Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. oktober 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 10 gomul fólk hava vitjunnarvin Enn er familjunetid í Fóroyum so mikið sterkt, at tað eru ikki so nógv einsamøll gomul, sum tað annars ofta ljóðar. sigur Unna Næs Petersen, fyr- isttari á Vitjunnartænastuni | RÍt K OLBRO Anno er eidir oð førovskt. Vit ð K 3 s C s 5 k ð MKI. S Kl stokkið i i I g í « y LS På t % r stund ( Q o N Vit læ 5 | stelag Pens R da Krossi I H R kað s 5 og Stíg 1 KS 3 } } < vís - i k 3 5 Da » i Um tygum kundi hugsað tygum ein vitjunnarvin, ella tygum kundi hugsað tygum at gerast vitjunnar- vinur ein ella tveir tímar um vikuna, eru tygum væl komin at venda tygum til eitt av álitisfólkunum hjá Vitjunnartænastuni. Aldursmarkið fyri at gerast vitjunnarvinur er 18 ár. Ketty Olsen, 350 Vestmanna, tlf. 424469 Mathea Petersen, 210 Sandur, tlf. 361176 Judith Poulsen, 100 Tórshavn, tlf. 314041 Jenny Risom Pedersen, 180 Kaldbak, tlf. 312191 Eyrit Leyni, 100 Tórshavn, tlf. 313784 Olga Hansen, 380 Sørvågur, tlf. 332197 Oda Samuelsen, 700 Klaksvik, tlf. 455232 Katrin Haraldsen, 530 Fuglafjørdur, tif. 444085 tidindabladid Finna stevid saman Fyrst í hesum árinum vóru tey átta álitisfólkini hjá Vitj- unnartænastuni kring landið á skeiði eftir somu forskrift- um, sum danski Reyði Krossur arbeiðir eftir. Skeiðið snýr seg um at for- midla tænastu ímillum mót- takara og vitjunnarvin - Vit hava ikki bíðilistar við fólki, sum ynskja vitjan. Kemur tað fyri, at onkur bíðar, er tað tí, at vit leita eftir tí rætta vitjunnarvini- num. Uppgávan hjá álitis- fólkinum er tá at tosa við viðkomandi, ið ynskir vitj- an, fyri at finna út av, hvørji áhugamál ella tørv viðkom- andi hevur, og so har út frá finna tann rætta vitunnarvin- in. Í smærri bygdum kenna øll hvønn annan, álitis- fólkini har vita, hvørji fólk hóska saman, meðan tað á stórri plássum skal kannast betri. Tað hevur stóran týdning, at móttakarin og vitjunnarvinur finna stevið saman, sigur Unna Næs Petersen Nr. 205 - 28. oktober 1999 Vitjunnarmóttakararnir fáa vitjan eina ferð um vik- una í ein ella tveir tímar. Talan er bæði um fólk, sum búgva einasmøll heima, og um fólk, ið búgva á ellis- og røktarheimi, og á sam- býlum. - Eru fólkini klár og ynskja ein vitjunnarvin, spyrja vit ikki børn teirra eftir, um tað er í lagi, at mamman ella pápin fáa ein vitjunnavin. Tað er at und- irmeta fólkini. Sambært álitisfólkunum eru tey - Sambært álitisfólkunum hjá Vitjunnartænastuni eru tey gomlu ógvuliga glað fyri at fáa vitjan, sigur Unna Næs Petersen, fyri- sttari. Savnsmynd frá Eldradógunum í Norður- landahúsinum í farna mánaði gomlu ógvuliga glað fyri at fáa vitjan, sigur Unna Næs Petersen at enda. Rorslutarnað mugu brynja seg út við toli eitt sindur enn Við árslok vita vit, hvat fyri venjingartilboð rørslu- og menningartarnað fáa í framtíðini í Fóroyum. Ein arbeiðsbólk- ur skal gera tilmæli um hesi viðurskifti, og hann skal verða liðugur við arbeiðið um ein mánað TuURIÐ KJØLBRO I dlavsøkurøduni segði løg- maður, at vit erga at seta fulla orku á