Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 19. januar 2005 7 Skrivarin hjá ting- manning Javnaðar- floksins, Jens Jóhan Dam og valdi skrivari floksins, Katrin Dahl Jacobsen, vátta, at Javnaðarflokkurin fer at stilla upp til fólka- tingsvalið FÓLKATINGSVAL Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Líkt er ikki til, at nakar ivi er um, at Javnaðarflokkurin verður millum flokkarnar, sum fara at stilla upp til fólkatingsvalið komandi, og ætlanin er í størst møgu- ligan mun at stilla upp um alt landið. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Jóannesi Eides- gaard, løgmanni, fyrrapart- in í gjár, tí hann var á olju- ráðstevnu. Sosialurin tosaði við Jens Jóhan Dam, sum er skrivari hjá tingmanning Javnaðar- floksins, og hann váttaði, at flokkurin fer at stilla upp. Hann sigur, at hóast eing- in formell avgerð er tikin um hetta, liggur tað í kort- unum, at Javnaðarflokkurin verður millum flokkarnar, sum stilla upp til hetta fólkatingsvalið. – Tað vildi verið undar- ligt, um vit ikki stillaðu upp, heldur hann. Jens Jóhan Dam væntar, at flokkurin í størst møgu- ligan mun fer at stilla val- evni upp um alt landið. Katrin í Noregi Vit fingu eisini fatur á Katrin Dahl Jacobsen, sum er valdur skrivari í Javn- aðarflokkinum, men hon var júst stødd á fundi í Noregi og hevði ikki møgu- leikar at gera viðmerkingar til, hvørji mál Javnaðar- flokkurin fer at leggja dent á í komandi valstríði. Men greitt er so, at Javn- aðarflokkurin verður mill- um flokkarnar, sum stilla upp til fólkatingsvalið, sum – í skrivandi løtu – ætlandi verður, 8. februar. Vit fara at venda aftur til Javnaðarflokkin í hesum samanhangi. Sum skilst,verður tað Katrin Dahl Jacobsen, valdur skrivari í Javnaðarflokkinum, sum fer at standa fyri høvuðsábyrgdini av valstríðnum hjá Javnaðarflokkinum hesaferð Edmund Joensen er rættiliga spentur til komandi fólkatings- val. – Mær dámar væl tað uttanríkispolit- iska, og eg haldi, at hesin áhugi er við- føddur, sigur Ed- mund, sum í 1994 varð fyrst valda før- oyska umboðið á fólkatingi, men gjørd- ist løgmaður og tískil bert hevði sæti á fólkatingi í nakrar fáar vikur FÓLKATINGSVAL Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Norðuri á Oyri situr ein royndur politikari, tingfor- maður, fyrrverandi løg- maður og valdur fólka- tingsmaður. Eitt kent andlit í poli- tikki, ein blíður og fyri- komandi maður. Edmund Joensen er spentur til fólkatingsvalið, og hann drálar ikki, tá ið vit spyrja, um hann letur seg stilla upp. – Jú, eg stilli upp til hetta fólkatingsvalið. Valfelagið í Eysturoy hevur millum onnur heitt á meg um at stilla upp, og eg havi gjørt av at taka við hesum áliti. Í 1994 gjørdist Edmund Joensen fyrst valda før- oyska umboðið á fólka- tingi, men hann sat bert nakrar fáar vikur í hesum sessi, tá ið hann gjørdist løgmaður og læt sessin frá sær til næsta mann, Jó- hannes Martin Olsen. - Eg havi altíð brent fyri tí uttanríkispolitiska, og tað liggur í mær at vilja royna hesi tingini av – og koma Føroyum fram, sum hann tekur til. Hann heldur, at áhugin fyri uttanríkispolitikki er viðføddur. Edmund sigur, at gjøg- num árini sum politikari hevur hann gjørt sær nógv- ar royndir, og hann hevur nógv góð sambond í Dan- mark, sum hann metir kunnu verða honum til hjálpar, um hann verður valdur á fólkating. Høvuðsmálini Spurdur, hvørji hann væntar, at høvuðsmálini verða í komandi valstríði, sigur hann: – Eg vænti, at valevnini í flestu førum fara at foku- sera