Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Vónirnar til olju- leiting við Føroyar hava verið ov bjart- skygdar. Kortini haldi eg, at oljuleiting og virksemi í kjalarvørr- inumá henni eru vorðin ein náttúrligur partur av bæði hand- ilslívinum og lívinum hjá manninum á gøt- uni. Tað er vorðið til ein náttúrligan áhuga og vónir. Avbjóðing- in verður sjálvandi, hvussu vit megna at stýra okkara vónum, tá eitt oljufund er gjørt segði Bjarni Djurholm, tá hann mánadagin handaði loyvini í 2. útbjóðing 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller Tað var landsstýrismaðurin i oljumálum, Bjarni Djur- holm, sum fekk heiðurin at lata altjóða oljufeløgum loyvini at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunn- inum undir eini samkomu á Hotel Føroyum mánadagin. Latin vórðu sjey loyvi til átta oljufeløg. Bjarni Djurholm legði fyri við at minna á, at tað eru júst fýra ár síðani, at skjøtil varð settur á eina nýggja tíð fyri føroyskan handil og ídnað, nevniliga tá sjey leitiloyvi í fyrstu út- bjóðingini á føroyskum øki gjørdist veruleiki. – Nú verður tosað um eitt nýt stig, eitt nú lop. Enda- málið við at lata upp fyri enn eini útbjóðing hevur verið at skapa eitt støði fyri framhaldandi leitivirksemi á føroyska landgrunninum við tí endamáli at finna løn- andi oljukeldur í undir- grundini. Við arbeiðsskráunum, sum eru samtyktar fyri tey sjey loyvini haldi eg vit hava rokkið okkara enda- máli. Hóat ongir brunnar eru við í hesum loyvunum í fyrstu atløgu, so er ætlanin at menna økið. Seinni skulu loyvishavararnir gera av, um teir vilja bora brunnar, og tann avgerðin fer vón- andi at hava við sær at funnin verða lønandi olju- fund. Bjarni Djurholm vísti á, at tað tíverri ikki hevði verið gjørligt at liva upp til øll ynskini um níggju loyv- ini, einsvæl og feløgini í einstøkum førum hava søkt um somu teigar. Hann segði annars, at loyvini, sum verða latin, eru í samljóð við tær reglur og treytir, sum Oljufyri- sitingin hevur sett út í kort- ið og sum galdandi lóg fyri- setur. Landsstýrismaðurin helt fram og segði, at síðani løg- tingið í 1993 samtykti eina kolvetnislóg fyri føroyska landgrunnin hevur verið gjørt av, at virksemi í sam- bandi við leiting skal verða í Føroyum. Og eins og við tí fyrstu runduni, so er ásett olju- feløgunum, at tey vísa vilja til at samstarva við føroy- ingar og føroyska handils- vinnu. Endamálið við hes- um samstarvi millum tey og tann lokala ídnaðin, er at halda fram við at menna føroyska ídnað. Umframt at kunna fáa ágóðan av hes- um, so fer okkara handils- lív eisini at eggja til nýggj- ar avbjóðingar. Bjarni Djurholm legði aftrat, at samskiftið millum føroyskar myndugleikar og oljufeløgini hevur verið sera gott. – Tað er mín vón, at hetta góða samstarv fer at halda fram í framtíðini. – Eg havi sagt tað fleiri ferðir, at vónirnar til oljuleiting við Føroyar hava verið ov bjartskygdar. Kort- ini haldi eg, at oljuleitingin og virksemi í kjalarvørrin- um á henni eru vorðin ein náttúrligur partur av bæði handilslívinum og hjá manninum á gøtuni. Tað er vorðið til ein náttúrligan part av áhuga og vónum. Avbjóðingin verður sjálv- andi, hvussu vit megna at stýra okkara vónum, tá eitt oljufund er gjørt. Kortini eri eg sannførdur um, at saman kunnu vit tryggja, at ein framtíðar oljufram- leiðsla fer at koma øllum samfelagnum til góða, olju- feløgunum og øllum øðrum pørtum. Eg fari at brúka hetta høvið til at takka tykkum og ynskja tykkum tillukku við loyvunum og eg fari at ynskja teimum nýggju olju- feløgunum vælkomnum til Føroyar. 16 Nr. 12 - 19. januar 2005 Loyvi nr. 008 ChevronTexaco 40% Statoil 30% Dong 20% OMV 10% Loyvi nr. 009 Statoil 50% Shell 20% Dong 20% Føroya Kolvetni 10% Loyvi nr. 010 Statoil 100% Loyvi nr. 011 Statoil 100% Loyvi nr. 012 Føroya Kolvetni 100% Loyvi nr. 013 Geysir 60% Atlantic Petroleum 40% Loyvi nr. 014 Geysir 60% Atlantic Petroleum 40% Oljan skal koma øllum til góðar Úrslitið av 2. útbjóðing Loyvini, ið eru latin, eru hesi Bjarni Djurholm, landsstýrismaður handaði oljufeløgunum tey sjey loyvini Mynd: Jens Kristian Vang Nógv kend andlit vórðu at síggja stóru løtuna á Hotel Føroyum, tá oljuloyvini vórðu latin feløgum Mynd: Jens Kristian Vang