Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 19. januar 2005 11 Bill Justinussen Undirritaði fari at nýta høvið til at takka Føroya Sparikassa fyri teirra nýggja frálíka heilsuátak og ynskja teimum góða eydnu við hesum slóð- brótandi tiltakinum. Tað var alla tíðina mín vón, at vit frá politiskari síðu skuldu vísa veg og leggja heilsupolitisku kósina, men sum ikki eina ferð hevur politiski myndugleikin sovið sjóvarfallið av sær. Nú gongur vinnulívið undan og tað almenna darlar aftaná. Ikki tí, stóra og breiða samgongan fekk møguleikan tíðliga í fjør at taka undir við einum uppskoti um at hækka tubbaksaldursmarkið og at seta størri krøv til teirra, sum selja drep- andi roykin, tá undir- ritaði vegna Miðflokkin legði fram á ting eitt lógaruppskot um hesi viðurskifti. Tá var und- anførslan, at "samgong- an arbeiðir við málin- um". Tað ger hon væl- saktans enn, hóast tað ikki skuldi verið tað stóra hóvastákið at hækkað aldurin á teim- um, sum hava loyvi at útvega sær tubbak. Uppskotið snúði seg ikki um ein nýggjan heilsupolitikk, men stutt og einfalt um at gera ein skjótan vørr fyri at fyri- byrgja barnaroyking í Føroyum. Føroyar tilafturskomið Tað tykist sum Føroya Løgting eftir hondini er einasta stað í øllum heiminum, har fólk ikki eru greið yvir ræðuligu avleiðingarnar av at lata børn niður í 15 ár frítt sleppa at keypa sær tubbak so nógv og so ofta, teimum lystir. Før- oyar eru einasta norðan- land og eitt av teimum heit fáu londunum í øll- um heiminum, har hetta framvegis er møguligt. Orsøkin er, at tað seinnu árini er vorðið almenn vitan, at royking drepur. Allar vísindaligar kann- ingar staðfesta somu úrslit: tann, sum roykir, styttir sær lívið í mun til, hvussu nógv verður roykt og í mun til, hvussu heilsustøðan annars er. Ílegubrøgdini hava ein ávísan leiklut, men samanumtikið eru kanningarúrslitini so greið, at stjórnir og al- tjóða felagsskapir kring allan heimin taka vand- an í álvara. Bara ikki vit føroyingar. Og tó halda vit okkum vera fram- komin á so mangan hátt. Harmiligt og syndarligt. Broyttir lívsvanar Tí mugu vit tvífalt fegn- ast um, at aðrir stovnar í landinum taka málið í álvara og meiri enn tað. Føroya Sparikassi verð- ur ikki bert roykfríur, men leggur eisini dent á heilsugóðan livihátt. Sum partur av átakinum er eitt dagligt tilboð til øll starvsfólk um fríska frukt og harumframt stuðul til ítrótt og venj- ing. Eg ivist onga løtu í, at Sparikassin fær hesa "íløguna" aftur fleiri ferðir. Uttan iva verður fráveruparturin minni, og avrikini fara at økj- ast. Vónandi skrásetir Sparikassin avleiðingar- nar av hesum átaki, so onnur virki, sum um- hugsa líknandi tiltøk, kunnu læra av Spari- kassanum. Kanska var tað eisini eitt hugskot hjá landsstýrinum at sett seg í samband við Spari- kassan, so glið kann koma á almenna partin av fólkaheilsu-politikk- inum við íblástri frá privata vinnulívinum. Heilsupolitikkur í Føroya Sparikassa VIÐMERKINGAR Beate L. Samuelsen Býráðslimur í Havn Gamla bakaríið hjá Palle Bager, seinni hjá Conrad Skaale, er til sølu, og áhugin at keypa ognina er komin innum býráðsgátt í Havn, har málið kemur fyri á fíggjarnevndafundi í hesi vikuni. Fyri eini viku síðani varð Sosiala nevnd Tórshavnar Býráðs kunnað um møgu- liga keypið. Uttan at hava viðgjørt hetta mál, sum knappliga hevur tikið seg upp og sambært meirilutan- um hevur