upp á tað vanliga, sum er uppi til eitt slíkt val – ríkisrættarligu støðuna og so tað búskaparliga, sum er tengt at hesum. Hesi mál eru náttúrliga altíð frammi til eittt fólkatingsval. Edmund væntar eisini, at yvirtøkulógin og uttan- ríkisheimildirnar fara at gerast ein partur av val- stríðnum. – Hetta verður eitt stutt valstríð, og tað dámar mær væl, tí í politikki er valstríð næstan alla tíðina. Í einum longum valstríði gerast bæði valevni og fólk sum heild troytt, og tá fara viðurskiftini í longdini ofta at snúgva seg um lítið við- komandi og kunstig mál, sum eru uppi júst í tí tíðini. Hann sigur seg hava var- hugan av, at valstríðið hesaferð verður tamt, men væntar, at tað eisini fer at snúgva seg um føroysku umboðanina á fólkatingi, eitt nú við atliti til Norður- atlantsbólkin. Av øðrum málum væntar Edmund, at flogvøllurin verður tikin fram, tí hetta er eitt mál, sum leingi hevur ligið at láni at loysa. – Tíðin er komin til at loysa flogvallarmálið, sum hastar fyri føroyingar. Edmund harmast um, at Mæersk, sum hevur havt flúgving hendanvegin í mong ár, hevur tikið seg aftur á rutuni. Hann heldur, at hetta í longdini kann fara at ganga út yvir tænastuna og ferðaseðlaprísirnar. – Eg veit ikki, um aftur- tøkan hjá Mæersk skyldast flogvallarviðurskiftini meira enn stirvnu kapp- ingartreytirnar, sum lands- stýrið setir, men skulu vit í framtíðini hava størri kapp- ing á Føroyarutuni og røttu ferðaseðlaprísirnar, er al- neyðugt, at flogvøllurin lýkur altjóða krøv. Hann vísir á, at tað er umráðandi fyri føroyingar við eini møguligari yvir- tøku av flogvøllinum, at tað verður ein “uppdateraður” flogvøllur, sum verður yvirtikin. Vinnan í aldudali Edmund Joensen væntar eisini, at vinnupolitisku málini verða drigið upp í valstríðið. – Sum heild hevur vinnan tað ikki so gott í løtuni, sum hon hevur havt tað seinastu árinini, og líkt er ikki til, at afturgongdin er steðgað. Vit sóu, hvussu tungt tað var at fáa fíggj- arlógina at hanga saman hesaferð. Hann harmast serliga um gongdina í alivinnuni og rækjuvinnuni. – Vit vóru komnir upp ímóti miljardini í útflutn- ingi í alivinnuni, og vit høvdu eitt stórt potentiali til at økja munandi um hesa vinnu og teir ringvirkn- ingar, sum ein slík vinna hevur við sær. Potentialið lá eitt nú í meirvirking av laksavørum, sum vit í dag síggja gevur bæði arbeiði og pening. Edmund leggur dent á, at alivinnan – um hon ikki var farin so illa – hevði verið eitt kærkomið bein hjá føroyska samfelagnum at staðið á aftrat, tá ið vit vita, at tað altíð verður upp og niðurgongd í fiskivinnuni annars. - Rækjuflotin er tódnaður niður í 5 skip, og ísfiska- flotin gremur seg um, at tungt er at fáa endarnar at røkka, nú fiskaprísirnir hava verið so lágir, sam- stundis sum olju-og agn- prísir eru øktir. Haraftrat gremjur fiskivinnan á landi seg um vantandi kappingar- føri. Hann heldur tó, at árið í fjør neyvan er lakari hjá ísfiskaflotanum enn eitt miðal ár. - Men nú høvdu vit vant okkum við, at tað gekk so væl hjá ísfiskaflotanum seinastu árini – við góðum fiskiskapi og góðum fiska- prísum. Tí kennist aftur- gongdin so ógvuslig, heldur Edmund Joensen. – Mær dámar væl tað uttanríkispolitiska Javnaðarflokkurin stillar upp til fólkatingsvalið Edmund Joensen dylur ikki fyri, at hann er spentur til hetta fólkatingsvalið. - Gjøgnum árini sum politikari havi eg gjørt sær nógvar royndir, og eg havi nógv góð sambond í Danmark, sum kunnu vera mær til hjálpar, um eg verið valdur, sigur hann