leygardagur 23. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: www.sosialurin.fo
...og hin timalønti
varð við svikin
Oddagrein
Tað fall mongum fyri bróstið, at Tjóðveld-
isflokkurin skuldi vera flokkurin, ið gongur
á odda fyri ikki at javnseta fastlont og
timalønt. Men nú er tað komið upp á prent
í álitinum frá Trivnadarnevndini.
Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu
halda, at tað ikki er landskassans lutur at
javnseta timalønt og fastlønt. So vita vit
tað
Men tað halda aðrir flokkar, eitt nú Sam-
bandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Mið-
flokkurin og fyri so vítt eisini Fólkaflokkurin,
sum kortini vil sleppa undan óneyðugum
húsaófriði í samgonguni.
Tað fellir eisini mongum fyri bróstið, at
Fólkaflokkurin stendur tí timalønta nærri
enn Tjóðveldisflokkurin, men hetta tykist
vera greiða niðurstoðan eftir viðgerðina
av uppskotinum um at fáa teimum tíma-
løntu løn - eisini tveir teir fyrstu sjúkra-
dagarnar.
Hví er Tjóðveldisflokkurin soleiðis vorðin?
Hesin flokkur, sum plagdi at hava fiski-
mannin og arbeiðaran í sínum skjaldra-
merki? Er flokkurin vorðin ein akademik-
araflokkur burturav, ella eru menn bara
so småsintir, at andstoðuuppskot bara ikki
Skulu vinna frama!?
Tá Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu
eru teir, ið umboða Tjóðveldisflokkin í
Trivnadarnevndini, so mugu vit eisini
ganga út frá, at hetta er linja floksins -
eins og 1. viðgerð í tinginum 9. september
bendi á.
Men málið snýr seg ikki um nógvar pengar
- ikki meira, enn nakrar vikur yvirforbrúk
hjá landskassanum - umleið 10 milliónir.
At málið verður loyst á arbeiðsmarknaði-
num í bræði - tí kunnu vit skjóta ein hvítan
píl eftir!
Karl Johansen, arbeiðsmannaformaður í
Havn, hevur givið tingmonnum tey stuttu,
men greiðu boðini: — Vilja tit hjálpa teimum
timaløntu, so samtykkið uppskotið. Vilja
tit ikki hjálpa teimum timaløntu, so fellið
uppskotið.
Men Karl hevur samstundis gjørt teimum
greitt, at teir bara skulu vita, at tað nú fara
at ganga nógv ár, til hesin ójavni verður
rættaður.
Og orsøkin er eina og aleina, at Tjóðveld-
isflokkurin sveik hin timalønta…
Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eiríkur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jan Múller Jonhard Hammer
Rg Dagbjørt S. Hansen
Blaðstjóri: 99)
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
| Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post Q sosialurin.fo
Lýsingar: lysing € sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Viðmerking til Jakup Sólstein,
formann Reiðarafelagsins
Jákup Sólstein hevur púra rætt, tá ið hann sigur, at hetta uppskotið lík-
ist einum nýggjum Framtaksgrunni. Og halda menn, at frægast er at
vidka um tess virksemi, so tvist eg onga løtu í, at tað er nakað, sum
semja kundi fingist um. Øll tók, sum fáa stuðul burtur. eru góð tók, sig-
ur Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinna m. a. í viðmerking
Ikki bønhoyrdir
“Hetta er ikki tað, vit hava
biðið um", segði Jákup Sól-
stein, formaður í Reiðara-
felagnum, í samrødu við
Sostalin hósdagin 21. okto-
ber. Hann sipar til uppskot
Javnaðarfloksins um endur-
nýggjan av fiskiskipaflota-
num. Hann heldur, at“ 40%
í stuðuli av eginpengunum
er ein dropi í havinum aft-
urímóti 15-20% í stuðuli av
ti, sum eitt skip kostar at
Eg kenni ongan, við virð-
ing fyri sær sjálvum og tí
virksemi farið verður und-
ir, at hann sjálvur kann áseta
stuðulsupphædd og treytir.
Ikki tá talan er um privat
vinnuligt virksemi. Er tað
50, at dyrgt verður eftir stuð-
uli, átti man at komið við
hattinum í hondini og fáum
kortum í ermuni. Lands-
kassin er hóast alt kassin hjá
øllum borgarum.
Ikki stuðul
At Jákup Sólstein brúkar
orðið stuðul um uppskot
Javnaðarfloksins, = sigur
mær, at hann fyri tað fyrsta,
als ikki hevur skilt uppskot-
ið, tíansheldur hevur sama
hugburð til privat vinnuligt
virksemi sum uppskotsstill-
arin. Helst tosa vit ikki sama
mál, bæði.
Okkara uppskot bjóðar
teimum, sum ikki hætta sær
undir eina verkætlan at vera
við sum partaeigarar.
Grunnurin kann veita 40%
av kravda eginpeninginum
og stigtakarin 60%, soleiðis
at stigtakarin hevur meiri-
luta
Til ber hjá honum, um
væl gongst í hond, at keypa
grunnin út, og soleiðis taka
yvir verkætlanina. Tískil er
ikki talan um stuðul, men
at grunnurin er partaeigari,
uttan at hava meiriluta í
felagnum.
