týsdagur 26. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Miller
Blaðstjóri:
internet: www.sosialurin.fo
Ábyrgdarloysi
Oddagrein
TAÐ kemur sera dátt við hjá fakfelogum,
stovnum og fakfelagslimum, ið starvast
hjá tí almenna, at figgjarmålarådharrin
hevur avgjørt, at stovnarnir sjálvir skulu
gjalda ein fittan part av seinastu lønar-
hækkingunum.
| sambandi við figgjarlógaruppskotið fyri
komandi ár er tað komið fram, at almennir
stovnar sjálvir skulu bloða fyri ta lonar-
hækking, sum fíggjarmálaráðharrin eftir
tógvið stríð góðtók. At tað so var ein
figgjarmålarådharri, sum hevði skálkin
aftanfyri oyrað mundi helst fáur grunað
tá. Fakfelogini roknaðu við, at tað varð
spælt við opnum kortum, og at teirra lonar-
krov, sum lutvíst vórðu gingin á moti, ikki
fóru at verða tikin inn aftur við uppsóknum.
Og tað er jú hetta, sum í veruleikanum
hendir. Vit fara tí helst at síggja ein hóp
av uppsognum komandi tíðina. Ein kann
ímynda sær, at fíggjarmálaráðharrin vil
tippa teir fólkafloksmenn, sum leggja eftir
Tjóðveldisflokkinum fyri ikki at vilja minka
um almenna sektorin. Hetta er ein smartur
máti at gera tað gjøgnum bakdyrnar við
boðum til stovnarnar um at spara.
SJALVANDI er rætt at rationalisera og
effektivisera almenna sektorin, soleiðis at
skattaborgarin fær sum mest fyri sínar
skattapengar. Og í tann mun hetta ber til
og er rætt - eisini at minka talið av starvs-
fólki. Men hesin mátin er so ikki tann rætti.
Hann er einki minni enn åbyrgdarleysur -
amoralskur.
TAÐ er greitt, at Tjóðveldisflokkurin hevur
ein trupulleika, nú hann í veruleikanum
hevur lagt seg í fovningin á einum Fólka-
flokki, sum vil síggja almennar sparingar.
Hetta er tann prísur, sum hann má gjalda
fyri at fáa Fólkaflokkin at metta sína full-
veldissvongd.
MEN tá átti Tjóðveldisflokkurin at spælt
við ærligum kortum og ikki brúka eina
avtalu á arbeiðsmarknaðinum til at skerja
talið á starvsfólki á stovnunum og harvið
at leggja storri arbeiðsbyrðar á tey starvs-
fólk, sum ikki fáa sekkin. Vit taka tí fult
undir við formanninum í Starvsmanna-
felagnum, sum hevur gjørt vart við ta ótol-
andi og åbyrgdarleysu stoðuna. Annars
verður áhugavert at síggja, um almennir
stovnar kring landið, fara at vera eins
virknir at gera vart við stoðu sína sum eitt
nú starvsfólkini á Klaksvíkar Sjukrahusi.
Og um tingmenn í Suðurstreymi fara at
vera eins góðir við Landssjúkrahúsið sum
norðoyartingmenn og landsstýrisfólk eru
við Klaksvíkar Sjúkrahús. ; |
Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: |
Eiríkur Lindenskov
Marknaðardeild:
| Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
| Blaðfólk:
| Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
| Dagfinn Olsen |
) John Johannessen
! Sveinur Tróndarson |
Eyðun Klakkstein
| Høgni Mohr
| Niclas Johannesen
Yngd: Jåkup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin |
Bústaður: |
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post Q sosialurin.fo
Lýsingar: lysing Q sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Ni
Hvar for Javnaðarflokkurin?
Seinastu tíðina hava vit
hoyrt úttalilsir frá javnað-
arumboðunum á tingi, sum
liggja langt frá tí, ið sagt
varð til seinasta val. Huga-
ligt var undan valinum at
uppliva, hvussu Javnaðar-
flokkurin sýntist at vera ein
flokkur. sum tordi at taka
ábyrgd og sum vildi arbeiða
fyri, at í Føroyum skulu vit
føroyingar ikki bara ráða,
men eisini hava ábyrgd. Og
vit skuldu klára okkum
sjålvi í okkara egna landi.
