mikudagur 19. januar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 19. januar 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
19. januar. Pontianus. Úr Spoleto í Italia. Doyði
umleið ár 160 fyri trúgv sína.
Gamli Knútur hertogi er eftir julianska kalendaranum
sami sum nevndur er 7. januar. Kyndilsmessuknútur
sipar til gamlar danskar veðurspádómar á hesum
degi.
Í Føroyum varð sagt:
Sum veðrið er kyndilsmessuknút
skal tað vera kyndilsmessu út.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra móðir, vermóðir, omma og langomma okkara
Astrid Joensen
f. Berg úr Nesi, Hvalba
andaðist á Ellisheiminum 17. januar, 93 ára gomul.
Jarðarferðin verður frá Frelsunarherinum
hósdagin 20. januar kl. 13.00.
Børnini
Jarðarferð
Henning Anthoniussen,
Fuglafjørður,
fer til gravar úr Fuglafjarðar kirkju
fríggjadagin 21. januar kl. 14.00.
Sungið verður úr Sálmabókini.
mamma og systkin
Tey, sum ætla at lata blómur ella krans, kunnu í staðin
lata sambýlinum Vesturstovu eina peningagávu.
Takk fyri
Við hesum fara vit at takka hjartaliga fyri
tær mongu heilsanirnar, sum eg fekk
móttøkudagin, ein serstøkk tøkk til
tykkara sum gleddu okkum við at støkka
inn á gólvið.
Klæmint Weihe
16. januar 1980 fingu
18 maskinmeistarar
pógv á Føroya
Maskinskúla
Teir vóru: Poul Christian-
sen, Tummas A. Christoff-
ersen, Finnbogi Hentze,
Johan
Hofgaard,
Bogi
Jacobsen,
Magnus
P.
Jacobsen, Dánjal Joensen,
Sámal Petur Lervig, Magn-
us H. Magnussen, Erling
Heri Midjord, Harald M.
Nattestad, Magni Olsen,
Regin
Olsen,
Heðin
Rasmussen, Poul Johan í
Stovuni, Michael Strøm,
Kristian Thorleifsson og
Dánjal Vang. (Raðfylgjan
er ikki tann sama sum á
myndini)
Kelda: Myndaárbókin –
árið ið fór 1980
Hendan myndin er tikin á
ólavssøku 1938 í Dr. Jacob-
sensgøtu (fram við har sum
Mótaskálin er í dag). Menn
og ross eru á veg út á
Krossin (Velbastaðvegur/-
Landavegur), har kappríð-
ing var fyrr.
Tey sum kenna fólkini á
myndini, ella hava okkurt
annað at viðmerkja, eru
vælkomin at seta seg í sam-
band við Birgar Johannes-
sen á telefon 314647 /
273168.
Birgar savnar tilfar til eitt
leksikon yvir Havnina í
tíðarskeiðinum 1900-1969.
Fyri 25 árum síðan:
Maskinmeistaraprógv í januar 1980
Havnar leksikon:
Kappríðing á ólavsøku 1938
Lesið
- so eru tit við