mikudagur 19. januar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 12 - 19. januar 2005
Alt bendir nú á, at val verður útskrivað til danska fólka-
tingið ein av næstu døgunum. Stjórnin stendur seg óvan-
liga væl í veljarakanningunum. Val skal jú verða í ár og
verður valið ikki útskrivað nú, so kemur eitt valstríð seinni
í ár at renna saman við nøkur stór og trupul mál, sum
skulu avgreiðast. Tað størsta málið í so máta er tann
nýggja regionala skipanin og nýggja kommunala skipan-
in, ið kann koma at skapa stórar trupulleikar fyri stjórnina.
Forsætisráðharrin hevur tí lítið í at velja uttan at skriva út
nýval nú.
Eitt nýval nú kemur andstøðuni á fólkatingi illa við. Hetta
er tó helst galdandi uttan mun til, hvør valdagurin verður.
Forsætisráðharrin er tikin úr leikum sum taktikari og er
kendur fyri altíð at hava ein trumf í ermuni, sum hann
tekur fram í evstu løtu. Hesuferð er trumfurin vælferðar-
samfelagið. Eftir í áravís at hava dundrað móti vælferðar-
samfelagnum, eitt nú í bókini Minimalstaten, blæsir Fogh
nú í lúður at fylkja allar flokkar til verju fyri vælferðar-
samfelagnum. Hann er farin út við politikkinum hjá
sosialdemokratunum og heitir á allar góðar kreftir ikki
minst sosialdemokarnar sjálvar um at fylkjast um
vælferðarstatin! Kyniskt? ja. Karrátt? ja, men sera smart.
Ein øvugtur Blair, sum fór út og „stjól" nýsosialliberal-
ismuna frá John Mayor og konservativa flokki hansara.
Donsku sosialdemokratarnir standa sum nelgdir! Vita sær
ikki síni livandi ráð. Hvussu skulu teir kunnu fara í álop,
tá mótstøðuhøvdingin mælir dønum til at reka teirra egna
vælferðarpolitikk, sum teir hava havt patent uppá í heila
øld? Hetta minnir um ein ávísan býráðspolitikkara í Havn,
sum á sinni fyrst varð valdur uppá síni mótmæli móti
nýggju svimjihøllini fyri síðan at verða valdur, tí hann
eftirfylgjandi megnaði at taka sær æruna av høllini!
Soleiðis kann tað vera við politikki við hvørt. Men bert
við hvørt, tíbetur! Einasta vónin hjá Lykketoft og flokki
hansara er, at danski veljarin hesaferð gjøgnumskoðar
Fogh - at veljarin ásannar, at hetta heilt einfalt er ov tjúkt
og ov feitt. Hvussu skal ein forsætisráðharri, sum soleiðis
ger alt til eitt taktiskt spæl, varðveita sítt trúvirði? Tað fáa
vit skjótt at síggja.
Hvussu verður so her heima hjá okkum? Tað er ilt at spáa
um valið longu nú. Valið verður so veljarans meting av
samgonguni, tað noyðast allir partar at ásanna. Hetta vita
samgonguflokkarnir og fara tí at leggja alla orku í at vinna
valið. Rembingarnar í ávikavist sambandsflokkinum og
tjóðveldisflokkinum kunnu fara at ávirka úrslitið negativa
vegin, men hetta er als ikki givið í forhond. Tað kann eins
væl virka øvugt og koma at bjarga báðum flokkum
fólkatingslimirnar aftur. Fyri tjóðveldisflokkin snýr valið
seg m.a. um at varðveita ein sera týðandi politiskan
plattform, nú flokkurin ikki fekk Norðurlandaráðið. Vit
skulu tí rokna við sera hørðum valstríði frá hesum flokki,
eins og mongu stríðsøksirnar ivaleyst fara at verða
jarðaðar til valið er farið afturum í hvussu so er. Javnaðar-
flokkurin og fólkaflokkurin tráa eftir fólkatingsessunum
og fara teir tí ikki at reka minni hart valstríð. Valstríðið
kann fara at órógva politiska arbeiðið álvarsliga. Hetta
krevur, at flokkar sýna ábyrgd og ansa eftir at politiska
lívið ikki verður lammað tær komandi vikurnar. Tað vildi
verið spell, tí stór mál eru á politisku dagsskránni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fólkatingsval
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Rúni Lisberg
Sumba
Til allar suðuroyingar.
Fyrsta treytin fyri vinnu-
ligari menning í Suðuroy,
er ein hugburðsbroyting hjá
okkum sjálvum.
Tað hendir ferð eftir ferð,
at tá onkur roynir at seta
okkurt í verk her suðuri, so
eru nøkur sum við øllum
hundakunstum og við spill-
andi tungu vilja niðurbróta
tað, sum bygt verður upp.
