mikudagur 19. januar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 19. januar 2005
5
Skips-
bomba
brast
undir
løg-
reglubili
Ikki færri enn tríggjar
skipsbombur
vórðu
tveittar úr einum bili í
Klaksvík leygarnáttina.
Tvær uttan fyri dansi-
staðið Barok og ein
brast undir einum løg-
reglubili,
sum
stóð
heima hjá vakthavandi
løgreglumanninum hesa
náttina.
Vakthavandi løgreglu-
maðurin greiðir frá, at
tvær bombur, vórðu
tveittar uttan fyri Barok.
Í somu løtu hann fekk
fráboðanina heima við
hús, brast ein bomba
undir løgreglubilinum.
Onki hendi við bilinum,
men løgreglumaðurin
sigur, at tað er sera
heppið, at bert tveir
persónar stóðu uttan fyri
Barok hesa løtuna, tí
hetta var stutt fyri aftur-
latingartíð leygarnátt-
ina.
– Teir báðir ungu
dreingirnir, sum stóðu
uttanfyri, vórðu bidnir
um at søkja læknahjálp
seinni í hesu vikuni fyri
at kanna, um teir hava
fingið skaða í oyruni,
sigur løgreglan.
Fýra mans vórðu tiknir
inn til avhoyringar og
eru skuldsettir fyri í
spølni at seta lív og
heilsu hjá øðrum í vága.
Hetta er greitt brot á
revsilógina og kann
geva fongsulsrevsing.
Løgreglan leggur ser-
liga áherðslu á orðið,
heilsu, í teirra skuld-
seting.
– sae –
– Eg havi áður verið í
Baskaralandinum og
hildið fyrilestur um
rættindi hjá statsleys-
um tjóðir. Tað telir
óivað eisini, at eg
dugi spanskt, og at eg
komi frá einum landi,
sum hevur heimastýr-
ið, sum riggar væl,
sigur Sjúrður Skaale,
sum skal vera altjóða
eygleiðari í innanhýs-
is friðarsamráðingun-
um í Baskaraland-in-
um í vár
ALTJÓÐA
EYGLEIÐARI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Stjórnmálafrøðingurin,
skemtarin og skrivarin í
Norðuratlantsbólkinum,
Sjúrður Skaale, sleppur
veruliga at royna seg í vár.
Úr Baskaralandinum er
komin áheitan á Sjúrð um
at vera altjóða eygleiðari í
innanhýsis friðarsamráð-
ingunum í vár, og hann
hevur tikið av spennandi
uppgávuni.
Í fleiri áratíggju hava
baskarar verið í harðrend-
um stríði við sponsku
stjórnina um størri sjálvs-
avgerðarrætt,
men
nú
ynskja baskarar at koma
blóðuga stríðnum til lívs.
Hetta skal gerast við at
finna
eina
innanhýsis
semju millum baskararnar
mótvegis sponsku stjórnini.
Baskararnir hava sett eina
sonvenda høvuðsnevnd ,
sum í vár skal tingast við
ymiskar bólkar úr Baskara-
landinum. Endamálið við
samráðingunum er at finna
eitt felags stev millum
baskararnar á sjálvstýris-
leið. Bólkarnir, sum høv-
uðsnevndin skal samráðast
við, eru politiskir flokkar,
fakfelagsrørslur og ymiskar
sosialar rørslur úr Baskara-
landinum.
Tað er júst samráðingar-
nar
millum
høvuðs-
nevndina og teir ymisku
bólkarnar í Baskaralandin-
um, sum Sjúrður Skaale
skal eygleiða. Tað eru í alt
eini 7-8 altjóða eygleiðarar,
sum skulu fylgja friðartil-
gongdini.
Kendastu
nøvini
eru
óivað katólski presturin,
Alec Reid, sum hevði ein
virknan leiklut friðarsam-
ráðingunum í Norðurír-
landi. Eitt annað kent navn
í altjóða høpi er Verana
Graf, sum er kend fyri sín
virkna leiklut í stríðnum
fyri at tryggja statsleysum
tjóðum rættindi í ST.
Spennandi
"Nombres de prestigo para
una delagación internaci-
onal que garantice el pro-
ces"
Í spanska tíðindablaðn-
um, Euskal Herria, stóð
mánadagin ein grein skrivað
við yvirskriftini "Prestisju-
full nøvn í eini altjóða
nevnd, sum skulu tryggja
frið". Í greinini verða Alec
Reid, Verana Graf og før-
oyski Sjúrður Skaale mill-
um annað nevnd.
Meðan Alec Reid og
Verana Graf eru stór nøvn í
altjóða høpi, er Sjúrður
Skaale
framvegis
eitt
óskrivað blað í altjóða
samfelagnum. Vit hava tí
spurt hann, hvussu tað ber
til, at baskararnar hava sett
ynski um at fáa ein før-
oying í friðartingingarnar.
– Eg havi áður verið í
Baskaralandinum og hildið
fyrilestur um rættindi hjá
statsleysum tjóðum - m.a.
við støði í tí innliti eg havi
fingið gjøgnum fólkarætt-
arkanningina hjá Norður-
atlantsbólkinum, ið eg stóð
fyri. Tá bleiv eg umrøddur í
fleiri bløðum har niðri. Tað
telir óivað eisini, at eg dugi
spanskt, og at eg komi frá
einum landi, sum hevur
heimastýrið, sum riggar
væl, svarar Sjúrður Skaale.
Skrivarin í Norðurat-
lantsbólkinum er sum vera
mann spentur til nýggju og
heldur øðrvísi uppgávuna.
– Nú var eg við til skriva
og útgeva eina bók út um
lond, sum vilja hava sjálvs-
avgerðarrætt, og nú fái eg
ein gyltan møguleika at
síggja tað í praksis, og tað
gleði eg meg sjálvssagt til,
fortelur Sjúrður Skaale.
Seinni í mánaðinum fer
Sjúrður niður til Baskara-
landið, og tá er ætlanin, at
allir altjóða eygleiðararnir
verða presenteraðir fyri
teimum ymisku bólkunum í
Baskaralandinum.
Sjúrður Skaale sigur, at
eftir innleiðandi fundirnar
fara samráðingarnar mill-
um høvuðsnevndina og
baskisku
bólkarnar
av
bakkastokki. Hesar sam-
ráðingar verða væntandi
ikki lidnar, fyrr enn í apríl
mánaði, og tá er ætlanin, at
m.a. tey, sum vóru við til at
steðga vápnaða stríðnum
millum IRA og Bretland,
skulu skriva eitt endaligt
uppskot, sum skal leggja
upp til eina felags semju
millum baskararnar
Føroyingar læra
Seinnu árini hevur Sjúrður
Skaale verið rættiliga virk-
in á sjálvsstýrisvonginum í
Føroyum.
Á
seinasta
fólkatingsvali stillaði hann
upp fyri Tjóðveldisflokkin,
og seinastu fólkatingssetu
hevur hann verið skrivari
hjá bæði Tórbjørni Jacob-
sen og Høgna Hoydal í
Norðuratlantsbólkinum á
Fólkatingi.
Spurdur, um hann kann
takað nakað frá sær úr
frælsisstríðnum í Baskara-
landinum til frælsisstríðið í
Føroyum, svarar hann:
– Politiska gongdin í Før-
oyum og stríðið í Baskara-
landinum kunnu als ikki
samanberast. Hyggur tú
eftir frælsisstríðnum hjá
Baskarnum, sært tú fyrst og
fremst, hvussu væl tað
riggar hjá okkum. Vit eru í
eini demokratiskari pro-
cess, meðan teir eru í
einum vápnaðum stríði. Vit
hava í stóran mun tað, sum
tey ynskja sær, fortelur
Sjúrður Skaale.
Hann heldur kortini, at
føroyingar
kunnu
læra
nógv av tilgongdini í Bask-
aralandinum.
– Flokkarnir í Føroyum
áttu, eins og baskararnir, at
tosa meir saman, og funnið
fram til, hvørji minstukrøv,
teir seta til eitt møguligt
sjálvstýri í Føroyum, tí eg
vænti at flokkarnir eru
meira samdir, enn vit geva
okkum far um. Tað er
eingin ivi um, at vit kundu
blivið samd um eini fýra
ella fimm heilt grundleggj-
andi sjónarmið, um vit
veruliga royndu.
Hesir somu tankar vóru í
grundlógarnevndini
og
uppskotinum
hjá
Hans
Paula Strøm um tjóðskap-
arliga semju, og eg haldi, at
hesir tankar eru skilagóðir,
tí so hevði verið møguligt
at komið víðari í sjálv-
stýrisspurninginum, vísir
Sjúrður Skaale á.
Sjúrður skal eygleiða
baskisku friðartilgongdina
– Politiska gongdin í Føroyum og stríðið í Baskaralandinum kunnu als ikki samanberast. Hyggur tú eftir frælsisstríðnum hjá
Baskarnum, sært tú fyrst og fremst, hvussu væl tað riggar hjá okkum. Vit eru í eini demokratiskari process, meðan teir eru í
einum vápnaðum stríði. Vit hava í stóran mun tað, sum tey ynskja sær, fortelur Sjúrður Skaale.
Mynd: Jens Kr. Vang