mikudagur 19. januar 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 12 - 19. januar 2005
Almennur
føroyskur dansur verður í Bygdarhúsinum í Hós-
vík 22. januar frá kl. 22.00.
Kostnaður er 60 kr. Breyð, kaffi og te eru íroknað
atgongumerkið.
Bygdarfelagið Varðin
Hósvík
Grundskeið í lóg
Í vár skipar Søgu- og Samfelagsdeildin á
Fróðskaparsetri Føroya fyri undirvísing í
grundskeiði í lóg. Grundskeiðið er 15 ECTS, ið
svarar til 1/4 ársverk. Skeiðið fevnir um ein
almennan part,ið verður settur saman av pørtum
sum:at finna lóg,at skipa lóg,at smíða lóg,at tulka
lóg og einum serligum parti settur saman av
brotum úr galdandi stjórnar- og fyrisitingarlógum,
serliga stýrisskipanarlógini, heimastýrisskipanini,
ríkisgrundlógini,fyrisitingarlógini og innlitarlógini.
Skeiðið er ætlað lesandi á setrinum, fólki við
aðrari hægri útbúgving enn í løgfrøði, fólki við
fyrisitingarligum royndum, ið hava tørv á eftirút-
búgving, men onnur kunnu eisini, um pláss verð-
ur,
skriva seg inn.
Fyritreytin er tá ein
miðnámsútbúgving ella samsvarandi.
Undirvíst verður tvær ferðir tveir tímar um vik-
una, týskvøld og hóskvøld, kl. 18-20 í hølum
setursins á Føroya Sjómansskúla.
Undirvísingin byrjar týsdagin 1. februar 2005 og
endar við skrivligari próvtøka hósdagin 2. juni
2005.
Lærarar verða løgfrøðingarnir Kári á Rógvi, Birita
L.Poulsen,Heðin D.Poulsen,Jógvan Elias Winther
Poulsen og Jonhard Klettheyggj.
Kostnaður fyri skeiðið, íroknað skeiðstilfar, er kr.
3.000. Harafturat kemur próvtøkugjald kr. 1.000.
Umsóknarbløð fáast við at venda sær til Søgu- og
Samfelagsdeildina, J.C.Svabosgøtu 7, 100 Tórs-
havn, tlf. 352580 ella á heimasíðuni www.setur.fo
Umsóknarfreistin er sett til hósdagin
27. januar 2005.
Skeið í 1. hjálp
Um undirtøkan er nóg stór, skipar Reyði Krossur
Føroya fyri:
Grundskeiði, 12 tímar, í 1. hjálp:
12., 13. og 19. februar
Víðkaðum skeiði, 20 tímar í 1. hjálp:
byrjað verður 20. februar
Treyt: Grundskeið ikki eldri enn 3 ár.
Tilmelding á tlf. 319630
mikudag kl. 14-16 og kl. 19-21
Teldupostur: redcross@redcross.fo
Radioskeið ROC
verður á Sandoyar Meginskúla í næstum.Tilmeld-
ing á tlf. 361038 ella hjá Radioeftirlitinum, tlf.
356020.
Luttøkugjald kr. 150,-.
Sandoyar Kvøldskúli
Vága Sjúkrakassi
Sambært grein 28 í høvuðssamtykini, verður
lýst til val í Sandavági 16. februar 2005.
Veljast skulu 1 umboð fyri Miðvág,1 fyri Sørvág,1
fyri Bø og 1 fyri Mykines.
Uppskot til umboð skulu skrivliga vera sjúkra-
kassanum í hendi í seinasta lagi 2. februar 2005.
Bilmekanikari
Søkt verður eftir bilmekanikara at byrja sum
skjótast.
Áhugað kunnu venda sær til Heðin ella Finnboga.
Pf. Meinhardt Arge
Tlf. 345400
Pedagogar
Í Barnagarðinum á Teiginum heima á Sandi sókn-
ast vit eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30
tímar um vikuna. Størvini, íð setast skulu, eru:
30 tímar/viku í útibarnagarðsbólkinum “Lítla
Teigi”, har eru 23 børn í aldrinum 4 – 7 ár.
30 tímar/viku í skúlabólkinum, har eru 7 børn í
aldrinum 7-8 ár.
Krøvini til tín eru:
•
at tú er fyrikomandi og erligur
•
at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og
ábyrgdarfult í samráð við børnini
•
at tú heldur arbeiði við børnum í ávikavist 4-7
og 7-8 ára aldri vera spennandi og avbjóðandi
•
at tær dámar at verða úti í øllum veðrið
•
at tú dugir at síggja møguleikar heldur enn
avmarkingar
•
at tú er nærverandi og dugir at lurta
Børnini vilja:
•
at tú dugir at spæla fótbólt
•
at tær dámar at ganga túrar á fjall og í fjørðu
•
at tú dugir ymisk dreingja- og gentuspøl
•
at tú dugir at fanga krabbar eins væl og spæla
við Barbiedukkur
•
at tú dugir at reypa og siga søgur
Góðir møguleikar eru at nýta fimleikahøll og fót-
bóltsvallir í arbeiðinum.
Starvið verður lønt smb. sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara-
felag Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Lailu M. Petersen, stovnsleiðara á
tlf. 361750/270720.
Skrivlig umsókn skal sendast til Sjálvsognar-
stovnin Barnagarðin á Teiginum, FO-210 Sandur.
Umsóknarfreistin er úti 01.02.05. Størvini verða
sett 15.02.05. Allir umsøkjarar fáa svar. Í løtuni
røkja hjálparfólk størvini.
Sjálvsognarstovnurin
Barnagarðurin á Teiginum
GSM telefonir
Tráðleysar
Til skip og bátar
Nokia - Siemens - Motorola
Ericsson - Panasonic
Siemens Dect.
Kunnu ikki avlurtast
NMT 450 - VHF telefonir v.m.
SØLA & TÆNASTA
www.sosialurin.fo