Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 19. januar 2005 9 Norður- atlants- bólkurin eigur at halda fram FÓLKATINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eg haldi tað er 100 ferðir betri, at før- oysku fólkatingsum- boðini hava sín egna bólk á fólkatingi, enn at tey fara upp í ein danskan bólk í Fólka- tinginum. Uttan mun, hvør flokkur kemur á Fólkating, er tað mín vón, at Norðuratlants- bólkurin heldur fram. Sjúrður Skaale hev- ur verið skrivari í Norðuratlantsbólkinu m síðan bólkurin var stovnaður stutt eftir fólkatingsvalið í 2001. Hann heldur, at arbeið- ið í Norðuratlantsbólk- inum seinastu hevur prógvað, at føroysku fólkatingsumboðini eru nógv sjónligari í Fólkatinginum, um tey virka í einum sjálv- støðugum bólki enn at stuðla einum donskum flokki. – Okkara royndir vísa týðuliga, at vit gerast nógv sjónligari og betri hoyrd í einum sjálvstøðugum bólki. Síðan 1998 hava allir fýra teir størstu flokk- arnir í Føroyum verið umboðaðir, og eg tori at pástanda, at vit hava verið nógv virknasti flokkur á Fólkatingið, sigur Sjúrður Skaale. Nú Anders Fogh Rasmussen hevur skrivað út nýval, dettur bólkurin fyribils niður- fyri, og tað verður upp til komandi fólkatings- umboðini, um tey ynskja at bólkurin skal endurstovnast eftir valið 8. februar. Norðuratlantsbólkur in er eitt tekniskt sam- starv millum umboð fyri tríggjar flokkar á Fólkatingi. Seinastu trý árini hava Lars Emil Johansen, Kubik Kleist og Høgna Hoy- dal sitið í Norðurat- lantsbólkinum. Torbjørn Jacobsen er til reiðar at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin á Fólkatingsvalinum, men formaðurin í flokkinum vil ongar viðmerkingar gera um hetta FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Torbjørn Jacobsen er ikki longur inni í hitanum hjá Tjóðveldisflokkinum, men hann er framvegis til reiðar at stilla upp fyri flokkin á Fólkatingsvalinum í febru- ar. Og sleppur hann ikki á listan, hevur hann eisini nevnt møguleikan at stilla upp á egnum lista. Torbjørn Jacobsen var næstfremstur á Tjóðveldis- listanum á seinasta fólka- tingsvalinum. Hann fekk 870 atkvøður og hevur sitið í Fólkatinginum sum eyka- maður hjá Høgna Hoydal. Nú er vátt komið í reiðrið teirra millum, og seinastu mánaðirnir hava verið merktir av ósemjuni mill- um formanninum í Tjóð- veldisflokkinum og ein av størstu profilunum í flokk- inum. Hetta endaði við, at eyka- floksting hjá Tjóðveldis- flokkinum beint fyri jól heitti á tingmanningina um at koyra Torbjørn Jacobsen úr tingbólkinum. Nýggj støða skal takast Nú skal eitt nýtt eykafloks- ting taka støðu til, hvussu listin hjá Tjóðveldisflokk- inum til fólkatingsvalið skal síggja út, og her verður størsti spenningurin um Torbjørn Jacobsen. – Eykaflokstingið skal gera av, hvør kemur á list- an, og tí vil eg einki meira siga um tað, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóð- veldisflokkinum. Kanst tú sum formaður í flokkinum ikki siga, hvørt Torbjørn Jacobsen skal stilla upp fyri Tjóðveldis- flokkin ella ikki? – Eg tími ikki at snakka meira um Torbjørn Jacob- sen. Hetta er ein avgerð hjá eykaflokstinginum. Eykafloksting verður í Tjóðveldisflokkinum fyrsta dagin. Høgni vil einki siga um Tobba Á middegi týsdagin boð- aði Anders Fogh Rasmus- sen danska fólkatinginum frá, at nýtt fólkatingsval verður týsdagin 8. febru- ar. Leysasøgur hava ging- ið í alt heyst um nær for- sætisráðharrin fór at skriva út nýval, og nú er so endaliga greitt, at vit fyri triðju ferð í eitt ár aftur skulu í valhølini. Anders Fogh Rasmus- sen kundi havt bíðað við at skriva út nýval til í heyst, men fremstu or- søkirnar til, at valið verð- ur longu nú er, at stjórn- arflokkarnir standa ómetaliga væl í veljara- kanningunum, og stjórnin ikki megnar at gjøgnum- føra kommunalreformin, áðrenn summarfrítíðina. Í Fólkatinginum boðaði Anders Fogh Rasmussen eisini frá, at Vinstri og teir Konservativu leggja ikki frá sær, og at flokk- arnir fara á val sum ein maður. Forsætisráðharrin ásannaði eisini, at upp- runaliga var ætlanin at skriva út nýval stutt eftir ársskiftið, men herviliga flóðaldan útsetti ætlanir- nar. .páll Torbjørn Jacobsen er til reiðar at stilla upp fyri Tjóðveldis- flokkin á fólkatingsvalinum, men spurningurin er, um flokkurin vil hava hann á listan. Tað skal eitt eykafloksting gera av Fólkatingsval 8. februar