mikudagur 19. januar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 12 - 19. januar 2005
Eitt møguligt stjórn-
arskifti í Danmark
ávirkar ikki arbeiði
við heimildarlóggáv-
uni á uttanríkispolit-
iska økinum, sigur
Frank Jensen,
politiskur orðførari
hjá danska Javnaðar-
flokkinum
FÓLKATINGSVAL
Marjun Dalsgaard
Christiansborg: Føroying-
ar fáa hvørki meira ella
minni við Javnaðarflokkin-
um á brúnni. Samráðingar-
nar um eina heimildarlóg á
uttanríkisøkinum,
sum
landsstýrið higartil hevur
havt við donsku stjórnina,
verða ikki stórvegis ávirk-
aðar av einum møguligum
stjórnarskifti í Danmark,
sigur Frank Jensen, polit-
iskur orðførari hjá danska
Javnaðarflokkinum. Hann
hevur sjálvur sitið í ar-
beiðsbólkinum, sum hevur
arbeitt við grønlendska lóg-
aruppskotinum um heim-
ildir á uttanríkisøkinum og
sigur, at Javnaðarflokkurin
tekur undir við øllum, sum
liggur í avtaluni.
Í Føroyum hevur grøn-
lendska uppskotið tó verið
fyri nógvum atfinningum
av millum øðrum Høgna
Hoydal, løgtingslimi, sum
heldur, at lógin er eitt
afturstig heldur enn eitt
framstig, tí hon staðfestir,
at føroyingar skulu hava
fullmakt
frá
Danmark,
áðrenn teir kunnu gera
avtalur á uttanríkisøkinum.
Høgni Hoydal hevur eisini
víst á, at heimildarlógin
ikki
gevur
føroyingum
nakrar heimildir, sum teir
ikki í praksis hava havt áðr-
enn. Til dømis kunnu Før-
oyar ikki gerast sjálvstøð-
ugir limir av altjóða felags-
skapum ella Norðurlanda-
ráðnum.
Eingin broyting
Hetta verður eftir øllum at
døma heldur ikki broytt við
einari sosialdemokratiskari
stjórn.
– Vit eru opin fyri einum
samstarvi við føroyingar og
fyri einum meiri tíðarhósk-
andi ríkisfelagsskapi, men
limaskapur í Norðurlanda-
ráðnum kann ikki lata seg
gera
sambært
teimum
rammum, sum eru innan
Norðurlandaráðið,
sigur
Frank Jensen.
Hann vísir á, at einans
sjálvstøðug lond kunnu
vera limir við umboðum frá
sjálvstýrandi økjum, og tað
heldur hann ikki, at Dan-
mark kann gera nakað við.
Í sambandi við ein felags-
skap sum Altjóða Hvala-
kommisiónina
er
tað
Europaráðið sum avgerð
tílíkt, sigur Frank Jensen.
Hann leggur tó aftrat, at
hann ikki í hesi løtu kann
avvísa eina meira opna leið
á økinum, men vil bert
staðfesta, at føroyingar í
øllum førum ikki fáa færri
heimildir enn stjórnin hjá
Fogh hevur játtað teimum.
- Vit ynskja eitt gott sam-
starv við Føroyingar, og vit
vilja fegin virka fyri einum
meira tíðarhóskandi ríkis-
felagsskapi. Vit vilja sjálv-
sagt eisini ganga tí á møti,
um so er, at føroyingar
ynskja loysing, men vit
vilja helst varðveita ríkis-
sfelagsskapin og virka fyri,
at hann verður meira nú-
tímans, sigur Frank Jensen.
Danir forða fyri
limaskapi
Høgni Hoydal hevur fyrr
havt at stjórnini hjá Anders
Fogh Rasmussen fyri at
forða fyri føroyskum lima-
skapi í Norðurlandaráð-
num. Hann hevur í tí sam-
bandi sagt, at Norðurlanda-
ráðið hevur siðvenju at
virka fyri smáum tjóðum á
ymiskan hátt, og hann held-
ur ikki, at tað er væntandi
vælvild frá Norðurlanda-
ráðnum, sum er orsøkin til
at Føroyar ikki kunnu ger-
ast sjálvstøðugir limir, men
at danir ikki ynskja tað.
Somuleiðis heldur Jó-
annes Ejdesgaard, at hetta
er ein spurningur, sum er
tengdur at donsku stjórnini:
- Føroyingar hava søkt
um sjálvstøðugan limaskap
í Norðurlandaráðnum síðan
í 60’unum, og tá var tað
Svøríki, sum ikki vildi
broyta Helsingforsavtaluna
av ótta fyri, hvussu tað fór
at ávirka teirra viðurskiftir
við Áland. Seinast vit søktu
um limaskap, kom um-
sóknin ikki longur enn til
danska forsætismálaráðið,
tí teir søgdu, at hon var í
stríð
við
grundlógina,
greiðir hann frá.
