mikudagur 19. januar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 12 - 19. januar 2005
Skipa-
smiðjan
í Vági
minni
at gera
Skipasmiðjan í
Vági hevur sagt
fólki upp, men
stjórin roknar
við, at tað verður
meira at gera
ímóti summri, og
tá koma fólkini til
arbeiðis aftur
SKIPASMIÐJA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tá ið Vágs Skipa-
smiðja í síni tíð hevði
flest fólk til arbeiðis,
vóru tey verða 32, men
so umfatandi hevur
virksemið ikki verið
seinnu tíðina, og í
løtuni er ein lítil helvt
av hesum til arbeiðis á
skipasmiðjuni.
– Hetta er tann ring-
asta árstíðin hjá skipa-
smiðjunum, og tað er
einki óvanligt í, at vit
hava minni at gera
fyrst í árinum, sigur
Gudmund Jacobsen,
stjóri.
Seinastu tíðina hava
millum 18 og 20 fólk
verið til arbeiðis á
skipasmiðjuni,
men
nøkur fólk eru upp-
søgd, tí tað er ov lítið
at gera.
– Hesi fólk eru sett í
bíðistøðu, og tá ið vit
fáa meira at gera aftur,
rokna vit við, at tey
koma øll í arbeiði aft-
ur, sigur Gudmund Ja-
cobsen.
– Í juni, juli og
august mánaði plaga
vit at hava úr at gera,
og vit vóna, at tað
verður soleiðis aftur í
ár, sigur hann.
Í løtuni er nýggi
Nesborg til eftirlit á
Vágs Skipasmiðju.
Tað verður Jenny C.
Pedersen, sum verður
fyrsti stjórinfyri
Tjóðpall Føroya
STJÓRASETAN
tíðindaskriv
Leiklistaráðið avgjørdi á
fundi í gjár, 17. januar, at
seta Jenny C. Petersen í
starv sum fyrsta stjóra fyri
Tjóðpall Føroya. Hon tekur
formliga við starvinum 1.
februar 2005.
Jenny C. Petersen hevur
drúgvar royndir á leiklist-
arliga økinum. Hon byrjaði
sína yrkisleið í Sjónleikara-
húsinum í Havn seinast í
70'árunum sum áhugaleik-
ari. Í 1982 fór hon í skriv-
stovulæru hjá p/f Ludvig
Breckman og seinni hjá
grannskoðaravirkinum C.
V. Weihe. Frá 1985 var hon
styttri skeið í Norra og
Danmark og arbeiddi við
leiklist. Í 1987 fekk hon
boðið starv í Norra og hev-
ur síðani tá arbeitt við leik-
list burturav, 14 ár í einum
norskum yrkisleiklistahúsi,
Sogn og Fjordane Teater, og
síðani 2000 í Leikhúsinum
Grímu og Leikpalli Føroya.
Í Sogn og Fjordane Teater
arbeiddi Jenny á øllum
økjum innan sjónleikar-
framleiðslu, serliga sum
inspientur, har hon hevði
listarligu ábyrgdina eftir
frumframførsluna. Hon var
fastur turnéleiðari og hevði
ábyrgd av teaturbátinum
hjá leikhúsinum á turnéun-
um. Frá 1992 var hon
framleiðsluleiðari.
Hon
hevur eisini havt ábyrgd av
at leggja leikskrá og fíggj-
arætlanir, arbeiðsætlanir og
turnéætlanir. Meðan Jenny
var í Norra, var hon við til
at umskipa bygnaðin fyri
Sogn og Fjordane Teater.
Jenny hevur eisini drúgv-
ar royndir við leiklist í
Føroyum. Hon arbeiddi við
Havnarmyndum í 1980un-
um, var styttri tíðarskeið í
Føroyum í 1993 og 1995,
og hevur síðani 2000 ar-
beitt hjá Leikpalli Føroya
og Leikhúsinum Grímu
sum fyrisitingarligur leiðari
saman við Eyðuni Jo-
hannessen.