Vælsignað gevist við
slíkum, tit eru so fá (tíbet-
ur) sum eru niðurbrótandi,
men ótrúliga ávirkan hava
tit. Royni tit eisini at stuðla
teimum, í á ymsan hátt
stríðast fyri at fáa okkurt
upp á føtur her suðuri, tað
er eisini brúk fyri tykkum.
Til okkara fólkavaldu
Tað finnast enn nógvir
møguleikar , sum fólk við
tykkara valdi kunnu gera
fyri okkum her suðuri.
Gott nokk koma okur nú
sjálvir at reka fiskavirkini
nú, eftir at Fiskavirking
stakk halan millum beinini,
eftir at hava tvíhildið um
virkini í langa, langa tíð.
Men eitt mugu tit vita, at
er tað so at flutningsstuðul
og nakað av rakstrarstuðuli
skal til fyri at hjólini aftur
skulu mala í Suðuroy, so
hava tit bert eitt at gera og
tað er at geva stuðulin.
Ein slíkur stuðul kann
vera afturgoldin, tá ið vinn-
an aftur gevur avkast.
Nú ræður um at fáa
gongd í aftur og tað beinan-
vegin.
340 fólk ganga við ong-
um arbeiði her suðuri. ALS
og Almannastovan skulu
gjalda uml. 3 milliónir
krónur
í
arbeiðsloysis-
trygging hvønn mánað til
hesi fólk.
Hetta er eisini peningur,
sum Føroya fólk má gjalda,
men her verður goldið fyri
onki arbeiði. Eg skilji ikki,
at stuðul til vinnuna ikki er
ein betri loysn, sjálvt um
hetta kanska er dýrari. Eitt
er so vist, nakað kemur væl
burturúr fiskinum, eisini
her suðuri.
Mær vitandi eru fýra
bólkar av ungum monnum
her í Suðuroy, sum hava
søkt um loyvi til at fiska
Svartkjaft. (Hetta fiskaslag
er ikki umfata av nakrari
kvotaskipan).
§2. stk 1. í løgtingslóg
um vinnuligan fiskiskap
sigur, at fiskurin er ogn
Føroya
fólks
og
skal
tryggja støðugar arbeiðs-
og inntøkumøguleikar og
møguleikar fyri vinnulig-
um virksemi um alt landið.
Sandoy og Suðuroy hava
onki svartkjaftaloyvi fing-
ið.
Eg vil heita á tykkum um
enn einaferð, at taka hesar
umsóknir og gjøgnum-
ganga tær, hesaferð við
vælvild.
Somuleiðis verður heitt á
tykkum, um at eftirhyggja
teir nógvu almennu grunn-
ar og tey nógvu fólk, í
skulu eitast at kunna veg-
leiða og stuðla føroyskari
vinnu. Nógv av hesum
kenna seg alt ov trygg,
plantað á sínum stóra, flata
afturparti, í djúpum leni-
stólum, fyri stórar al-
mennar lønir, uttan at gera
peningsverk.
Ruddið her og latið fólk,
sum ynskja vinnuni fram-
gongd, sleppa framat.
Miðnámsskúla og
Ellisheim
Nógv hevur verið tosað um
Miðnámsskúla og Ellis-
heim. Hetta kemur sjálv-
sagt væl við hjá okkum her
suðuri. Men ímillum Mið-
námsskúla og Ellisheim
skulu helst verða eini 50-60
ár, tað kann ikki verða
meiningin at vit skulu
arbeiða og liva hesi árini
norðanfyri, fyri síðani at
flyta suðuraftur á Ellisheim
tá vit eru 70-80 ára gomul.
Sum nú er, eru vit helst
noydd til hetta, men vón-
andi vendur gongdin til tað
betra.
Ongantíð áður hevur
Suðuroy verið so "væl" um-
boðað politiskt sum nú.
Einir 10-11 hálvir og heilir
suðuroyingar sita og stýra
okkara landi í dag, um ikki
tit kunnu skilja støðu okk-
ara, hvør skal so. Royndin
liggur á borðinum framman
fyri tykkum, um tit ikki
klára hana, so bakki út til
næsta val, allir sum ein.
Nú er nokk bíðað.
Odmar Kúrberg
Da der blev indgået en af-
tale om at gå ind i Irakkrig-
en, var det nødvendigt for
Regeringen +DF at gøre sig
medskyldige i Landsfor-
rædderi, og det kan ikke
godtages af os, der er
blevne forrådte. Det drejer
sig om at Lisbeth Linden-
skov Pedersen stemte for,
mod 96% af sin befolkning.
Men så en arrogant reger-
ing som den her skider højt
og flot på alle reslutioner
som kommer fra FN.
Er Suðuroy ein partur í Føroyum?
Regeringen + DF medskyldige i landsforræderi