Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 9. NOVEMBER 1999 tíðindablaðið SOSTÆNUI 13 e-mail: sveinurQsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 . Hevur tú eina søgu, ella viðmerkingar til ItrottarSosialin ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tú kanst ringja til blaðið á tif 311820, ella senda okkum eitt teldubræv. Adressan er sveinuresosialurin.fo. Tú kanst eisini ringja á fartelefon nr. 218246 www.sosialurin.fo Sámal úr Gøtu til Ólafsfirðar Fótbóltur: Leygardagin gjørdist tað veruleiki, sum flestu høvdu roknað við, nevniliga at Sámal fór til Leiftur. Við sått- málanum gjørdist hann triðji føroyingurin í Leiftri Sámal Joensen og venjari hansara Jens Martin Knudsen skriva undir sáttmálan á Hotel Hafnia. Sáttmálin hevur við sær, at Sámal byrjar at spæla í Leiftri um mán- aðarskifti feburar marts næsta ár SVEINUR TRÓNDARSON Neyvan nakrantíð hevur tað verið so stórt virksemi á føroyska fót- bóltsspælaramarknaðinum sum tað hevur verið i ár. Feløg uttan- lands hava víst føroyingum áhuga, og fleiri spælarar eru, av sínum eintingum, farnir uttanlands at royna seg eisini. Tað er nú ikki hjá øllum, tað hepnast líka væl, tí tað er sjálvandi munur á, tá tú fert av tínum ein- tingum, og tá tú verður biðin at koma at spæla fyri felag uttanfyri landoddarnar. Tann seinna bólkin hoyrir Sám- al Joensen til. Leingi hevur tað verið kunnugt, at íslendska felagið Leiftur hevur vilja fingið Sámal til Ólafsfjarðar at spæla, og í fjør fóru gøtumenn til Fifa fyri at fáa Leiftursmenn at halda labbarnar vekk. Framgangsmátin var eftir øllum at dóma ikki tann rætti, og tí fingu gøtumenn viðhald. Hesaferð eydnaðist Tað var tá. Nú kappingarárið end- aði var Sámal sáttmálaleysur, og tí heyði hann í grundini frítt at fara hvagar hann vildi, og tá Leift- ur enn einaferð kom við tilboði um sáttmála, fór Sámal til Ólafs- firðar at hyggja at umstødunum, og var hann í iva áðrenn hann fór, so var allur ivi burtur eftir túrin. — Umstødurnar felagið hevur at virka undir eru einastandandi góð- ar, og so er tað sjálvandi eisini tað, at teir spæla á rættiligum grasi har yviri. Tað er ein avgjørdur fyrimunur, um ein ætlar sær at mennast sum spælari, sigur Sámal Hansen, sum bara er 24 ára gamal, og tískil hevur árini fyri sær í fótbóltshopi. Men tað er nú ikki tað einasta, sum hevur ávirkað Sámal soleiðis at avgerðin fall til frama fyri Leift- ur. Sum kunnugt skrivaði Jens Martin Knudsen undir venjarasátt- mála við Leiftur fyri stuttum, og tað ger sjálavandi sitt til at gøtu- maðurin nú stingur í sekkin og fer aftaná Vit hava spælt saman í Gøtu, og tað var í veruleikanum ikki fyrr enn hann kom til Gøtu, at hann fór at vinna, sigur Sámal skemt- andi um nýggja venjaran, sam- stundis sum hann leggur afturat, at tá hann sjálvur hevur vunnið tað, sum er at vinna í føroyskum fótbólti, er kanska neyðugt við nýggjum avbjóðingum. Jens Martin Knudsen brýtur inn í samrøduna og sigur, at tað er heilt ødrvisid at spæla uttanlands tí tað er sum at byrja púra á berum. — Eingin kennir teg har yviri, og tú verður noyddur at vísa hvat tú dugir til. Tað er tað Sámal kem- ur yvir til, og afturat tí fær hann javnar dystir hvort vikuskifti. Tað er í hvussu er ødrvisi enn tað var her heima. Her eru bara einir fimm kanska seks dystir, sum mann má seta seg upp til, og tað er ov lítið um tú skalt menna teg sum leikari, sigur Leiftursvenjarin. Øll bygdin stendur aftanfyri Såmal Joensen er sjålvsagt sera spentur upp å nyggju tilveruna sum yrkisleikari, og tað tykjast tey eisini vera á Ólafsfirði. Tá hann var har yviri og hugdi at umstød- unum, vóru menn eitt sindur skeptiskir at lata hann fara uttan at hava gjørt sáttmála, og tann eini hevði á orði, at fer hann, kemur hann ikki aftur. Men so var ikki , og ein av orsøkunum var, at Såmal kendi tað, sum stendur allur Ólafsfjørður aftanfyri liðið. — Tey vóru ótrúliga blíð við meg, eg var har yviri, og tey syrgdu fyri, at eg skuldi kenna meg heima beinanvegin. Eg eri jú ikki einsamallur, og tí syrgdu tey fyri, at konan fekk eitt arbeiði, so hon eisini hevur nakað at koma yvir til, og tí eru vit ótrúliga spent, sigur Sámal, sum byrjar á Olafs- firði í marts mánaði næsta ár. Sáttmálin hjá Sámali er gjørdur fyri tvey ár, men kann, um hann og familjan ikki trívast á Olafs- firði, uppsigast eftir einum ári. I fyrsta umfari fáa Sámal, Jens Martin, Jens Erik og hinir íslend- ingar nokk at síggja til, tí umframt kappingarnar í Íslandi skulu teir eisini út í Evropa at kappast í Int- er-totokappingini, og hóast Leiftur enn ikki er komin so langa leið í kappingini, so hava teir mót at royna enn einaferð, sigur nýggi Leiftursmaðurin at enda. Kann vera vegurin út í heim Sum vera mann, so hevur Sámal eins og flestu aðrir fótbóltsleikarar javnan hugsað tankan, at sleppa at spæla aðrastaðni enn í Føroy- um. At tað so skuldi gerast Ísland, sum skuldi gerast fyrsta steðgi- staðið var ikki kanska tað, sum lá fremst í huganum, men tað er nú ikki tað ringasta staðið kortini heldur Sámal, og vísir á, at Ísland hevur eitt gott orð á sær í fót- bóltshopi Íslendingar eru í næstan øllum landskappingum, og tí eru nokk betri møguleikar at koma víðari hagani enn tað eru at koma úr Føroyum og beina leið í onkra stóra kapping. og tí er hetta ein avbjóðing í sær sjálvum, sigur Sámal Joensen. Sum sagt, so verður Sámal fimti føroyingurin í íslendsku Lands- símadeildini. Hinir eru liðfelag- arnir Jens Martin Knudsen, sum er spælandi venjari, og Jens Erik Rasmussen, Uni Arge úr Akranesi og Allan Mørkøre úr ÍBV Sosialurin fylgir við itrottinum