Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 12 - 19. januar 2005 Stórur áhugi var fyri fiskivinnufundinum í Klaksvík mánakvøld- ið. Undir framløguni kom ikki so nógv nýtt fram, men tað var tó áhugavert at síggja tølini, sum grann- skoðaravirkið Rasmussen og Weihe hevur savnað saman frá 1999 til 2003. Rani Nolsøe tosaði um lokala hugburðin til fiskivinnuna og hann sást sanniliga eisini aftur á undirtøkuni FUNDUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Umleið 100 fólk møttu upp til fiskivinnufundin á Tekn- iska skúla. So ikki kann annað sigast enn, at áhugin fyri fiskivinnuni og støðuni við henni er sera stórur í fiskivinnuhøvuðsstaðnum í landinum. Tað sá heldur ikki út, sum fyrireikararnir høvdu roknað við so nógv- um áhoyrarum, so neyðugt var við eykastólum og eyka kopium av tí, sum grannskoðaravirkið seinni legði fram. Rani Nolsøe, formaður í Heilsunevndini hjá býráðn- um, beyð vælkomin og hevði eina stutta frágreið- ing um, hvat skuldi henda á fundinum. Síðani tosaði hann eitt sindur um støðuna í fiskivinnuni í norð-oyggj- um út frá einum kommun- alum sjónarmiði. Rani stað- festi millum annað, at fá fiskiloyvi eru seld úr Klaksvík, og hann legði dent á, at lokali hugburður- in, sum er í Klaksvík uttan iva hevur gjørt sítt til, at støðan er so fræg, sum hon nú einaferð er. – Lokalur hugburður hevur ofta ein negativan klang í fleiri samanhang- um, men júst tá tað kemur til fiskivinnuna, kann ikki annað sigast enn, at hann hevur havt ein serstakliga positivan týdning fyri fiski- vinnuna, segði Rani Nolsøe millum annað og legði dent á, at tað nevniliga var lokali hugburðurin í Klaksvík, sum endurreisti fiskivinn- una eftir kreppuna fyrst í nítiárunum. Fyrsta hallið í tíggju ár Tá Rani var liðugur við sína røðu, tók borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen orðið. Hann gjøgnum gekk nøkur av lyklatølunum í fíggjar- ætlanini hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2005. Hann tók skemtandi til, at hann bleiv nakað nervøsur, tá hann hoyrdi Rana í útvarp- inum mánadagin á middegi tosa um, hvussu væl tað stendur til við fiskivinnuni í norðoyggjum. – Tað, sum Rani sjálvandi ikki nevndi var, at alivinnan her norðuri er illa fyri, segði borgarstjórin. Út frá lyklatølunum, sum Steinbjørn greiddi frá, kundi hann staðfesta, hvussu ómetaligan stóran týdning fiskivinnan hevur fyri norðoyggjar. Hann greiddi frá gongdini í árun- um 1988, 90, 93, 95, 2000 og 2005. Tað vil siga frá árinum, tá vinnan toppaði til árið, tá hon rakti botnin og so støðuna fyri fimm árum síðani og í dag. Millum annað staðfestu lyklatølini, at íløgurnar hjá Klaksvíkar kommunu í 1993 vóru 1,4 milliónir krónur, meðan tær í 2005 verða góðar 48 milliónir krónur. – Somuleiðis kann stað- festast, at Klaksvíkar kommuna fyri fyrstu ferð í tíggju ár roknar við einum halli á fíggjarætlanini, men vit royna at tálma hallið við lágari lántøku og við at hækka skattaprosentið, greiddi borgarstjórin frá. Hallið á fíggjarætlanini 2005 verður umleið 23 milliónir krónur. Ongin krepputekin Útfrá kanningini hjá Ras- mussen og Weihe kundi staðfestast, at fiskivinnan í norðoyggjum eftir umstøð- unum hevur tað gott. Tað var Claus Rasmus- sen, sum samanbar skip og virki í norðoyggjum við onnur, og hann legði dent á, at tær versnandi tíðirnar