Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 12 - 19. januar 2005 Tríggjar kommunur í Suðuroy hava viðgjørt ætlanina hjá landsstýrinum um at byggja røktarheim í Vági og at byggja ein skúladepil í Hovi SKÚLAR OG RØKTARHEIM Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fleiri kommunur í Suðuroy taka undir við ætlanini hjá landsstýrinum um at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági og ætlaða heilsuskúl- an á Tvøroyri, til Hovs og at byggja røktarheim í Vági ístaðin. Tað er greitt, eftir at bygdaráðsfundir hava verið ymsastaðni í Suðury sein- astu dagarnar. Um ársskiftið sendi landsstýrið øllum kommum í Suðuroy skriv, har tær vórðu bidnar um at siga sína meining um ætlanina at flyta skúlarnar til Hovs og at byggja røktarheim í Vági. Higartil hava tríggjar kommunur viðgjørt málið og tær taka allar undir við landsstýrinum, Tey bygdaráð, sum hava viðgjørt málið, eru Hovs-, Sumbiar- og Hvalbiar Bygdaráð og har er at kalla full semja um at taka undir við landsstýrinum. Bara í Sumba var ein tann eini bygdaráðslimurin, Brynleif Bech, ímóti ætlan- ini, men allir hinir fýra vóru fyri. Bæði í Hovi og í Hvalba vóru tað samd bygdaráð, sum vildu hava skúlarnar at liggja í einum depli mitt í oynni og røktarheim bygt í Vági. Hovbingar viðgjørdi málið seinasta leygardag og har samdust bygdaráðið um at bjóða skúlanum væl- afturkomnum til Hovs, har tað upprunaliga var ætlanin at byggja hann. Á fundi fríggjakvøldið samtykti bygdaráðið í Hvalba eisini einmælt at taka undir við ætlanini, tó at onkrir bygdaráðslimir vóru ivasamir um tað var rætt at byggja ein skúla- depil úti í oyðini í Hovi. Aðrir bygdaráðslimir hildu, at tað í øllum førum var heilt burturvið at byggja skúlan vesturi á Eiðinum í Vági, tí so verður neyðugt at koyra ígjøgnum alla bygdina og har er trongt at koyra, tí vegurin er smalur, so tað tekur langa tíð. Hevði skúlin í øllum førum ligið eystanfyri bygdina, kundi tað verið, hildu teir. Bygdaráðslimir í Hvalba hildu eisini, at kommun- urnar í oynni áttu at tosað meiri um hesa ætlanina og roynt at komið til eina felags støðu. Men so staðfesti bygda- ráðið tað, sum mong halda er ein høvuðstrupulleiki hjá Suðuroynni. – Tann stóri trupulleikin er, at tað ber ikki til hjá kommununum í Suðuroy at tosa saman um nakað, søgdu bygdaráðslimir í Hvalba. Tvørturímóti mettu teir, at hetta er eitt sera stórt og avgerðandi mál fyri Suður- oynna, tí verð skúlarnir fluttir í ein depil í Hovi, sum er mitt í oynni, kann tað skunda undir at komm- unur í oynni leggja saman. Tí tekur Hvalbiar Bygda- ráð undir við tankanum hjá landsstýrinum um at flyta ætlaða heilsuskúlan á Tvøroyri og ætlaða mið- námsskúlan í Vági, til Hovs og at byggja røktarheim í Vági. Røktarheimið ov lítið Eisini sumbingar hava somu støðu. Leygardagin viðgjørdi Sumbiar Bygdaráð skrivið frá landsstyrinum og har tók ein meiriluti upp á fýra av teimum fimm bygda- ráðslimunum undir við ætlanini. Men sumbingar hildu, at eitt røktarheim til 35 fólk er ov lítið, tí tørvurin er væl størri enn so. Bygdaráðið í Sumba visti at siga, at yvir 70 fólk standa á bíðilista