leygardagur 30. oktober 1999síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
26
tíðindablaðið S
8 år
Nr. 207 - 30. oktober 1999
llic og Romica skulu i eldin
Flogbóltur: Flogbóltskappingin hjá monnum kann fáa eitt heilt annað skap frameftir. Bæði Mjølnir og Fleyr hava fingið
góðan styrk eystaneftir, og nú kann av álvara væntast, at Mjølnir fer at leggja seg út í kappingina. Hjá kvinnum skal TB
royna at halda tað beinu kósina uppeftir, tá tær fáa vitjan av Fleyr
SVEINUR TRÓNDARSON
Fimm dystir vera í lands
kappingini í flogbólti um
vikuskiftid
Fríggir teirra í kappingini
hjá monnum og tveir hjá
kvinnunum.
Hjá kvinnum er stødan
tann, at TB er ósigrað og á
odda í landskappingini. Tær
hava vunnið báðar sínar
dystir móti Mjølni og móti
Dråtti, og eru tíkomnar sera
væl í gongd
TB fær í dag vitjan av
Fleyr, sum eisini er Ósigrað.
um enn tær bara hava leikt
tann eina dystin; móti IF
seinasta vikuskiftid
Tað er tí lagt upp til ein
spennandi dyst í høllini í
Trongisvågi í dag.
Hjá TB er einasta broyt-
ingin tann, at Gudrid Nols-
ve (og ikki Guðrið, sum vit
skrivaðu, seinast, blåm.)
ikki verður við hesaferð.
Hon er farin aftur til Dan-
markar har hon lesur, og tað
hevur við sær, at nýggjur
spælari skal inn í hennara
stað
Kortini metir Virgar Djur-
huus ikki tað verður talan
um stórvegis broytingar í
spælinum fyri tað.
— Tað merkir bara at ein
annar spælari skal inn í
hennara stað, og so at spæl-
ið skal leggjast eitt sindur
um, sigur Virgar.
Hann leggur afturat, at
TB ikki fer at dúva uppá, at
Fleyr skal gera feilirnar,
men at royna at trýsta Fleyr
tað tær duga.
Meistararnir
móti Drátti
Meistararnir úr Mijølni
fingu annars eina sera trilv-
andi byrjan. Tær vitjaðu TB
í fyrsta dystinum í ár, og
taptu hann.
Nógv vatn er kortini
runnið í ánna síðani tá, og
m. a. hevur Mjølnir fingið
nýggjan venjara. Um tað fer
at vera nóg mikið til, at
Mjølnir vinnur á Drátti skal
vera ósagt, men Marjun
Kalsø, liðskipari hjá Mjølni
Sigur, at tær eiga at vinna á
Drátti
— Eg havi sæð tær spæla
og haldi at vit eiga at kunna
Vinna á teimum, men vit eru
skerdar enn, av tí at Tove
Riksfjord er ikki komin fyri
seg enn eftir skurðviðgerð-
ina.
Marjun sigur, at tær hava
vant við nýggja venjaranum
tvær ferðir nú, og at tað hev-
ur verið sera spennandi og
gevandi.
Hjá Drátti er stødan tann,
at har eru fáir leikarar at
taka av. Venjarin, Suni Han-
sen var eitt sindur vónbrotin
eftir tapið móti TB, men eft-
ir umstødunum, var hann
kortini nøgdur við spælið.
Um tað fer at vera nóg
mikið til at rætta kósina fáa
vit at síggja sunnudagin
Nic skal visa
síni kynstur
Hjá Mjølnir er tað fallið í
lut at skula spæla tveir dyst-
ir um vikuskiftið.
Tann fyrri verður leiktur
leygardagin og verður hann
móti Fleyr b. Tann seinni
verður sunnudagin móti SÍ.
Á pappírinum er talan um
tveir lættar dystir, men tá
havt verður í huga spælið
hjá Mjølnir fyrstu dystirnar
í ár, so er einki avgjørt
frammanundan.
Kortini mugu vit meta
Mjølnir sum favoritt at
vinna, serliga tá havt verður
í huga, at nýggi venjari
teirra, Borko Iic, skal spæla
við teimum.
Hjá Fleyr b er talan um at
royna finna seg til rættis í
ovastu deildini. Hjá teimum
er talan um eina nýggja
byrjan, har teir ikki eru á
ovastu rók. Tað er nakað,
sum ein skal venja seg við.
Harumframt gongur spælið
skjótari enn tað ger í hinum
deildunum og tað er avgjørt
nakað, sum ein skal læra.
Tað kann SÍ skriva undir
uppá, um nakar kann tað.
Í einum av seinastu
dystunum í fjør eydnaðist
tað teimum at vinna á júst
Mjølnir, og tað var eitt tekin
um at sørvingarnir nú vóru
á rættari leið.
Kortini hevur gongið eitt
sindur misjavnt á hjá
teimum í ár. Ósigur móti
Fleyr, og síðani sigur móti
IF. Hvussu tað so fer at laga
seg hjá teimum í Klaksvík,
fáa vit at síggja.
Skert meistaralið
I fjør hittust IF og Fleyr í
fýra dystum. Øll vita, at IF
gjørdist meistari, og tad
gjørdust teir m.a. vid at
vinna allar dystirnar å Fleyr.
