Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 30. oktober 1999 tíðindablaðið S 1 1 Málið um karensdagar til timalønt snýr seg ikki um munin millum timalønt og fastlønt. Tað snýr seg um munin millum tey, sum hava tryggjað sær rætt til sjúkradagpening í sínum sáttmála við arbeiðsgevaran og tey, sum ikki hava slíkan rætt. I øðrum lagi vilja bæði Tjóðveldisflokkurin og hin- ir flokkarnir í samgonguni sjálvsagt javntseta øll fólk, tá tað snýr seg um sjúkra- trygd. Tað einasta, sum Tjóðveldisflokkurin hevur lagt dent á, er at hetta verður loyst sum eitt arbeiðs- marknaðarmál og í sam- starvi við partarnar á ar- beiðsmarknaðinum. Karensdagar hjá tí almenna Teir sonevndu karensdagar- nir vórðu strikadir hjá al- ment løntum, var hetta broyting av eini kreppulóg frá 1992. Tá varð ásett í lóg, at tey, sum hava rætt til løn vegna sjúku frá arbeiðsgev- aranum, skulu ikki fáa hetta tveir fyrstu sjúkradagarnar. Endamálið var, at tað al- menna skuldi spara. Málið varð loyst sum eitt arbeiðs- marknaðarmál, har størsta fakfelagið fyri alment lønt, Starvsmannafelagið, fekk hetta við í sáttmálan við sín arbeiðsgevara, Føroya landsstýri. Hetta varð rokn- að uppí, tá prosentini í sátt- málanum vórðu gjørd upp. Og lógin varð síðan strikað. Sostatt hava fakfeløgini inn- an tað almenna vunnið sær hesi rættindi við vanligum sáttmálasamráðingum. Lógin um sjúkradag- pening Lógin um sjúkradagpening hevur hinvegin verið í gildi síðan 1979. Henda lóg áset- ur, at sjúkradagpeningur verður veittur frá triðja sjúkradegi til teirram sum ikki hava henda møguleika í sáttmála teirra við arbeiðs- gevaran. Sjúkradagpening- urin verður goldin úr lands- kassanum. Í hinum Norð- anlondunum er eisini slík lóg, men her er talan um at veita sjúkradagpening frá t.d. 14. sjúkradegi. Hinir sjúkradagarnir eru tryggj- aðir sum vunnin rættindi hjá verkafólki gjøgnum sátt- málasamráðingar. Lógin um sjúkradagpen- ing hevur verið neyðug, ongin ivi um tað, tí ongin trygd fanst hjá flestu verka- fólkum. Men skipanin kann gerast betur, um hetta verð- ur tryggjað í sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum. Í øllum sáttmálasamráð- ingum, í Føroyum síðan 1979, hava verið møguleik- ar fyri at samráðast um eina loysn við atliti at tveimum teimum fyrstu sjúkradógu- num, sum tað hevdi sømt seg millum arbeidsgevara og fakfeløg. Um tad var tad, feløgini ynsktu. Samgongan hevur tikið málið upp, og arbeiðir í løt- uni ein bólkur við m.a. hes- um málinum. Og tað skal vera vón samgongunar, at hesin bólkurin megnar at finna eina loysn, sum fer at javnseta timalønt við fast- lønt, tá tað snýr seg um sjúkratrygd. Í bólkinum eru umboð fyri m.a. arbeiðara- og arbeiðsgevarafelggini. Varðandi loysnir Tjóðveldisflokkurin vil hava varðandi og veruligar loysnir, so timalønt og allir fakbólkar verða tryggjað síni rættindi á arbeiðs- marknaðinum. Tí skeyt flokkurin millum annað upp, at lóggevast kann um, at arbeiðsgevarar skulu gjalda fyri sjúkratrygging