at sleppa inn á ellis- og røktarheimið á Tvøroyri. Av teimum varð mett, at helvtin hevði bráðneyð- ugan tørv á at koma inn. – Tí hildu teir, at røktar- heimið, sum ætlanin er at byggja í Vági, átti at verið væl størri. Hinvegin er ongin loyna, at Sumbiar Kommuna er illa fyri fíggjarliga og tí ivaðust bygdaráðslimir í, hvussu kommunan fór klára betala sín part av tí, sum eitt røktarheim kost- aði. Men í tí sambandi varð upplýst, at landstýrið hevur gjørt greitt, at tað er sinnað at víkja frá vanligu fígging- ini fyri at gera tað lættari hjá kommununum, so at ætlanin ikki skuldi detta niðurfyri av teirri orsøk. Sumbiar Bygdaráð helt, at hetta er eisini ein spurn- ingur um at skapa arbeiðs- pláss í Suðuroynni og tí tekur tað undir við ætlanini Vilja hava meiri at vita Hinvegin gera allar tríggjar kommunurnar, bæði Sum- biar-, Hovs- og Hvalbiar Kommuna, staðiliga vart við, at tær kenna alt ov lítið til ætlanina hjá landsstýrin- um til at tey kunnu hava eina avgjørda og endaliga støðu til málið. – Ì skrivinum til komm- unurnar vil landsstýrið hava tær at siga um tær taka undir við tankanum í ætlan- ini, so landsstýrið veit, um hetta er nakað at arbeiða víðari við. Taka kommunurnar undir við ætlanini, er landsstýrið sinnað at taka fund við kommunurnar at greiða nærri frá ætlanini. Og allar tríggjar komm- unurnar fara at boða lands- stýrinum frá, at tær vilja hava fund um málið, tí enn vita tær alt ov lítið um tað, til at tær kunnu taka endaliga støðu til málið. Kommunur í Suðuroy taka undir við umstríddari ætlan Hvalbiar Bygdaráð tekur undir við tankanum í ætlanini hjá landsstyrinum um at flyta ætlaða heilsuskúlan á Tvøroyri og ætlaða miðnámsskúlan í Vági til Hovs og at byggja røktarheim í Vági ístaðin. Men bygdaráðið ger vart við, at enn veit tað alt ov lítið um ætlanina til at tað kann taka eina endaliga støðu.Hesir eru allir tríggirvaldir á sama lista í bygdaráðnum í Hvalba. Frá vinstru eru teir Martin í Nesi, Magni Bertholdsen og Trygvi Midjord HEILSUKANNING Tíðindaskriv frá Hjartafelagnum Hjartafelagið fer í næst- um undir sítt árliga tiltak við tilboði til fólk at blíva kannað. Hesaferð hevur felagið valt mið- staðarøkið, og verður til- takið í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í døgunum 21. og 22. januar 2005. Fríggjadagin 21. janu- ar kl. 14 til 19 og leygar- dagin 22. januar kl. 10 til 17 verður »opið hús« í veitsluhøllini á Lands- sjúkrahúsinum, har fáa fólk høvi at máta sitt kolesterol, blóðtrýst, blóðsukur, hædd og vekt. Ymiskt upplýsandi tilfar er at fáa, og kostráðgevi og onnur heilsustarvs- fólk eru tilstaðar at vegleiða um fyribyrging av hjartasjúku. Eitt spurnarblað við 4 ein- faldum spurningum verður fylt út. Hjartafelagið hevur seinastu 17 árini havt tiltøk ymsastaðni í Før- oyum, har hildið verður fyrilestrar og fólk fáa høvi til at blíva kannað. Hesi árini eru fleiri enn 5000 fólk kannaði. Í nevndini í felagnum í dag sita Sólvá Dam, for- maður, Marita A. Magn- ussen, kassameistari, Ása Poulsen, skrivari, Esmi Olsen, Heðin Thomsen, Leivur Johannesen og Holger Hansen. Nú skulu havnarfólk kannast