Nýggi tingmaðurin
hjá Javnaðarflokkin-
um, John Johannesen
stillar upp til fólka-
tingsvalið. Og hann er
sannførdur um, at
flokkurin fær annað
umboðið. - Nú skal
vera liðugt við kegli á
fólkatingi, sigur hann
JAVNAÐARVAL
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
– Nú hava polarnir í før-
oyskum politikki sitið nóg
leingi á fólkatingi. Nú er
neyðugt at ein nýggj rødd
verður at hoyra - okkara
Javnaðarrødd!
John Johannesen hevur
sum so mong onnur havt
ein varhuga av at fólka-
tingsval var í væntu. Og tað
kom tí ikki óvart á hann, at
valið nú er útskrivað.
– Eg havi gjørt mær mín-
ar hugsanir um arbeiðið á
fólkatingi. Og verði eg
valdur, so ætli eg mær eis-
ini at fara í eitt fornuftigt
samarbeiði til frama fyri
okkara land, sigur hann.
John varð ikki óvæntað
valdur inn á ting við løg-
tingsvalið fyri einum ári
síðani. Og nú stendur so
næsta politiska avbjóðingin
hjá honum á skránni.
Kegl og provo
Sambært John hava tey
seinastu árini verið merkt
av nógvum óneyðugum
kegli, tá talan er um før-
oyskt fólkatingsarbeiði.
– Arbeiðið verið merkt
rættiliga nógv av provoka-
tiónum og gartering frá
føroyskari síðu. Slíkt er
ikki til gagns fyri nakran.
– Nei, nú er tíðin komin
til at tey seriøsu argument-
ini verða hoyrd. Og tey eiga
vit í Javnaðarflokkinum,
sigur hann.
Flokkurin hevur, eftir
hansara
meting,
góðar
møguleikar at fáa umboð í
Fólkatingið hesaferð, tí
flokkurin hevur løgmann
og situr í landsstýrinum og
hevur gjørt eitt gott arbeiði
har.
Tvær orsøkir
Tað eydnaðist at fáa orðið á
John undir Oljuráðstevnuni
í gjár. Og í stutta viðtalin-
um segði hann, at tað eru
tvey ting, ið hava medvirk-
að til at hann nú fer at lata
seg stilla upp - tey yvirskip-
aðu politisku og tey floks-
politisku.
Tá talan er um tey yvir-
skipaðu viðurskiftini, so
hava verið - og eru - nógv
mál, ið hava havt tað trupult
í samskiftinum millum før-
oyingar og danir.
Og tað hevur so als ikki
verið til fyrimuns fyri við-
gerðirnar, at tað hava verið
umboð fyri teir báðar polit-
isku polarnar í tjóðskapar-
spurninginum, sum hava
havt umboðan á fólkatingi í
seinastuni.
– Hetta hevur ikki verið
til frama fyri nakað sum
helst. Eg trúgvi hinvegin, at
tað er við ikki at provokera
at tú kanst fáa nakað burt-
ur úr í skilagóðum samráð-
ingum, sigur John.
Tá talan er um viðurskift-
ini innanflokka í javnaðar-
flokkinum, so ynskir John
at tær yngru kreftirnar í
flokkinum fáa møguleikar
at koma fram at markera
seg.
– Tað er neyðugt at okk-
ara yngru og góðu kreftir
verða settar í posisjón,
soleiðis at flokkinum eisini
verður lív lagað í framtíð-
ini, sigur hann.
– Nú skulu tey seriøsu
argumentini á fólkating
- Tað er nóg nógv garterað og
provokerað á fólkatingi. Nú
skulu tey seriøsu argument-
ini fram, sigur John Johanne-
sen, sum stillar upp til
fólkatingsvalið
Jenny verður stjóri
Jenny C. Pedersen hevur drúgvar
royndir innan leiklist. Nú skal
hon standa á odda fyri
menningini av Tjóðpalli Føroya
Mynd: Jens Kr. Vang