Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

internet: www.sosialurin.fo Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jan Miller Jonhard Hammer j .H Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Váðafúsur kapitalur Oddagrein Váðafúsur kapitalur verður ringur at finna í framtíðar Foroyum, um eingi framleiðslutól kunnu vera endurnýggjað uttan at landið traðk- ar til við einum gávukekki uppá 15% av iløguni. Sipað verður her til úttalilsi frá Reiðarafelag- num Tað er eftir ollum at doma ikki nóg mikið, at fiskiloyvi verða forerd fyri einki, og at ein óbein- leiðis rakstrarstuðul verður latin við at minka trýstið á hýrur við skattalætta, men man skal so sanniliga eisini fáa milliénaupphæddir til gávus fyri at fiska ogn Foroya fólks. Reinur stuðul til rakstur ella endurnýggjan av rakstrartólum uttan nýhugsan tænir ikki nokrum endamáli, annað enn at varðveita núverandi eigarabygnað í hovuðsvinnu føroyinga. Lån hevði verið eitt sindur frægari, tí tað skal hóast alt gjaldast aftur. Uppskotið um ein grunn til endurnýggjan av fiskiflotanum byggir uppá eitt grundleggjandi prinsipp, nevniliga, at um onkur annar setir pening í eitt projekt, so vil viðkom- andi eisini hava ávirkan. Ella sagt við oðrum orðum: Tann, ið skal gjalda, skal vera við til at valda. Ein møguleiki kundi verið at víðka nú- verandi Framtaksgrunn. Uppskotið hjá Javnað- arflokkinum er ein loysn, ið átti at appelerað til bæði hogra og vinstra í foroyskum politikki. Tað stendur í hvussu so er fast, at tað stendur ollum reiðarum frítt at siga nei takk til partapen- ing frá einum slíkum grunni. Er ein slík loysn ikki tað Reiðarafelagið hevur biðið um, so kunnu limir teirra frítt siga nei takk og tí sleppa undan at fáa fólk uttanifrá í nevndina í teirra felag Nú er tað soleiðis, at man letur reiðaríum fiski- rættindi, tí mett verður, at hesi best duga at rokja foroysk áhugamál uppá ein skynsaman hátt. Megna núverandi reiðarar ikki hettar, uttan at landið skal traðka til við gávukekkum, so er spurningurin, um ikki aðrir áttu at sloppið fram- at. Tað eru óivað nógvir dugnaligir menn ella dugnalig feløg, ið fegin vildu fingið fiskirættindi, uttan at landið skal forera teimum 15% av iløg- uni — hver veit, kanska er onkur, ið enntá hevði klárað seg heilt uttan stuðul. Hettar fær man tíverri ongantíð at vita, ti man her á landi hevur havt tann sið, at landið spýtur í, hvorja ferð tað sansar at í fiskivinnuni. Letur man raksturin av flotanum ganga sína gongd uttan landsins uppi- blandan, so verður lúkað út við fallittum, og aðrar kreftir sleppa framat sum rætt er, tá man tosar um ogn Foroya fólks. Tann harmiligasta ávirkanin av einum stuðuli, ið verður latin sum reinur gávukekkur til oll reiðarí er, fyriuttan at flotin kann gerast ov stórur, at man straffar tey dugnaligu reiðaríini við at halda liv í teimum minni dugnaligu. Ansast má eftir, at man ikki endar í einari kongsbóndaskip- an á havinum, har fiskiveiðurætturin gongur í arv, óansæð um reiðaríini eru væl rikin ella ikki, tí landið stuðlar somikið ríkiliga, at effektivur rakstur ikki er neyðugur. Pengar koma bert at ganga meiri í ring enn neyðugt er. Eitt samfel- agstilfeingi sum fiskurin er, eigur at gagnnýtast á mest effektivan hátt