Halda á við sam-
ráðingunum
Jóannes Ejdesgaard vil tó
ikki siga, at hann er vón-
brotin ella beinleiðis hevði
væntað nakað annað frá
einari sosialdemokratiskari
stjórn enn frá sitandi stjórn.
- Tað vísir seg ofta so, at
danir hava eina breiða
semju, tá tað snýr seg um
Føroyar, og at tað ikki er so
tengt at politiskum flokk-
um, sigur hann.
Grønlendska lógarupp-
skotið er lagt fram, og tað
gevur grønlendska lands-
tinginum heimild til at gera
sáttmálar í altjóða høpi
uttanum Danmark, men
bert um tær ikki skaða
donsk áhugamál, eins og
Grønland ikki kann um-
boða seg sjálvt, um Dan-
mark er ein av samstarvs-
pørtunum.
Roknað hevur verið við,
at eitt líknandi lógarupp-
skot fyri Føroyar fór at
verða lagt fyri løgtingið,
men í løtuni er steðgur í
samráðingunum
millum
landsstýrið
og
donsku
stjórnina, av tí at danir vilja
hava meira tíð at hugsa seg
um í.
Jóannes Ejdesgaard held-
ur ikki, at tað grønlendska
lógaruppskotið er serliga
nýskapandi og sigur, at
hann sjálvsagt ikki fer í
løgtingið við einum upp-
skoti, sum ikki fær polit-
iska undirtøku. Hann legg-
ur tó aftrat, at seinasta sam-
røðan við danir var fríggja-
dagin, og tá vóru teir samd-
ir um, at so mikið nógv gott
er í uppskotinum fyri báðar
partar, at teir heilt greitt
ynskja at arbeiða víðari við
tí.
Stjórnarskifti
onga ávirkan
á heimildarlóg
- Vit eru opin fyri einum
samstarvi við føroyingar og
fyri einum meiri tíðarhósk-
andi ríkisfelagsskapi, men
limaskapur í Norðurlanda-
ráðnum kann ikki lata seg
gera sambært teimum
rammum, sum eru galdandi
í Norðurlandaráðnum, sigur
Frank Jensen
Jóannes Ejdesgaard vil ikki siga, at hann beinleiðis er vónbrotin: - Tað vísir seg ofta so, at danir
hava eina breiða semju, tá tað snýr seg um Føroyar, og at tað ikki er so tengt at politiskum
flokkum, sigur hann
Hóskvøldið 10.
februar bjóðar Før-
oya Shell í Norðoyggj-
um sjófólkum og
øðrum til eitt hugna-
ligt og øðrvísi tiltak í
Atlantis í Klaksvík
TÍÐINDASKRIV
Shell
Hóskvøldið 10. februar kl.
19.00 lata hurðarnar upp í
Atlantis fyri einum heilt
øðrvísi tiltaki. Tað er
Føroya Shell í Norðoyggj-
um, sum er vertur og hava
teir fingið áhugaverdar per-
sónar at greiða frá ym-
iskum, sum hevur við havið
at gera. Umframt stuttar
fyrilestrar, so verða eisini
filmsbrot at síggja, sum eru
tikin við undirvatnsfilms-
tóli.
Tað fyrsta á skránni er
Petur Steingrund, fiskifrøð-
ingur, sum kemur at siga
eitt sindur um fiskiskap við
línu, í mun til livilíkindini í
sjónum.
Síðani
kemur
Knud Simonsen, havfrøð-
ingur, at vísa fram sjóvar-
fall á teldu. Hetta er eitt
telduprogram, sum við
pílum vísir, hvussu tað
rekur runt oyggjarnar.
Eftir hetta verður ein lítil
steðgur, har tað ber til at
smakka
tí
víðakendu
høvdasuppuna úr Leirvík.
Eftir steðgin fer Hans Eli
Hansen, lærari og undan-
gongumaður hjá seglskip-
inum Draganum, at siga frá
um
óeydnistúrin,
sum
sluppin Dart gjørdi, tá teir
skuldu sigla úr Vestmanna
til Klaksvíkar, men komu í
ódnarveður og ruku heilt til
Hetlands.
Tað síðsta á skránni er
eisini sera forvitnisligt. Tá
verða víst filmsbrot, sum
eru tikin við undirvatns-
filmstóli. Til ber at síggja,
hvussu
fiskur
bítur
á
snellu- og línureiðskap, og
hvussu hann kemur í trolið.
Sjálvt um tiltaki hevur við
havið at gera, so eru øll
vælkomin.
Tiltakið
er
ókeypis, men av tí at einans
er pláss fyri 100 vitjandi,
verða tey sum hava áhuga
fyri hesum tiltaki biðin um
at avheinta atgongumerkini
á Shellstøðini í Klaksvík.
Eitt øðrvísi tiltak