Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast teir smáu flokkarnir fáa nógv færri atkvøður til eitt fólkatingsval enn eitt løgtingsval, fara bæði Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin at bjóða seg fram aftur á valinum í februar. Miðflokkurin hevur ein greiðan etiskan boðskap at bera, og Sjálvstýris- flokkurin er farin í løgtingið við einum óvanligum uppskoti um fólkatings- arbeiðið FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Miðflokkurin hevur longu tikið avgerðina, og Sjálv- stýrisflokkurin skuldi taka endaliga avgerð týskvøldið, men tað er einki at ivast í, at báðir teir smáu flokkarnir í føroyskum politikki stilla upp á fólkatingsvalinum í februar. – Valið til Fólkatingið er ein partur av politikkinum her á landi, og tá ið vit eru við í politikki, so eru vit eisini við til eitt fólkatings- val, sigur Jenis av Rana, leiðari í Miðflokkinum. – Landsnevndin hjá okk- um skal fundast um hetta týskvøldið, men alt talar fyri, at vit stilla uppaftur. Hóast teir stóru flokkarnir vanliga fáa umboðini, so hava vit eisini ein kjans, um vit duga at selja okkara boðskap, sigur Kári P. Høj- gaard, formaður í Sjálv- stýrisflokkinum. Hava tað trupult Miðflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin hava tað trupult til Fólkatingsvalini, tí teir missa vanliga nógvar atkvøður samanborið við løgtingsvalini. Á fólkatingsvalinum í 2001 fekk Miðflokkurin 569 atkvøður, og tað at- kvøðutalið stendur als ikki mát við løgtingsvalini, sum hava verið síðani. Í 2002 fekk Miðflokkurin 1292 at- kvøður og í fjør 1661 atkvøður. Gongdin hjá Sjálvstýris- flokkinum er tann sama, tí á fólkatingsvalinum í 2001 fekk flokkurin 434 atkvøð- ur, meðan flokkurin á teim- um báðum løgtings-valun- um síðani hevur fingið ávíkavist 1351 og 1461 atkvøður. Men hóast hesi tøl halda flokkarnir, at teir eiga at stilla upp til Fólkatingið eisini. – Vit hava ein boðskap, sum vit eisini vilja skal verða hoyrdur á Fólka- tingið, og tað nyttar einki hjá okkum at hyggja aftur- eftir, vit líta frameftir og bjóða okkum fram aftur hesaferð, sigur Jenis av Rana. Kári P. Højgaard heldur, at Sjálvstýrisflokkurin hev- ur ein kjans í valinum. – Tað hevur verið vanligt, at teir fýra stóru flokkarnir fáa umboðini í Fólkatingið, men vit halda, at vit hava ein kjans, sigur hann. Miðflokkurin og etikkur Miðflokkurin hevði millum jóla og nýggjárs fund um fólkatingsvalið, og har varð avgerðini tikin um, at flokkurin skal stilla upp. Flokkurin hevur eisini gjørt sær sjálvum greitt, hvat høvuðsboðskapurin skal verða til fólkatings- valið. – Fyri tað fyrsta vilja vit hava onkran at tosa ímóti, tá ið danskir politikarar royna at blanda seg upp í føroysk viðurskifti, til dømis viðvíkjandi fostur- tøku. Tað vísir seg ikki, sum at tey umboðini, sum vit hava havt har, hava nakra meining um hetta, men tað hevur Miðflokk- urin, sigur Jenis av Rana. – Fyri tað næsta hava vit eisini eina greiða støðu í fullveldismálinum, sum tykist vera sera fløkt løtuni. Miðflokkurn heldur, at vit skulu stýra ímóti at kunna standa á egnum beinum, men vit leggja eisini dent á, at avgerðin skal takast í Føroyum. Jenis av Rana kundi hugsað sær at sloppið und- an at stilla upp til Fólka- tingsvalið sjálvur, men verður tað neyðugt at hann stillar upp, so ger hann tað. Óvanligt uppskot í løgtingið Formaðurin í Sjálvstýris- flokkinum hevur ein greið- an boðskap, tá ið tað snýr seg um arbeiðið á Fólka- tingið, og flokkurin heldur hendan boðskap verða so týdningarmiklan, at flokk- urin hevur borið eitt heldur óvanligt uppskot í løgting- ið. – Vit skjóta upp, at løg- tingið heitir á fólkatings- umboðini um, at teir skulu ikki blanda seg upp í donsk viðurskifti á Fólkatingið, sigur Kári P. Højgaard. Hetta er tann altavger- andi boðskapurin hjá Sjálv- stýrisflokkinum. – Vit skulu ikki blanda okkum upp í danskan partapolitikk, men bara hugsa um tey mál, sum føroyingar hava felags við danir, sigur Kári P. Høj- gaard. Hann veit ikki, um upp- skotið hjá Sjálvstýrisflokk- inum kemur í løgtingið, men flokkurin hevur so borið uppskotið á løgting- skrivstovuna. – Fólkatingsliminir gera sjálvir av, hvussu teir ar- beiða, men vit vilja hava løgtingið at heita á teir, at teir ikki skulu blanda seg upp í danskan politikk, tí tað gagnar ikki føroying- um, sigur Kári P. Højgaard. 