fyri síni arbeiðsfólk teir fyrstu dagarnar, ella í hvussu fyri fyrsta dagin sum eina byrjan. Lógin um sjúkradagpening kann so trygja hjálp, um sjúkralegan er longri. Júst sum skipanin er í okkara grannalondum. Vit vildu eisini tosa um eina felags skipan fyri ar- beiðsgevarar, har t.d. goldið verður í ein trygdargrunn, so eisini smærri arbeidsgev- arar kunnu geva sínum ar- beiðsfólki hesar sømdir, uttan lutfalsliga stórar av- leiðingar fyri fyritøkuna. Tað eydnaðist ikki at fáa hesa semju, men vónandi kemur arbeiðsbólkurin við einum slíkum heildarupp- skoti, sum verður varðandi loysn. Seks grundgevingar Er hetta mál nú ikki bara undanførsla, vil onkur spyrja. Nei, vit halda, at hetta er eitt prinsippmál. Tað er at gera timaløntum, fakfeløgum, arbeiðsgevar- um og samfelagnum øllum eina bjarnatænastu við at samtykkja uppskotið frá andstøduflokkunum. Grundgevingarnar eru hes- ar: 1.Åbyrgd fyri trivnadi: Um landskassin og Al- mannastovan skulu gjalda fyri sjúku hjá privatum arbeiðsfólki frá fyrsta degi, so verður øll å- byrgd, fyri trivnaði og vælferð løntakaranna, tik- in frå arbeidsgevarum og fakfeløgum. Helst eru flestir = arbeiðsgevarar hampafólk, ið vilja ar- beiðsfólkinum tað besta, men hví so taka hesa á- byrgd frá teimum? Um løgtingid skal føra ar- beiðsmarknaðarpolitikk- in, so verður grundarlagið tikið undan pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Tá snýr tað seg ikki um, hvor dugir at skipa seg og sam- ráðast, men bert um, hver hevur góð viðurskifti við løgtingsmenn og flokkar. 2. Størri krøv í framtíðini: Øll vita, at grundarstein- urin fyri góðum úrslitum á arbeiðsmarknaðinum í dag og í framtíðini er, at arbeiðsgevarin kann bjóða góð kor, gott ar- beidsumhvørvi, eftirút- búgving o.a. til síni ar- beiðsfólk. . Ikki spæla jólamenn: Royndirnar vísa okkum, at tá fakfeløg og arbeiðs- gevarar koma hond í hond og krevja, at lands- kassin skal gjalda, er tað lætt hjá politikarum at spæla jólamenn í góðum tíðum. Men eins og vit sóu tað undir kreppuni, kunnu politikararnir so bara draga alt innaftur, tá tað fjarar í kassanum. Tá hevur arbeiðsmarknaður- in ongar tryggar karmar og avreiðir møguleikan at stýra sínum viðurskiftum. Og tå er ikki talan um nøkur vunnin rættindi fyri løntakaran. 4.Økt umsiting og eftir- litskrøv: Uppskotið frå andstøduni merkir, at landið skal krevja skatt inn frá teimum timaløntu fyri at byggja eina skipan upp, har tann sjúki skal hava læknaváttan fyri sín fyrsta og annan sjúkra- dag. Síðan skal hann senda læknaváttanina á Almannastovuna. Har skulu fleiri fólk setast aft- ur at til at gjalda út sjúkra- dagpening og hava eftir lit við, at alt er ílagi. Og helst skal okkurt skjal fyllast út afturat. Síðan kann tann sjúki timalønti fáa pening, sum hann sjálvur hevur goldið inn í skatti. 