mikudagur 19. januar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 • mikudagur • 19. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað var landsstýris-
maðurin í olju- og
vinnumálum, sum lat
upp stóru olju- og
fiskivinnuráðstevn-
una í Norðurlanda-
húsinum týsdagin.
Hann vísti á, at tað
var ein heiður at
kunna seta ráð-
stevnuna “Offshore
Faroes 2005” Dagin
fyri hevði hann tann
heiður at lata sjey
leitiloyvi til fimm
bólkar við olju-
feløgum
RÁÐSTEVNA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Tað var ein frægd at
síggja, at nýggj oljufeløg
eru millum teir góðu um-
søkjararnar og haraftrat at
feløg, sum eru virkin á
Føroyaøkinum ikki hava
latið seg ræða av fyribils
úrslitunum. Sum eitt fron-
tier- ella útjaðaraøki hevur
Føroyar brúk fyri umsøkj-
arum, sum heldur enn at
renna seg fastar í forð-
ingar, síggja nógvar møgu-
leikar í økinum.
Tvey privat føroysk olju-
feløg vórðu sett á stovn
undan fyrstu útbjóðingar-
runduni. Tað hevur verið
sera spennandi at ´siggja,
hvussu hesi bæði feløgini
hava megnað at ment seg
seinastu fýra árini og
hvussu tey hava víðkað sítt
virksemi uttan fyri Føroyar.
Tað var tí sera gott at
síggja, at hesi bæði feløgini
eru við í útbjóðingini.
Bjarni Djurholm helt
fyri, at við teimum arbeiðs-
skráunum, sum eru sam-
tyktar, so er endamálið
rokkið við útbjóðingini.
Hóast eingir brunnar eru
knýttir at útbjóðingini í
fyrstu atløgu so var hann
sannførdur um, at seis-
misku kannignarnar og
aðrar kanningar, sum fara
at verða gjørdar tey næstu
árini fara at gera Føroya-
økið búgvið, soleiðis at
loyvishavararnir
kunnu
halda fram til seinni at bora
brunnar og vónandi finna
lønandi nøgdir av kolvetni.
Staðfestingin av Loch-
nagarfundinum í bretskum
øki, beint við føroyska
markið hevur fingið nýtt lív
í vónirnar, at Føroyar
kunnu gerast eitt oljufram-
leiðandi land í framtíðini.
Oljufeløgini, sum enn
hava
skyldur
at
bora
brunnar frá 1. útbjóðing,
hava sett seg í samband við
Oljufyrisitingina, fyri at
vita, um tað ber til at flyta
síni boriforpliktilsi til onn-
ur øki. Hesar samráðingar
fara at halda fram í vár
segði landsstýrismaðurin
og helt fram:
– Vit eru øll sannførd um,
at okkara upprunaligu vón-
ir vórðu ov bjartskygdar og
hava staðfest, at oljuleiting
tekur tíð. Kortini haldi eg at
oljuleiting fer at vera ein av
nýggju vinnugreinunum,
sum eru neyðugar til tess at
fáa Føroyum fleiri bein at
standa á og gerast eitt meira
fjøltáttað vinnusamfelag.
Tað er tí bara eitt náttúrligt
stig at sameina vanligu
oljuráðstevnuna við eini
skrá, sum eisini fevnir um
støðuna í okkara høvuðs-
vinnu. Eg havi sæð fram til
at hoyra lokalar og altjóða
kapasitetar umrøða, hvussu
man skal kunna stimbra til
vøkstur í øðrum ídnaðum
enn bara fiskivinnuni, so-
leiðis at hesir vinnuvegir
kunnu gerast eitt týðandi
íkast til føroyska búskapin.
Í heyst útpeikaði eg ein ar-
beiðsbólk, sum skal fyri-
reika ein nýggjan vinnu-
politikk fyri Føroyar og eg
vóni, at ráðstevnan fer at
geva tí arbeiðinum íblástur.
Bjarni Djurholm við oljufeløgini á ráðstevnu:
Latið tykkum ikki ræða av fortíðini
– síggið møguleikarnar í framtíðini
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, var millum mongu luttakararnar á ráðstevnuni
Mynd: Jens Kristian Vang
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður setti oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í gjár
Mynd Jens K Vang
Nógv fólk var komið á oljuráðstevnuna ígjár
Mynd: Jens Kristian Vang