Nú vent í holuni
Aftaná orðaskiftið seinastu
dagarnar kunnu vit m.a.
draga samanum soleiðis:
- umboð Javnaðarfloksins
vilja fyri ein og hvønn pris
standa innan fyri ríkis-
felagsskapin,
ræðumyndir um hungur
og hall hava verið brúktar
ímóti fullveldisætlanini,
javnaðarfólk gera gjøld-
ur burturúr eini foroyskari
flaggstong í New York
næstu ættarlið skulu av-
gera, um Føroyar skulu
klára seg sjálvar
- viljin til sjålvbjargni hev-
ur verið skýrdur sum »for-
fængelighed<
Hetta er skelkandi
Hvar eru teir menninir, sum
vóru menn áðrenn valið?
Hvar er tað sum er broytt
so nógv?
Hví vil Javnaðarflokkurin
ikki kanna, hvussu ein av-
tala við Danmark kann fáast
at síggja út, uttan at blaka
seg skerflatan innan fyri
ríkisfelagsskapin, áðrenn
farið verður til tinging-
ar???
Eg veit væl, at sjálvstýris-
uppskotið hjá flokkinum
hevur nógvar góðar mál-
setningar, men her gongur
ikki saman, samanborið við
tað, sum nú verður sagt.
Eg fati tað soleiðis, at tit
vilja bæði blása og hava
mjøl í munninum, ti tit siga
tykkum arbeiða fram ímóti
einum sjålvstødugum landi,
men blokkurin skal helst
ikki minkast fyrr enn tað
flýtir yvir av pengum alla
aðrastaðni, og tað verður
ongantíð, um alt annað skal
koma fyrst.
Tað er skeivt at Javnað-
arflokkinum at geva seg so-
leiðis upp fyri skutil.
Gardar Joensen
Havi hvorki hugsað ella sagt, at eg ikki
atkvoði fyri løgtingsfiggjarlogini
Tað hevur verið frammi í
fjølmidlunum, at tingfólk
Fólkafloksins í Norðoyggj-
um hava tikið so mikið
harðliga til orðanna, at tey
ikki atkvoða fyri fíggjarlóg-
ini fyri 2000.
Eg meini enntá, at eg havi
sæð hetta í oddagrein í ein-
um av føroysku bløðunum.
Lat meg siga enn eina-
ferð, at tann vidferd, sum
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur
fingið frá okkara heilsumál-
astýri er farin út um alt
mark, henda niðurgerð av
bæði læknum, rektrarfólki
og starvandi annars og ikki
minst niðurgerð av sjúkling-
um hoyrir ongastaðni
heima.
Tað havi eg mótmælt á
røttum stað, og tað fari eg
framvegis at vísa á.
Arbeiðstankar
við umhugsni!
Hin timalønti varð svikin,
skrivar Sosialurin, og So-
sialurin heldur fram. At
málið verður loyst á ar-
beiðsmarknaðinum í bræði,
tí kunnu vit skjóta ein hvít-
in pil eftir
Hetta ljóðar sum eitt stórt
misålit á arbeiðsmarknaðin.
Ja, tað verður ikki rætt hond
frá síðu, fyri at gera eina
roynd. Tá hava arbeiðsgev-
arar frítt spæl. Arbeiðs-
marknaðurin hevur í dag
eina góða arbeiðsloysis-
skipan, nevnd »ALS«.
Ber tað ikki til at útbyggja
hesa skipan?
Hevur ongin
henda tankan?
hugsað
Fyri framman stendur ein
barnsburðargrunnur á
stoypiskeiðini.
Tað skuldi verið logið, um
sjúkrapeningur ikki passar
inn í myndina onkustaðni.
Sjúka og arbeiðsloysi eru
nær skyld hvort at øðrum,
so onkur útvegur má kunna
finnast. Tann, ið onki ger
hevur gjørt ov lítið.
So arbeiðsmarknaðurin
hevur nógv at hugsa um.
Umhugsni er ein góð dygd,
uttan at blandað politikk
uppí eitt og alt. Vit áttu at
klára hetta sjálvi.
Dia Ellindsson
tjóðveldismaður Runavík
Tøkk |
Øllum tykkum, ið á ymsan hátt gleddu
meg og gjørdu mær 80-ára dagin so
hugnaligan, takki eg hjartaliga.
Heilsan
Estrid Olsen, Sandavágur
— — —— pe)
Lat meg slåa fast yvir fyri
fjølmidlum, maktum og
myndugleikum, at eg havi
hvørki sagt, hugsad og all-
arminst ætlad mær at at-
kvøtt ímóti eini fíggjarlóg.
Jógvan við Keldu,
løgtingsmadur
Ford Sierra 1,8
Laser til sølu
207.000 km, Er i hampuligum standi og
koyrir væl kostnadur 4.500 kr.
Bo
Tel +298 31 95 40
Fax +298.31 75 41
Alt innan pren
kzacQpost olivant.fo
tif 31 74 66/31 18 20