betri uppvenj- ingar til rørslu- og menn- ingartarnað í Føroyum Hesum tekur avvarðandi landskvinna í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabo, undir við. Spas- tikarafelagið ótolnast eftir, hví einki hendir, iski boðskapurin er so grei- ður, men áður enn nakað itøkiligt kann henda, skal ein arbeiðsbólkur, sum júst er settur, útgreina nærri, stórur tørvurin á uppvenjingartilboði er í Føroyum. Arbeiðsbólkurin tá ið polit- hvussu skal geva landsstýriskvinn- um! eitt tilmæli um, hvussu henda viðgerð kann veitast í Føroyum, og hvussu royndirnar, vit fáa uttan- lands, kunnu setast í verk her Almanna- og heilsumál- astýrið hevur í hesum ári- num havt samstarv við rørslubélkin hjá MBF. Vit hava i hesum årinum studlad børnum i at fara til Skotlands, har tey hava fingið uppvenjing, fyri síð- ani at kunna brúka royndir- nar, tey hava haðandi, til at seta á stovn virksemi í Før- oyum. Spastikarafelagið hevur síðani gjørt vart við, at tey eisini ynskja, at stórri børn og vaksin fáa eitt slíkt tilboð, og at tey hava fingið í lag samstarv við ein svenskan venjingarmiðdep- il. Men vit hava svarað teimum, at soleiðis sum við- urskiftini eru í løtuni, mugu vit heldur bíða eftir arbeiðs- bólkinum, áðrenn vit senda fleiri fólk av stað til annan miðdepil enn tann svenska. Í hesum liggur eisini, at vit hava raðfest at givið børn- um eitt tilboð í fyrstu at- løgu. Aðrenn vit brúka fíggjarorku uppá onnur, mugu vit hava eina heildar- ætlan, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstyris- kvinna. Heildarætlan Serlæknar og læknastjórin hava viðmælt, at føroyingar fåa henda serkunnleikan til Føroya, visti Spastikarafel- agið á í blaði í farnu viku. - Hesir somu serfrøding- arnir hava eisini mælt til, at áðrenn tað hendir, mugu vit gera greitt, hvussu vit seta í verk royndirnar í Føroyum. Tað harmar meg, at Spast- ikarafelagið er so ótolið. Vit hava tikið málið fram, ar- beitt miðvíst við tí í stórum álvara, har vit síðani fara at mæla politisku myndug- leikunum til at seta á stovn eina varandi loysn, og har- við seta neyðugu pengarnar av. Arbeiðsbólkurin, ið er mannaður av fólki úr Al- manna- og heilsumálastý- rinum, Undirvísingar- og mentamálastýrinum, og umboðum fyri rórslubólkin hjá MBF, hevur havt sín fyrsta fund. Um góðan mánað skulu tey verða liðug við arbeiðið. - Bólkurin er biðin um at arbeiða óheft av galdandi fíggjarkarmi ella verandi lóggávu. Alt annað hevði verið ov bindandi, um vit miða ímóti at hava eina var- andi loysn. Hann skal eisini gera tilmæli um, hvussu samstarvað verður á hesum øki millum almanna- og heilsumálstýrið og undir- visingar- og mentamálastýrið, umframt eitt boð uppá, hvussu nógv hetta kostar. A fíggjarlógini næsta ár eru pengar ikki oyramerktir til hetta endamálið. - Eftir, at vit hava fingið eitt útspæl og eitt uppskot um, hvussu vit fara fram, skulu vit hava eitt politiskt orðaskifti um, hvussu vit útvega neyðugu fíggingina. Spurningurin er, um talan verður um virksemi, sum kann fíggjast innan fyri karmar, vit hava framman undan, ella um tað verður nýtt virksemi burturav.