Teir bíða
Sambært Reiðarafelagnum,
sita reiðarar og “bíða eftir,
at fáa ein stuðul, sum svarar
til 15-20% av tí, sum eitt
skip kostar at byggja". Eg
eri sannførd um, at stødan
er ikki so ussalig millum
føroyskar reidarar ella stig-
takarar. Men væl vitandi at
skipailøgur eru sera kostn-
aðarmiklar og Ovissar, hev-
ur Javnaðarflokkurin lagt
fram eitt uppskot, sum júst
miðjar eftir at savna nokk
av eginpeningi til slíkar
verkætlanir. Grundsjónar-
miðið í uppskotinum er :
1) at stigtakarar/reiðarar
hava meirilutan
2) at stigtakarar/reiðarar
kunnu keypa allan parta-
peningin hjá grunninum,
um teir ynskja tað.
3) at framtíðar skipapro-
jekt ikki byggja á partapol-
itiskan vinnustudul, men er
grundað á vinnubúskapar-
ligar fortreytir.
4) at hetta verður ein
varðandi loysn, tí til ber hjá
grunninum at fáa peningin
aftur við sølu av parta-
brøvum.
S) at vinnufortreytir å
sjógvi og landi verða so lik-
ar sum til ber, serstakliga tí
at fiskivinnan er høvuds-
vinna okkara og roknast må
vid, at hon verdur horna-
steinurin nógv ár frameftir.
Reiðarafelagið ger uppskot?
Jákup Sólstein vísir á domi
um linubåt, sum kostar 40
mill. kr., og sigur at tad er
nóg mikið við 4-6 mill. kr. í
eginpeningi. Eg havi ilt við
at ímynda mær, at fíggjar-
stovnar vilja vera við í skip-
aprojektum við einans 10%
í eginpeningi- av hesum
munnu teir áður hava brent
seg alt ov ofta.
Heldur man kravið um
eginpening vera í minsta
lagið 20%, ella kanska heili
30%. Tí kunnu vit rokna
við, at lánsgevarar ikki fara
at játta meira enn 80-70%.
Men har skal so ”geniala”
uppskot Reidarafelagsins
frelsa projektid: Landskass-
in skal treytaleyst skriva ein
gåvukekk uppå restina, i
nevnda dómi heilar 8
mill !!!!!!!
Tí sambært Jákupi Sól-
stein, arbeiðir Reiðarafelag-
ið (fyri Landsstýrið???) við
uppskotið um at fáa fatur á
bíligum milliónum. Ikki er
øllum slíkt beskorið!
Skipasyniskrøv forða
Neyðugt er at byggja nýtt,
sigur Jákup Sólstein. Okk-
ara uppskot fevnir um
bygging og keyp av nýggj-
ari veidiførum. Men, hann
heldur, at ikki ber til at
keypa brúkt skip, av tí at
donsku skipasýniskrevini
Katrin Dahl Jakobsen,
tingkvinna
eru so ónærislig
Fullveldislandsstýrið
hevur samtykt í samgongu-
skjalinum eitt einasta yvir-
tókumál, og tað er Skipa-
sýnið — so brátt lýsir í
eystri, og føroyingar fáa
lagaligari trygdarkrov.
Katrin Dahl Jakobsen
tingkvinna
Javnaðarfloksins
P. S. Jákup Sólstein hevur
púra rætt, tá ið hann sigur,
at hetta uppskotið líkist ein-
um nýggjum Framtaks-
grunni. Og halda menn, at
frægast er at víðka um tess
virksemi, so ivist eg onga
løtu i, at tað er nakað, sum
semja kundi fingist um. Øll
tøk, sum fåa studul burtur,
eru góð tøk.
Jákup Sólstein ræðist ta
umsiting, ið stendst av ein-
um grunni. Men hann
gloymir, at stuðulsskipanir
so sanniliga krevja umsit-
ing.
Til ber eisini, at lata ver-
andi stovnar umsitingarliga
arbeiðið í hendi.
Breiða semjan
I Krosskasti mikukvøldid
20. oktober var brot år sam-
rødu, sum varð gjørd við
undirritaða fyrr á degnum.
Í samrøduni varð tydning-
urin av, at tað verður sam-
band millum fólkaviljan og
politiska viljan, undirstrik-
aður. Eisini varð sagt, at
setningurin, sum nú skal av-
greiðast, er at kobla saman
fólkaviljan nú og tann, sum
fólkið sigur seg hava fyri
framtíðina.
Undir orðaskiftinum í
løgtinginum í síðstu viku
var m.a. av Ola Breckmann
víst á møguleikan, sum í
Hvítubók verður neyndur
Frælsur felagsskapur.
Undirritaði ætlaði í sam-
røduni við sjónvarpið at fáa
hetta fram sum loysnina, ið
sannlíkið tykist vera størst
fyri at fåa breidan politiskan
meiriluta aftanfyri. I talvuni
á síðu 71 i Hvítubók verður
sagt um henda møguleikan,
at hann gongur dygst at full-
veldinum og ger eitt møgu-
ligt skifti til fullveldi form-
liga lættari, og at áhugin
verður fluttur burtur frá
spurninginum um, hvert
stjórnarrættarliga = stóðan
Føroya er sambærlig við
donsku grundlógina.
Hvat hetta itøkiliga hevði
borið við sær er ein av upp-
gávunum hjá samgonguni
og teimum, sum annars fara
at samstarva í hesum máli,
at finna útav og síðani at
royna at snikka eina semju
saman.
Um bodskapurin ikki
kom nóg væl fram í úrdrátt-
inum, sum sjónvarpið gjørdi
burturúr teimum tiggju min-
uttunum, vit prátaðu saman,
so er tað bara undirritaði,
sum hevur skyldina av tí.
Virðingarmest
Jóannes Hansen