so stóran skund, at man ikki nágreiniliga veit, hvat man skal brúka gamla niðurlagda bakaríið til annað enn til eldraøkið, skal peningur finnast til eitt møguligt húsakeyp. Í sjálvum sær er hetta mikið gott, tí ein av næstu grannum bakarísins er Ellisheimið. Har er sera trongligt og ein útbygging tiltrongd. Harumframt er eldraøkið í kommununi ein veksandi trupulleiki, tí vit hava so nógv gomul fólk, sum ikki eru før fyri at vera heima hjá sær sjálvum. Fleiri teirra eri klár og ynskja ikki, orka heldur ikki, at vera heima meiri og vilja fegin sleppa á eitt heim sum Ellisheimið. Men har er ikki pláss, og bíði- listin langur. Eitt mugu vit ikki gloyma. Tað er, at býráðið sjálvandi ikki hevur eink- arrætt til eitt møguligt húsakeyp. Um so var, var ikki neyðugt at lýsa tað til sølu. Tað stendur øllum frítt at bjóða uppá eina ogn sum hesa, eins og tað stendur øllum frítt at bjóða uppá allar aðrar ognir, sum eru til sølu í øllum landinum. Tí skilji eg ikki rættiliga brævið, sum umboð fyri seks handlar í økinum, Barnahandilin, Árstíðirnar, Navtech, Teletech, Ergo & Hjálpartól og Málinga- handilin, hava sent øllum býráðslimum í Tórshavnar Kommunu, har heitt verður á okkum at hugsa um vinnulívið í Tórshavn, áðrenn avgerð verður tikin um at keypa gamla baka- ríið. Sjálvandi hevur býráð- ið sama rætt sum einhvør annar at keypa eina ogn til ávíst endamál, og um fígg- ingin er í lagi. Tíbetur er soleiðis statt her í býnum enn, man veit ikki hvussu tað blívur í framtíðini, eftir at vit hava fingið ein sosialistiskan meiriluta í Tórshavnar bý- ráð, at tað er seljarin, sum ger av, hvønn hann selur til. Løgi skuldi verði, um hann ikki selur til hægst- bjóðandi. So tit, sum umboða vínnulívið í Tórshavn og sum longu sambært upplýs- ingum í brævinum til okk- um bðráðslimir, spennið tykkum nú út, um tit vilja hava fatur í ognini, sum vit ikki hava nakra ávirkan á, fær hana. Tað er hann, sum selur, ið ger av. Einfaldari enn sum so, er málið um, at Tórshavnar Býráð ætlar at keypa húsini hjá Palle Bager í J. C. Sva- bosgøtu, ikki. »Har du penge, så kan du få, har du ingen, så må du gå«. Soleiðis ljóða tvær regl- ur í einum ørindi í gamla danska barnasanginum »Der bor en bager,« og hóska tær sera væl í hesum høpi. Viðvíkjandi barakkun- um, sum seks handlar fram- við J. C. Svabosgøtu vísa á í sambandi við at víðka um Ellisheimið og økið, sum hevur við gomul fólk í kommununi at gera, er meirilutin í býráðnum longu farin at umhugsa at reka tey á dyr, sum búgva har, og í staðin brúka ba- rakkirnar til eldraøkið. Der bor en bager…. Keypið húsini hjá Palle Bager ella latið vera VEKINGARMØTI tíðindaskriv Í døgunum 21., 22., 23. og 28., 29. og 30. januar verða vekingarmøtir hildin í »Framtíðini« í Vági. Tað verður luttøka ymsa- staðni frá við talu, vitnis- burði og sangi, tað verður luttøka úr Havn, Klaksvík, Vík, Tjørnuvík, Skopun, Eysturoy, Suðuroy og Vág- unum. Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt Fyrireikararnir av hesi møtirøð, vilja bjóða suður- oyingum vælkomnar til møtini. Møguliga gongur tú við longsli eftir at lív títt kann fáa eina størri mein- ing. Ella tú stríðist við anda- ligar spurningar, so er tú vælkomin at vera saman við okkum, vit vilja savnast um Harrans orð, vit vilja biðja við og fyri hvør øðr- um, á møtinum verður nógvur sangur, set tær tíð av, til at vera við til møtini í »Framtíðini« í Vági. Møguliga kann tú taka undir við Dávidi tá hann syngur: »Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt, lat okkum fegnast og gleðast á honum«. Alkohol og stoffmisnýtsla Vit hoyra og lesa at vit hava ein økjandi alkohol- og stofmisnýtslutrupulleika, hesin trupulleikin er at finna millum vaksin og ung. Avleiðingarnar av mis- nýtsluni kunnu gerast ógvusligar um ein ikki roynir at koma sær úr hes- um trupulleikum í rímilig- ari góðari tíð. Vit vilja heilsa tær sum stríðist við hesar trupul- leikar, um at vera vælkom- in til møtini í »Framtíðini« í Vági. Á møtinum kanst tú møta fólki, sum hava verið í somu støðu sum tú er í, hesi vilja uttan fordøming av tær, vísa tær á ein farbaran veg út úr tínum trupulleik- um. Hesi fólk vilja taka sær stundir saman við tær, líða á hvat tú hevur at siga, hesi fólk hava roynt ein farbaran veg út úr misnýtslu og teimum bondum, ein kann verða fjøtraður inn í. Hesi fólk komu út úr misnýtsluni og blivu heilir persónar aftur, tey komu út í vinnulívið aftur og gjørd- ust heilir samfelagsborgar- ar aftur. Hesi fólk hava drúgvar royndir at hjálpa fólki, sum misnýtslan bleiv ein stórur partur av lívinum. Tú ert hjartaliga væl- komin til møtini, ella tú kann ringja og fáa eina avtalu um eitt prát. Forbøn og samtalur Hvør av okkum má ikki ásanna at í lívsins bikari verður blanda bæði søtt og beiskt. Tað seinna, tað beiska, kunnu vit mangan hava trupult at handfara. Lívið kann vera so ófataliga ym- iskt fyri okkum øll somul, fyri nøkur er tað ótti og stúran, fyri onnur kann tað vera sorg og aftur onnur bera uppá tímuligar/mater- ialistiskar trupulleikar, bert fyri at nevna nøkur úr rúgv- uni. Ein flýggjan inn í seg sjálvan er ikki ein gongd leið, oftani førir tað ein inn í størri og truplari støður. Tá er tað gott at kunna seta seg niður og lata upp fyri tí, ið tyngir ein, so ein kann blíva hjálptur, og koma víðari í lívinum. Tí skal áheitan okkara vera til tín sum kennir at hetta er mín støða, lat okk- um saman venda okkum til Hann, sum hevur skapt teg og sum hevur elska teg frá móðurlívi av. Men tá ið tað líkaði Gudi, sum longu frá móðurlívi hevði valt meg út og kallað meg við náði síni. Jesus frá Nasaret kennir tína støðu, hann vil vera hjálpari tín, hann vil føra teg út úr vandabrotum, hann vil møta tínum tørvi. Páskastevnan 2005 Hesar møtirøðir sum nú byrja í Suðuroynni, koma at halda áfram ymstastaðni í landinum, tú skal vera hjartaliga vælkomin til hesi møtini. Aftur í ár verður skipað fyri eini páskastevnu í Skálanum í Klaksvík, har tað verður luttøka av ym- iskum sang-, talu- og vitnisburðakreftum. Dentur vil vera lagdur á við hesar møtirøðir at menna og styrkja tann andaliga felagsskapin. Um kvøldið á páskastevnuni verður høvi at samlast á Soli Dio Gloria til ein drekkamunn og annars at uppliva ein góðan andalig- an felagsskap við øllum aldursbólkum, set tær tíð av, at vera við til páska- stevnuna í Klaksvík í ár. Bønartænastan Vit vóna at tað verða mong, sum koma at gera brúk av hesum møguleikanum. Tygum eru vælkomin at ringja bønarevnir inn, tyg- um eru somuleiðis væl- komin at ringja inn fyri at fáa eitt prát, ella ein ynskir eina vitjan, ella vit skulu koma heim til tín/tykkum at biðja saman. Vit ynskja tær vælkom- num at gera brúk av bønartænastuni, ring tlf. 597597 Evangel. vekingarmøtir í Suðuroynni