Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 2. oktober 1999 tíðindablaðið 15 Artur avgjørdi alt einsamallur | Hondbóltur: Enn einaferð var tað Artur Johansen, sum nærmast einsamallur avgjørdi ein dyst fyri strandingar. Hesaferð var tað móti Tjaldrinum, sum var sent aftur um fjørðin við ósigri StÍF-Tjaldur 29-23 (13-12) SVEINUR TRÓNDARSON Tað var eitt slag av lokal- uppgerð á Skála sunnudag- in, tá bæði hondbóltsliðini við fjørdin hittust. Strand- ingar hava sum flest øllum kunnugt stoltar traditiónir í hondbólti, meðan tað er meira so sum so við tí í Runavík. Hóast tað, so sær tað kortini frægari út við hondbóltinum í Runavík nú enn tað gjørdi fyri bara ein- um ári síðani. Orsøkin er m. a. at teir hava fingið sær góðan styrk — av Strondum. Hóast tað, so var hetta ikki nóg mikið til, at Tjaldur kundi gera nakað við strandingar sunnudagin. Til tað vóru strandingar og serl- iga Artur Johansen ov sterk- ir. Í veruleikanum avgjørdi hann dystin einsamallur við sínum tólv málum. — Hann var púra óstýri- ligur, sigur Jónleif Sólsker venjari hjá StIF um mål- slúkaran, sum er so týdn- ingarmikil fyri liðið. John tettir verjuna Fyri einari góðari viku síð- ani skrivaðu vit í Sosialin- um, at John Petersen aftur var farin inn á Strendur at spæla hondbålt, og sunnu- dagin var hann við fyri fyrstu ferð í ár. Sereyðkenni hjá John í fjør var, at hann gjørdi eina rúgvu av málum, men so- leiðis var ikki sunnudagin. Kortini var John ein sera týdningarmikil partur av sigrinum hjá strandingum, tí hann var ein knassi í verj- uni, sigur venjarin. — John er sera sterkur í verjuni, og hann tettir har, sum vit hava havt trupul- leikar, sigur venjarin, sum annars ikki ivast eina løtu um at tað við málskjótingini nokk skal koma. Tá farið var undir hetta kappingarárið segði Jónleif, at tað var hansara ætlan at spæla so lítið sum gjørligt, serliga av teirri orsøk, at hann verður ikki vid StIF næsta kappingarár. - Men eg dugi ikki rættuliga at sita uttanfyri, sum er. Lið- ið hevur fleiri skaðar at dragast við, og fleiri leikarar eru í einum aldudali, og tí fari eg inn at hjálpa til, held- ur enn at sita uttanfyri og hyggja at, sigur hann. Hann leggur kortini aft- urat, at tað gongur út yvir spæli hjá liðnum, tí hvorki hann ella John hava vant við liðnum fyrr enn nú, og tað sæst aftur tá tveir nýggir leikarar koma á liðið. Torfør vika Hóast venjarin leutr væl at byrjanini hjá strandingum, við trimum sigrum, so er hann ikki bangin fyri at við- ganga, at teir higartil bara hava spælt móti »løttum« liðum, sum teir skulu vinna á fyri at gera sær nakrar tankar um at liggja í oddi- num. — Tað veruligu styrki- royndina fáa vit at síggja frá sunnudegnum og eina viku fram. Sunnudagin spæla vit móti Neistanum, mikudagin móti Kyndli og sunnudagin aftur móti VIF, og tann vik- an kemur at vísa hvar vit flóta, sigur Jónleif, sum kortini fílist á, at fyrireik- ingarumstødurnar ikki eru av teimum bestu. StIF skipar næsta viku- skiftið fyri sølustevnu í ítr- Ottarhøllini á Skála, og av tí at nógv er sum skal fáast upp á pláss í sambandi við eina slíka stevnu, so fáa strandingar bara tann eina venjingardagin í høllini í hesari vikuni, og venjarin er bangin fyri, at tað kann á- virka avrikið móti teimum trimum toppliðunum. — Móti hasum trimum skal ein vera væl fyrireik- aður. Neistin hevur fingið góðan styrk og hava eitt øgiligt ålop, men hava havt trupulleikar i verjuni. Kynd- il eru góðir, men teir hava tapt tveir dystir, og tað merkir at teir eru til at tosa við. VIF hevur sum sið- venju at klára seg væl. Teir hava traditiónirnar og hig- artil hava teir vunnið tað sum er. Men tað verður í hvussu er tann vikan, sum kemur at siga okkum hvar vit flóta, sigur venjarin sum ikki dylir fyri, at hann er spentur til teir næstu ríggjar dystirnar. StÍF: Artur Johansen 12 (4), Sveinbjørn Danielsen 4, Marius Joensen 4, Kristjan Petursson 3, John Petersen 2, Karsten Danielsen i, Leivur Justinussen 1, Jón- Artur, sum vit kenna hann i skotroynd móti máli. Móti Tjaldrinum skjeyt hann 12 mál savnsmynd leif Sólsker I Tjaldur: Tummas Magnus- sen 7, Sverri Justinussen 6 (1), Pole Hansen 5 (1), Elias Hansen 3 (1), Armfinn Langgaard 2 | Brotskøst: StIF 4, Tjaldur 4 Utvisingar: StÍF 2, Tjaldur 3 Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Kortini kunnu fella burtur Kappróður: Um bátur fær eitt gult kort í innleiðandi róðri, so skal tað ikki telja við í finaluróðrinum Yvirhøvur hevur verið hildið, at skipanin við gulum og reydum fløgg- um ella kortum hevur riggað væl í kappróðrin- um. Á aðalfundinum leygardagin varð kortini ein lítil broyting gjørd í ásetingunum, sum kortini verða givin eftir. Higartil hevur tað verið soleiðis, at tvey gúl kort í sama róðri hava altíð havt kolldøming við sær, men nú er hetta broytt eitt sindur. Eftir uppskoti frá RSF samtykti aðalfundur- in, at um ein bátur í inn- leiðandi róðri hevur fær eitt gult kort, so skal tað ikki telja við í finaluróðrinum. Hetta varð gjørt fyri at bát- arnir, sum taka lut í inn- leiðandi róðrinum, ikki skulu sektast eyka, sammett við teir, sum ikki taka lut í innleiðandi umfarinum. Betra um umsteðurnar Málið við kortunum var einasta málið um broytingar í ásetingunum, sum var fyri á ársaðalfundinum. Men formaðurin í RSF, Hannis Joensen, heldur ikki, at tað skal takast sum ábending um, at lítið veiggj er í kappróðrinum: — Vit arbeiða alla tíðina við at betra umstødurnar hjá kappróðrinum. Tey seinnu árini hevur nógv verið gjørt við fasta startin. Í fjør var tað bara á nordoyarstevnu, at tað vóru stórvegis trup- ulleikar. Abyrgdarpersónar- nir hav norðuri ynsktu, at spurningurin varå tikin upp beinanvegin. Tað varð hann, og tað varð avrátt, hvussu tað skuldi farast fram fyri at betra um fyritreytirnar komandi ár. Teir vildu fegn- ir gera hetta, og vit fylgja við í arbeiðnum og fara at taka spurningin upp saman við teimum, áðrenn far- ið verður undir nýggju FM kappingina.jh f“----==================.==.==="=....-=—- VINNINGARNIR TIL KOSNU LEIKARARNAR VERÐA LATNIR AV: ÁRSINS LEIKARI Ø STATOIL ' ' ' ' ' ' ' ' ' : ' ' ' ' Li 1 ' ' ' ' ' 1 ' ' LI LI ' ' ' ' ' LI ' LI ' LI ' ' t ' ' LI G LI i ÅRSINS VERJULEIKARI ; ' ' ' ' i ' FI LI i LI ' ' ' ' ' ' ? LI ' LI ' |} ' ' ' ' ' LI ' LI ' LI 1 LI ' ' ' ' ' ' i LI ' ' > 4. PIZZA 67 TRYGGINGARFELAGID FØRSYAR ÅRSINS ÅLOYPARI ÅRSINS STJØRNUSKOT Tiltakid verdur eisini studlad av: Aa Atlantsflog Féroya Bjór 50sklyrin Søkt verður eftir leikandi venjara til 4. og 5. deild felagsins til kappingar- árið 2000. Ítróttarfelagið Fram | Postboks 1298 | FO-110 Tórshavn | TIf. 319191/314142