til gagns fyri foroyska samfelagið, tí tað kann ikki sigast nóg ofta, at tað er Foroya fólk alt, ið eigur hettar tilfeingið. Kanska ber til at fáa eina semju um hettar mál í Logtinginum, tí uppskot Javnaðarfloksins kann fáa undirtoku frá Sambandsflokkinum og liggur ímillum gávukekkarnar hjá Fólkaflokkinum og null loysnina hjá Tjóðveldisflokkinum. Sosialurin Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Hegni Mohr i Niclas Johannesen Yngd: Jåkup Mørk Argjavegur 26, Argir Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting: Sp/t Sosialurin Bustadur: Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post &sosialurin.fo Lýsingar: lysing Q sosialurin.fo Prent: Sosialurin Landssjúkrahúsið heilsuskaðiligt Heilsuskaðiliga útlátið sum í vikuni skaddi handverk- arar í arbeiði hjá Lands- sjúkrahúsinum, eru bert nýggjastu tíðindini í rødini av døprum viðurskiftum á Landssjúkrahúsi okkara. Undandømi Leidsluklandur, burturbliv- in abortur og starvsfólka- strid eru onnur undandømi, sum avgjørt ikki styrkja um ridlandi umdømi Lands sjúkrahúsið hevur millum fólk. Ei undur í um brúkarin stendur tvandi. Trygga tæn- astan í trygga umhvørvi- num, kann lættliga gerast bundin við ótta og misálit. Vælarbeiðandi starvsfólka- liðið gerst syndabukkurin í leikinum. Nei her má vend koma í og neyðug stig tak- ast til at staðfesta ábyrgd so tryggjast kann brúkara- num eitt trygt Landssjúkr- ahús Feskasta dómi Heilsuskaðiliga útlátið nert- ir við fleiri tættir. Rættiliga greitt er at umhvørvi, ar- beidsumhvørvi og heilsu- fróðilig viðurskifti ikki verða viðfarin innan teir fakligu karmar, og í tí álvara slík viðurskifti eiga at handfarast. Umhvervi Aloftast verður fjarstøda okkara til onnur lond tikin sum ein vansi. Í umhvørv- isspurningum er júst tað ov ugta galdandi. Her er fjar- stødan til onnur dálkaði lond ein styrki. Reina náttura okkara er uttan iva størsta aktiv vit føroyingar eiga í einum alsamt meiri dálkað- um heimi. Reint og liviligt umhvørvi er ein treyt vit sjålvi treytaleyst eiga seta okkum í stríðnum fyri at fáa aðrar, m.a. grannatjóðir, at virða og verja framtíðar for- oyar sum staðið har reina og góða råvøran finst. Staðið har friska luftin og grøna grasið liva og geva lív. Hóast "bert eitt heilsu- skaðiligt útlát", so er domið á Landssjúkrahúsinum eitt grovt brot á henda hugsun- arhátt. "Bert eitt heilsuskað- iligt útlát" er eftir øllum at dóma ein nøgd ið lættliga snýr seg um fimm til tíggju tons av tungmetallum um árið, sum farin eru út í havn- arvág hesi farnu árini. Undr- unarvert at fólk í høvuds- stadarøkinum við áhuga fyri seiðafiskaríi, ella grinda- mati, ikki hava tikið skaða. Ella hava tey! At eitt slíkt heilsuskaði- ligt útlát kann fara fram í átta til tíggju ár, uttan at nakar av pørtunum ið vara av málinum, gera vart við spurningin er ófatiligt. Sam- stundis hava tey smærru sjúkrahúsini nýtt manna- gongdir til burturbeinan av heilsuskaðiliga tilfarinum, sum eru í tráð við arbeiðs- umhvervislógina. Umber- ingar sum "vistu ikkt av" og "eingin játtan" eru ikki nóg góðar grundgevingar her. At tað so eisini er størsti vitan- artangin í landinum innan heilsuframa, sum fremur heilsuskaðandi brot á um- hvørvi og arbeidsumhvørvi, er so mikið meira mótsig- andi