5.Forda misnýtslu: Hvi skal tað ikki vera ein skylda fyri arbeiðsgevar- an at gjalda og trygja í vanligum menniskjalig- um samskifti? Uttan eitt stórt bureaukrati? Og hvat nú, um onkur vil misnýta skipanina? Nei, far tú bara til hús ídag, tí landskassin (tú sjálvur) rindar. Ella: Skitt verið við — arbeidsumhvørvi- num, tå kanst bara melda teg sjúkan, tá tú ikki orkar meira. Vunnin rættindi - ikki bjarnatænastur |: 6. Tørvur á heildarloysn- um: Hinvegin er greitt, at tað liggur ein vandi í, at arbeiðsgevarar vilja sleppa undan at seta fólk, ið hava ringa heilsu, um tað kostar ov nógvar sjúkradagar. Tí er umráð- andi við eini sjúkradag- peningalóg ella sjúkra- dagpeningagrunni, ið traðkar til, tá talan er um longri sjúkratíðarskeið. Alvari ikki show Hetta er tað, málið veruliga snýr seg um. Og tí er tað hugstoytt at síggja eina so litaða og ófullfíggjaða við- gerð av hesum máli í pørt- um av pressuni. Arbeiðs- marknaðarmál eru sera týdningarmikil og tað hevði gagnað øllum løntakarum og samfelagnum, um tey vóru vidgjørd sum álvars- mál. Sum ein spurningur um hvussu vit tryggja bestu loysnirnar. Og ikki sum tað vanliga flokspolitiska spæl- ið, har fakfelagsleiðarar verða brúktir til partapolit- isk álop, uttan ein spurning um hvussu hetta skal loysast varðandi. Men kanska er málið, at showið skal standa við. Fyrst rópa vit um hettA krav til politikararnar, og onkur flokkur spælir jólamaður beinanvegin. So verður knappliga minni í kassa- num, og sami flokkur noyð- ist við gråturødd at taka pengarnar inn aftur. So gongur aftur betur, og sami flokkur kann aftur spæla verkamansins verji. Og so kunnu vit halda fram í allar ævir. Hesum vil Tjóðveldis- flokkurin ikki spæla við í. Vegna Tjóðveldisflokkin Finnur Helmsdal TOYOTA AVENSIS SOL TOYOTA COROLLA PLUS AUTOM. 1,6 LUNA L/B Skrás.: 16-07-98 Skrás.: 16-09-98 Km.: 12.000 Km.: 30.000 Prísur: 217. 600 Garanti:" rr Prisur: 140 600 Garanti: ” TOYOTA COROLLA TOYOTA COROLLA 1.3 XLI 5 hurdar 1.6 Sed. aut. gear Skrås.: 29-04-96 Skrås.: 07-03-96 Km.: 29.800 Km.: 45.000 Prisur: 110.600 Garan" Prisur: Us! 600 Garanti:* TOYOTA CARINA TOYOTA CAMRY 1.6 GL 2.2 GL aut. Skrås.: 01-11-89 Skrås.: 13-07-95 Km.: 152.000 Km.: 76.000 Prísur: 56 600 Prísur: 158.600 Garanti:* A ——— —T———— NISSAN ALMERA 2.0 Diesel Skrás.: 16-04-99 Km.: 10.000 Prísur: 145.600 Garanti:" HR RDS, TOYOTA COROLLA 1.6 Xli STATION Skrås.: 06-12-96 Km.: 135.000 Prísur: 117.600 Garanti:* HONDA CIVIC 1.4 SEDAN FORD MONDEO Skrås.: 11-12-96 TURBO DIESEL Km.: 87.000 Skrås.: 28-08-98 Prísur: 105.600 Garanti? Km.: 56.000 Prísur: 160.600 Garanti:* FORD FIESTA 1.3 Skrás.: 16-12-97 Km.: 19.000 Prísur: 93.600 Garanti:* FORD FIESTA 1.3 Skrås.: 13-02-96 Km.: 9.000 Prísur: 79.600 Garanti:* KIA CLAURUS HYUNDAI ACCENT 1.3 LS Skrás.: 16-04-98 Skrás.: 22-10-97 Km.: 11.900 Km.: 33.000 Prísur: 115.600 Garanti:* Prísur: 85.600 Garanti:* TOYOTA COROLLA 1.3 Xli Sedan Skrås.: 27-05-97 Km.: 48.000 Prísur: 118.600 Garanti:* FORD TRANSIT 14 pers. Skrás.: 22-05-87 Km.: 137.000 Prísur: 25.600 OPEL KADET 1.8 GSI Skrás.: 14-10-83 REYN SERVIGE (58 Wan 067. (58 Wan 067. Vegurin Langi: 188 Hoyvík-TIf. 313040