman fyri tað ásetta mark-
ið. Og at hava avlop á
landskassaroknskapinum.
Eitt tal
Hesi 15 prosentini, ið sett
eru sum mark fyri minsta-
innláninum, eru eitt tal,
sum ásett er sum ein veg-
leiðing eftir kreppuárini,
soleiðis at halda seg til fyri
ikki at koma soleiðis fyri,
sum vit vóru, tá kreppan
mundi gjørt av við okkum,
heldur Bárður Nielsen.
Hann heldur ikki, at nøk-
ur grund er til at pilka við
tað talið, sum sett er í lóg-
ina. Tí hóast tað ikki er
nakað absolutt mark at
halda seg til, so er tað eitt
sera gott amboð at hava,
sigur hann.
Spurdur um hann ikki
bara fer at broyta lógina,
um tað vísir seg, at tað ikki
ber til at halda seg oman
fyri tey ásettu 15 prosent-
ini, svarar Báður Nielsen,
landsstýrismaður við fíggj-
armálum, at tað kemur ikki
upp á tal.
– Tað er óseriøst at hugsa
so. Lógin er gjørd fyri at
verða hildin. Tað er ikki so,
at vit skulu gera lógir eftir
tí, sum vit klára at liva upp
til, sigur hann.
Fyrstu flokkarnir í
Miðvágs- Sandavágs
skúla vóru mána-
dagin í Havn og
handaðu formannin-
um fyri Reyða Krossi
Føroya ein stóran
kekk til neyðhjálpar-
arbeiðið í Asia
INNSAVNAN
Edvard Joensen
Børnini, sum ganga í fyrstu
flokkunum
í
Miðvágs-
Sandavágs
skúla
lótu
mánadagin Reyða Krossi
Føroya ikki færri enn
20.000,- krónur til neyð-
hjálpina í samband við
flóðalduna, sum rakti partar
av Asia annan jóladag.
Tað vóru foreldru at
børnunum í fyrstu flokkun-
um, ið eru tveir, sum tóku
stig til at hava eitt stórt
tombola í skúlanum miku-
dag-in 12 januar. Hetta
eydnaðist so væl, at børnini
kundu fara til Havnar við
einum kekki upp á 20.000,-
krónur at handa Reyða
Krossi.
Børnini høvdu sett for-
manninum í Reyða Krossi
Føroya,
Suna
Vinther,
stevnu í bovlinghøllini, tí
tey ætlaðu sær eisini sjálv
at fáa okkurt annað burtur
úr hesum Havnartúrinum,
tey gjørdu í felag. Nevni-
liga at bovla eina løtu,
áðrenn tey fóru vestur aftur.
Foreldur, Sosialurin hev-
ur tosað við, siga, at børnini
vóru rættiliga upptikin av
tí, sum hent var, og tosaðu
nógv um, hvussu tey kundu
hjálpa serliga teimum børn-
um, sum rakt vóru.
Foreldrini vilja fegin
takka øllum teimum, sum
stuðlaðu tiltakinum. Tað
verið seg teimum, sum lótu
lutir ókeypis til tiltakið, og
ikki minni øllum teimum,
sum stuðlaðu við at keypa
seðlar.
Støðan er trygg
Vágabørn hjálpa neyðstøddum
Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, heldur
ikki nakran vanda vera á ferð, hóast gjaldføri landskassans
nærkast markinum fyri minstainnláni landskassans í
Landsbankanum
Fyrstu flokkarnir í Miðvágs- Sandavágs skúla handaðu Reyða Krossi Føroya ein kekk upp á 20.000,- krónur til neyðhjálpina í samband við flóðalduna, sum rakti
Asia á jólum
Mynd - Martin Haraldsen