í Føroyum í dag als ikki kunnu samanberast við tíð- ina síðst í áttatiárunum. – Tá var ongin eginpen- ingur, og skuldin var ovur- hondsstór, staðfesti hann. Út frá samanberingunum við onnur skip og virki, varð staðfest, at vinnan í norðoyggjum í teimum bólkum, hon er umboðað, liggur um miðal ella beint omanfyri. Tað fegnast Rani Nolsøe um og sigur, at tað merkir, at ongin kreppa er í norðoyggjum enn. – Vinnan hevur tað gott her norðuri, minus alivinn- una sjálvandi, men annars gongur tað væl, sigur Rani Nolsøe og leggur afturat, at lyklatølini, sum borgar- stjórin tosaði um eisini vísti greitt, at ongin týðulig krepputekin eru at hóma, sum nú er. Innsavningin av tølum til hesa kanningina hjá Ras- mussen og Weihe hevur vart í fimm ár. Hon fevnir um 89 skip í fiskiflotanum og 12 av flakavirkjunum í landinum. Rasmussen og Weihe staðfesti millum annað, at línuflotin er sera sterkur, hóast tíðirnar ikki eru so góðar, sum tær hava verið. – Línuflotin er sterkur í dag, og árið 2003 royndist heilt væl. Men vit vænta ikki, at 2004 royndist eins væl – millum annað tí, at agnið er dýrkað so nógv, greiddi Bjarni Poulsen frá. Tølini frá 2004 eru ikki tøk enn. Tá tað kemur til flaka- virkini í landinum royndist 2003 ikki so væl, kom fram í kanningini hjá Rasmussen og Weihe. Munandi aftur- gongd hjá virkjunum og hørð kapping. Lønirnar og kappingin um rávøruna seta krøv til virðisøking. – Gongdin í 2003 ger, at roknast kann við stórum hallum í 2004, segði Bjarni Poulsen. Margarinfabrikkin skipar fyri einum spennandi tiltaki mikudagin 19.01, har føroysk børn hjálpa teimum neyðstøddu børn- unum í Asia TÍÐINDASKRIV Margarinfabrikkin Mikudagin 19.01. kl. 12.30 skipa børn og starvsfólk á Margarin- fabrikkini saman við Barnabata fyri einum tiltaki uppi í Bad-minton- høllini. Tiltakið kallast: Børn hjálpa børnum. Tað er eitt tiltak, ið hevur til endamáls at savna pengar inn til frama fyri børn, ið eru rakt av vatnflóðini í Asiu. Á skránni mikudagin verður millum annað gott undirhald við Angelu og Hannibal, M's Blues Band, gandakalli, børnum frá Margarinfabrikkini og øðrum. Tiltakið vendir sær serliga til barnagarðar og frítíðarskúlar, men øll eru vælkomin. Børnini gjalda 25 krónur hvør fyri at koma inn, og hesir pengarnir fara óskerdir til børn í Asiu. Orsøkin til, at hetta til- takið nú verður fyriskip- að er, at børnini á Marg- arinfabrikkini so fegin vilja hjálpa til við støðuni í Asiu. Starvsfólkini hava hjálpt børnunum í gongd, og børnini hava so ringt runt og skaffað undirhald til tiltakið. Børnini eru sera spent og glað fyri, at eisini tey kunnu gera nakað fyri børnini í Asiu. Atlantic Airways stuðl- ar tiltakinum. Lokali hugburðurin sást aftur Claus Rasmussen samanbar skip og virki í norðoyggjum við onnur øki. Útfrá frágreiðingini varð staðfest, at vinnan í norð- oyggjum liggur um miðal ella beint omanfyri Rani Nolsøe, formaður í Heilsunevndini í Klaksvíkar býráð, tosaði millum annað um, hvussu stóran týdning lokali hugburðurin í Klaksvík hevur havt fyri fiskivinnuna. Hetta sást eisini aftur í áhoyrarafjøldini, sum var møtt til fundin mánakvøldið Børn hjálpa børnum Mikudagin verður eitt tiltak í Badmintonhøllini, sum børn frá Margarinfabrikkini saman við Barnabata skipa fyri. Millum onnur luttaka Angela og Hannibal við undirhaldi Savnsmynd