og óskiljandi. Arbeidsumhvørvi At arbeiðsskaðin eftir øllum at dóma heldur ikki er frá- boðaður rætta myndugleika er sera ivasom viðferð av málinum. Um tað nú er Landssjúkrahúsið ella entr- eprenørurin, sum reint tekn- iskt er ábyrgdarhavari á øki- num. Samstundis varpar 6- happið ljós á tann veruleika at verandi arbeidsumhvørv - islóg ikki í nóg stóran mun røkkur almennum stovnum, tá arbeidsumhvørvisåbyrgd skal staðfestast. Í løtuni kunnu bert teir persónarnir sum vóru fyri óhappinum Á (møguliga) ábyrgdast, með- an veruligu ábyrgdarhavar- nir ikki kunnu revsast. Ti skal nýggj arbeidsumhvørv- islóg sjálvandi leggjast fyri tingið í hesum tingári. Samanumtikið Stødan á Landssjúkrahúsi- num er ikki nøktandi. Ei heldur er tað í hesum føri nøktandi at geva polikaru- num skuldina. At bóta um álitið á, og umdømi av Landssjúkrahúsinum er fyrst og fremst ein leiðslu- spurningur. Summi viður- skifti á einum arbeiðsplássi fevnast og loysast einans av leidsluni, og so er f hesum føri. Påll å Reynatugvu Tjóðveldismaður Vágatunnilin og Landsverkfrødingurin Nú gongur millum manna, at Landsverkfrødingurin hevur viðmælt uppskoti- num til log um gerð av und- irsjóartunli undir Vestmann- asund. Hetta er ikki so. At so stjórar í fleirtal í seinastuni hava sitið lørini av landsverkfrødinginum i sneisaørindum, fyri sdíðani at fara um geilar við boðum um, at stovnurin er við í prosjektinum, er atferð, sum vanliga kemur undir heitið mainpulatión. Signar P. Heinesen Lyktakanningin nærkast endanum Atakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd „Lyktakann- ing 1999” nærkast nú end- anum. Vónandi hava eigar- ar og førarar kannað, um ljósini eru í lagi. Hetta er spurningur um trygd, sum vit øll seta høgt. Sama åtak var seinasta år, og tå var eisini lyst vid, at aftaná fór politiið at gera serligt átak - at kanna bilar. Politiið kannaði 2.865 akfør um alt landið. Tey ferðandi søgdu frá, at væl átti at standa til, tí tey vistu jú av frammanundan, at politiid fór at kanna bilar. Hjá øllum var tað ikki so, tí í 121 fórum vóru ljósini ikki í lagi og í 101 fórum var trygdarbeltið ikki nýtt. Samanlagt komu beturnar uppá 40- 50.000 krónur. Politiið vil fegið minna á, at ferðsla og trygd neyvan kunna skiljast at. Tað er ikki nóg mikið bert at kanna ak- farið. Møgulig brek mugu rættast, líka mikið hvørji tey eru. Tað er eisini ódýrari bert at gjalda umvælingina - og sleppa undan bótini. Tær sokallaðu grein 13 kanningarnar hjá politinum byrja mánadagin 1. Novem- ber 1999 og halda fram í 14 dagar. Aftaná verða stakkann- ingar, men tá siga vit ikki frá frammanundan. Uni Vestureið politiinspektørur TØKK Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vid blómum, kransum, og á annan hátt sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá okkara kæri bróðir, pápi, verpápi, abbi og langabbi OLGAR NICLASEN, Tvøroyri doyði og varð jarðaður. Tøkk til Petur Martin Rasmussen, prest,til kirkjutænarar, berarar og sangarar. Tøkk til starvsfólk á Sjúkrahúsinum fyri tykk- ara hjálpsemi. Eisini eina hjartans tøkk til heimahjálpirnar og heimasjúkrasystrarnar, sum vóru um hann og rektaðu hann so væl. Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Marner, Frank, Finnbogi og Jóhan Petur