Sunnudagin hittast liðini
aftur, men hesaferð er tað
Fleyr, sum er favorittur.
Jens Erik eisini til Leiftur
Fótbóltur: Sum tað sær út í løtuni, so fer Jens Erik Rasmussen at spæla við
Leiftri næsta kappingarár. Gunnar Mohr úr HB váttar, at Jens Erik ikki verður
við teimum
Jens Erik Rasmussen á
veg til Leiftur
SVEINUR TRÓNDARSON
Neyvan nakrantíð mann
føroyskur fótbóltur hava
sæð slíkan útlongsul.
Føroyskir spælarar fara í
oll hugsandi herðashorn til
royndarvenjing og at gera
sáttmálar.
Ísland hevur seinastu tvey
árini verið gott mið hjá før-
oyskum leikarum at royna
sína eydnu, og nú Jens
Martin gerst venjari hjá
Leiftri, verður tað eftir øll-
um at dóma uppaftur betri.
Í fjør vóru tríggir føroy-
ingar í Íslandi, men sum tað
sær út nú, so vera enn fleiri.
Næstan tvífalt so nógvir.
Uni og Allan hava sátt-
málar við síni feløg, og tað
er eingin loyna, at Leiftur
hevur víst Sámali Joensen
úr GI áhuga. |
Í gjár visti Útvarpið kort-
im at siga, at ein annar leik-
ari eisini er á veg til Leiftur,
hóast UF ikki visti at siga
hver hesin leikarin var.
Sosialurin hevur fingið
uppspurt, at talan er um Jens
Erik Rasmussen úr HB.
Sosialurin hevur eisini
fingið orð á stjóran i HB,
Steinfinn Mittelstein, sum
váttar, at teirra sáttmáli við
Jens Erik er gingin út.
— Jens Erik verður ikki
við HB næsta kappingarár,
men tað er ikki avgjørt
hvaðar hann fer. Eingin sátt-
máli er gjørdur, og vit hjálpa
fegnir Jens Eriki at gera
sáttmála um tað er tað hann
ynskir, sigur Steinfinn, sum
leggur afturat, at tað er HB.
sum hevur spæliloyvi hjá
Jens Eriki enn.
Sosialurin hevur eisini
fingið orð á Jens Erik Ras-
mussen.
Hann váttar fyri Sosiali-
num, at hann er á veg til
Leiftur at spæla.
— Eg havi samráðst við
Leifur í einar tvær vikur, og
fari eftir øllum at dóma at
skriva undir sáttmála í
kvold ella í morgin. Tað eru
bara nakrar orðingar, sum
skulu fáast upp á pláss
endaliga áðrenn eg skrivi
undir, sigur Jens Erik Ras-
mussen.
Talan er um ein tvey ára
sáttmála, sum er komin upp
á tal eftir at Jens Martin
møguliga skuldi gerast
venjari í Leiftri.
— Jens Martin setti seg í
samband við meg, og bað
meg bíða við at gera sátt-
mála her heima, tí hann
vildi fegin hava meg við til
Olafsfirdar.
Er talan um ein góðan
sáttmála ?
— Ja, for ólukkan. Sam-
mett við føroysk viðurskift-
ir er talan um ein framúr
góðan sáttmála, sigur Jens
Erik Rasmussen, sum gleðir
seg at royna seg aftur í Ísl-
andi.
Ung framtíð
Nú Jens Erik fer úr HB er
hann tann sjeyndi
lyklaleikarin, sum fer úr
felagnum. Hóast tað er
Gunnar Mohr ikki bangin
fyri framtíðini.
— Vit eru ikki lidnir at
Havnaliðið hevur vunnið
sínar dystir í ár, og hevur
spælt einastandandi væl. ÍF
harafturímóti hevur vunnið
ein og tapt ein, og er rætt-
iliga skert í mun til í fjør.
Tað sum størst spenning-
ur kortini er um, er hvussu
tað fer at ganga nýggja
venjaranum hjá Fleyr.
Pascu Romica skel eins
og venjarin hjá Mjølni
spæla sín fyrsta dyst i Før-
oyum, og tað verður sera
spennandi at síggja.
Alt hetta hoyra vit meira
um í týsdagsblaðnum
samráðast enn, og haðani
kann okkurt gott spyrjast
burturúr. Hinvegin hava vit
nógv gott og ungt fólk at
byggja okkara framtíð á, og
tað ætla vit okkum eisini at
gera, sigur Gunnar Mohr,
formaður í HB við Sosialin.
"1
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
'
t
'
'
'
'
'
'
'
'
J
Føroya
SPARIKASSI
ÁRSINS LEIKARI
TRYGGINGARFELAGID
FØRSYAR
VINNINGARNIR TIL KOSNU
LEIKARARNAR VERDA LATNIR AV:
ÅRSINS VERJULEIKARI
ÅRSINS ÅLOYPARI
ÅRSINS STJØRNUSKOT
Tiltakið verður eisini stuðlað av:
e Atlantsflog Forova. Bjór
TRYGD
ÁRSINS MÁLVERJI