8 Nr. 12 - 19. januar 2005 Fólkatingsvalið 2001 Tá ið føroyingar í 2001 vóru á Fólkatingsvali, spældi tað soleiðis av: Úrslit Fólkaflokkurin 5.417 atkv. Sambandsflokkurin 7.208. atkv. Javnaðarflokkurin 6.187 atkv. Sjálvstýrisflokkurin 434 atkv. Tjóðveldisflokkurin 6.578 atkv. Miðflokkurin 569 atkv. Vald í Fólkatingið Listbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin Høgni Hoydal, Tjóðveldisflokkurin Toppskorarar 1. Jóannes Eidesgaard (C) 3.689 atkv. 2. Høgni Hoydal (E) 2.641 atkv. 3. Óli Breckmann (A) 2.329 atkv. 4. Lisbeth L. Petersen (B) 2.288 atkv. 5. Anfinn Kallsberg (A) 1.537 atkv. 6. Edmund Joensen (B) 955 atkv. 7. Torbjørn Jacobsen (E) 870 atkv. 8. Alfred Olsen (B) 486 atkv. 9. Kristina Háfoss (E) 361 atkv. 10. Annita á Fríðriksmørk (E) 318 atkv. Samlað atkvøðutal: 26.393 (79,72 prosent av veljarunum) Eitt aðalorðaskifti hjá Fólkatinginum um fólkarættarligu støð- una hjá føroyingum og grønlendingum verður av ongum, tí val er skrivað út. Hetta harmast Høgni Hoydal, men hann sigur, at Tjóðveldis- flokkurin er altíð klárur til eitt val FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Norðuratlantsbólkurin í Fólkatinginum hevði glett seg til eitt aðalorðaskifti um fólkarættarligu støðuna hjá føroyingum og grøn- lendingum, sum skuldi verða tann 25. januar. Men hetta orðaskiftið verður nú av ongum, tí fólkatingsval skal verða tann 8. februar. – Tað er spell, at vit ikki fingu hetta aðalorðaskifti við, áðrenn valið varð skrivað út, men Tjóðveldis- flokkurin er klárur til eitt val, sigur Høgni Hoydal, sum hevur verið annað fólkatingsumboðið hjá før- oyingum síðani valið í 2001. – Royndirnar, sum vit hava havt av Norðuratlants- bólkinum seinastu trý og eitt hálvt árini, hava verið sera góðar. Vit hava fingið ein bólk í í Fólkatinginum, sum er óheftur av donsku flokkunum, og sum hevur reist nógv týðandi mál í Fólkatinginum, sigur Høgni Hoydal, sum saman við tveimum grønlendskum fólkatingslimum hevur samstarvið í Norðuratlants- bólkinum. Avgerandi valskeið Tað er eitt eykafloksting hjá Tjóðveldisflokkinum, sum í prinsippinum skal gera av, um flokkurin skal stilla upp á Fólkatingsval- inum í februar. Men Tjóð- veldisflokkurin hevur síð- ani 1973 stilla upp til Fólkatingi, so tann spurn- ingurin er í grundini bara ein avgreiðsluspurningur á einum eykaflokstingið, sum skal verða fyrsta dagin. – Tað næsta valskeiðið í Fólkatinginum verður sera avgerandi, og tí vilja vit hava Norðuratlantsbólkin at halda fram við sínum arbeiði. Spurningurin um uttanríkisligu heimildirnar hjá føroyingunum, ein ES- grundlóg og annað gera, at brúk er fyri eini sjálvstøð- ugari føroyskari rødd í Fólkatinginum, sigur for- maðurin í Tjóðveldis- flokkinum. Tað er eisini eykafloks- tingið hjá Tjóðveldisflokk- inum, sum skal gera val- listan til Fólkatingsvalið, og tað er ein meira spenn- andi spurningur, tá ið hugs- að verður um stríðið mill- um Torbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal. Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum er til reiðar at stilla upp aftur á Fólka- tingsvalinum. Valið kom ov tíðliga Teir smáu bjóða seg fram – Vit skjóta upp, at løgtingið heitir á fólkatingsumboðini um, at teir skulu ikki blanda seg upp í donsk viðurskifti á Fólkatingið, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum – Vit vilja hava onkran at tosa ímóti, tá ið danskir politikarar royna at blanda seg upp í føroysk viðurskifti, til dømis viðvíkjandi fosturtøku. Tað vísir seg ikki, sum at tey umboðini, sum vit hava havt har, hava nakra meining um hetta, men tað hevur Miðflokkurin, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum