Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Postadr: Postsmoga 76, Myndamenn: ; Åb darblaðstjóri: | Marknaðardeild: Dagfinn Olsen | : Jan Moller | Jonhard Hammer | John Johannessen | Jens Kristian Vang kung Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Alvur Haraldsen SÆT a 14720 Blaðstjóri: Eyðun Klakkstein Útgevari, uppseting: | Telefax. | e-mail: post &sosialurin fo Eirikur Lindenskov Blaðfólk: | Høgni Mohr Sp/t Sosialurin mo pe la : | ; : Lýsingar: lysing€sosialurin - 7 R ki Bertholdsen, Niclas Johannesen Bústaður: : Sosalun Internet: www.sosialurin.fo GUÐ Kjolbro Yngd: Jákup Mork Argjavegur 26, Argir = Prent: Sosialurin Gevist nu við kirkjuklandrinum Oddagrein Seinnu årini hevur eitt opinlyst sundurlyndi eyðkent prestastættina í Føroyum - og førdi hetta til, at seks føroyskir prestar sendu klagu til Kirkjumálaráðið í Keyp- mannahavn. Hesir prestar vóru sera misnøgdir við bisp, m. a. ti hann hevði tikið Fuglafjarðar prest av ræði og ímóti hansara vilja loyvt kvinn- uligum presti at prædika í kirkjuni. Klag- urnar snúðu seg eisini um lestrabókina >Lívið spratt av kærleiks rót<, o. o. viður- skifti, sum hesir prestar hildu vera ímóti Guds orði. Umsíðir er nú svarið komið frá kirkjumál- aráðnum - og verða allar kærur afturvístar. Nú skulu vit á hesum stað ikki gera okkum til dómarar yvir, hvor hevur rætt og ikki. Kortini kunnu vit sum eygleiðarar og vanlig leikfólk staðfesta, at slíkur atburður alt annað enn hevur gott árin á foroysku fólkakirkjuna, sum allir partar uttan iva eru góðir við. Vit hava fyrr vísta á tað ovugta í tí, at okkara fólkakirkja skal nokta kvinnuligum prestum at prædika - og eisini víst á, at um kirkjan gongur hesa leið, so býður henni ikki bøtur. Tað liggur ikki til okkara mentan at tulka Orðið so fundamentalist- iskt, at kvinnur ikki skulu sleppa at virka sum prestar. Tað er harmuligt fyri føroysku kirkjugang- ararnar, at prestar á henda hátt ganga á odda at seta kílar í kirkjuna - og á henda hátt halda heilar meinigheitir sum gíslar í slíkum stríði - sum ofta tykist vera eitt privat stríð - heldur enn eitt kirkjuligt stríð. Eftir okkara tykki hevur prestur ikki til uppgávu at seta kílar í kirkjufólkið. Hans- ara uppgáva er heldur ikki at stríðast móti javnstoðu millum kvinnur og menn - ella at nokta sundurlisnum at giftast — ella tað sum verri er, at nokta at doypa børn hjá ógiftum fólkum. Hansara uppgáva er at boða evangeliið. Nú hetta stríð er lagt afturum kundu prestar okkara hóskandi sýnt kirkjuni tann heiður at staðið saman um tað, sum í veruleikanum er teirra uppgáva. Tá hovdu vit uttan iva upplivað, at fólkið kom í kirkju — heldur enn at fólk verða stygd frá kirkj- uni, sum nú er vorðin kastiblødka í einum ódámligum stríði uttan veruligt innihald. Hetta hevði verið ein hóskiligur varði, nú vit skulu hátíðarhalda 1000. árið fyri kristn- íboðanini í Føroyum… Sosialurin Lesarabrøv: Sambandsflokkurin ikki við í Krosskasti Johan Petersen, fyrrverandi útvarps- og sjónvarps- nevndarformadur, setur í blaðgrein spurning við tann måtan, sum almennu fjøl- miðlarnir velja tilfar og eyni. Sum dómi nevnir hann, at sambandsflokkurin átti at verið við í sendingini Krosskast, sum vidgjørdi møguleikarnar fyri politisk- ari semju um eitt samráð- ingarupplegg við donsku stjórnina. Hvønn dag og í heilum er okkara arbeiði at velja. Hetta er høvudsuppgåvan hjá fjølmiðlafólki, sum fæst við tíðindi og aktuelt tilfar. At velja. Men vit velja ikki heilt tilvildarligt. Tað, sum endar á skíggjanum, hava vit valt skal á skíggjan. Ábyrgdin er altíð okkara. Arbeiði at velja er grund- leggjandi í ollum fjølmidl- aarbeiði. Og hendan rættin fara vit ongantíð sjálvboðin at siga frá okkum. Heldur finna vit okkum annað starv. Vit velja evni, sum hava samfelagsligan týdning — bæði fyri tann einstaka og fyri heildina. Vit velja evni, har fólk kenna seg aftur í sínum egna gerandisdegi. Vit velja evni, sum eru uppi í tidini. Vit velja evni, sum hugtaka fólk, evni sum eru forkunnug, evni sum eru viðkomandi og so víðari og so víðari. Men vit eru avgjørt ikki bangin fyri at skifta orð um, vit altíð velja rætt ella um vit ikki kundu valt ødrvisi. Sjálvi koma vit meiri enn so til ta niðurstøðu, at vit skuldu valt øðrvísi. Sumt skuldi verið gjørt ødrvisi og sumt skuldi kanska als ikki verið gjørt. Lat okkum tosa um Krosskast mikukvøldid 20 oktober 1999 Vit valdu at viðgera og kanna møguleikarnar hjá samgonguni fyri eini semju, sum rakk út um sjálva sam gonguna. Sum orðaskiftið á Tingi hevdi verið. mettu vit, at mest sannliku møguleik arnir vóru, at javnaðarflokk urin og samgongan onkurs vegna kundu finna saman Samstundis vistu vit. at mill um Fólkaflokkin og Tjóð veldisflokkin vóru eisini smærri ósemjur. Tí valdu vit at seta hesar tríggjar flokkar saman. Í eini roynd at lýsa hvørjir møguleikar vóru. Vit hildu, at besti mátin at lýsa støðuna hjá hesum trimum stórum flokkunum. var at spyrja teir. Soleiðis valdu vit. men onnur kunnu halda, at vit skuldu valt ødrvisi. Ein meiri álvarsamur spurningur í hesum viðfangi er, um fjølmiðlafólk sleppa at velja frítt ella um onkur longri uppi ella við síðuna av bestemmar, hvussu velj- ast skal. Nógv royna at fáa okkum at velja ødrvisi enn vit ætla: politikarar, áhugabólkar, ítr- óttarfelog, lýsingartovur, handlar og fyritøkur, ein- staklingar. Avgerandi er at miðilin hevur trúvirði mill- um manna, og at fólk yvir- høvur halda at midilin er óheftur. Og hetta krevur, at fjølmiðlarnir hava møgu- leikan at velja frítt. Vit vita úr fleiri londum, at herurin stendur í duru- num, um vit ikki skriva tíð- indini, sum stjórnin vil. Fólk vera uppsøgd, um gingið verður móti teimum, sum sita við valdið Soleiðis er ikki Føroyum. Programmedarbeiðarar i Sjónvarpinum sleppa at velja frítt. Tað eydnast ong- um at kroysta okkum til eitt val, sum setir spurnaðartek- in við okkara óheftu stóðu. Men kortini er spurning- urin hjá Johan Petersen við- komandi. Hann rør uppund- ir, at Sjónvarpið so ella so letur seg stýra av Signari av Brúnni, landsstýrismanni í mentamålum, og at tað var grundin til at Sambands- flokkurin ikki skuldi við í Krosskast. Hann sigur ikki at tað er soleiðis. men hann hevur illgruna um tað. Fyrst og fremst er at siga, at tað er ein skuldseting móti okkara fólki, sum kemur sera illa við. Hetta er skuldseting móti fólki, sum í åravis hava staðið 6- heft í tíðidaflutninginum og sum kenna tað groft æru- meiðandi. Í øðrum lagi er at siga, at um fólk hava illgruna um, at almennu fjølmiðlarnir ikki kunnu velja frítt. so mugu vit avgjørt gera nakað við tað. Tí tað er eins álvar- samt at liva við illgruna- num. Tað máðar burtur av trúvirðinum. Vit skulu alla tíðina royna at skipa okkum soleiðis. at orsøkirnar til illgrunar verða sum minstar. Skipanin í dag, har Sjónvarpið fyrisitingar- liga liggur í beinari striku undir landsstyrismanninum i mentamålum (i dag tjóð- veldismaðurin Signar á Brúnni), er ikki tann besta. Einhver landsstýrismaður í mentamálum má stundum taka avgerðir, sum raka sjónvarpið. Og líkamikið um stovnurin Sjónvarpið fær fyrimunir ella vansi slíkum avgerðum, so er tað rætt, at illgruni kann sti seg upp um, at henda bei: leidis bindingin millum landstyrismann og ein fjø miðil, kann åvirka fria ið. I longdini ber ikki ti! vera undir illgruna fyr velja eftir høvdinum verandi landsstyrisman: mentamálum. Onkursvegna skulu umhugsa, hvussu almennu fjølmidlarnar kunnu loysast frá beinleiðis bindingini í sitandi landsstýrismann mentamálum. Eitt hugsko: er at seta okkurt slag a nevnd millum landsstyris mannin og sjónvarpið Hvussu nevndin skal veljas og um júst hetta er best modellið, er ikki víst. Er tað rætt, sum Joha! Petersen førir fram, verandi skipan førir til ill gruna um, at sjónvarpið le! ur seg stýra av sitandi lands stýrismanni í mentamálum. so eigur skipanin at broytast skjótast til ber. Ossur Winthereig, tíðindastjóri Sjónvarp Føroya SN Norrøni Eftirskúlin má gevast við virksemi sínum og letur aftur Norrøni Eftirskúlin er farin i søguna. Ein føroyskur eftirskúli, ætlaður føroying- um i Føroyum, í Danmark og ødrum Nordanlondum, ætlaður ungdómi ið hava áhuga fyri føroyskari men- tan, at knýta vinarbond landanna millum og at menna føroyskan ungdóm. Ein annarleiðis skúli, ið hevur bjóðað ungdómi bók- liga útbúgving, við fráfar- ingarroynd fólkaskúlans, eisini í føroyskum máli, handaligum arbeiðið og ábyrgd í felagsskapi við hvørjum øðrum. Hin føroyski eftirskúlin fór at bakkastokki hin 1. aug. 1986 og hevur verið virkin síðan, í nærum 14 ár. Skúlin byrjaði virksemi sítt í Genner, sum liggur í suður Jútlandi. Her bleiv skjótt ov trongligt og í 1992 vóru nýggir bygningar keyptir í Hygum. Tey fyrstu árini gekk framá við skúlanum. Men frá medio 1990 fór næm- ingatalið at minka og hevur støðugt minka til hetta skúlaárið. Eftir áheitan frá nevnd skúlans fyrst í 1999, tók Hin Føroyska Kirkjuliga Heimamissiónin stig til at fara inn í Eftirskúlafelagið, við vón um aftur at fáa næmingatalið at vaksa og at venda gongdini til tað betra, í einum tryggum, kristnum umhvørvi. Men teir fíggjarligu karmarnir hava ikki givið okkum møguleikar, at venda gongdini á skúl- anum. Nevndin er sera hørm um, at tær >visiónir< og ætlanir vit høvdu fyri skúlan, ikki kundu førast út í livið. Foreldur, næmingar og avvarðandi myndugleikar eru kunnaðir um støðuna. Arbeitt verður við loysnum fyri hvønn einstakan næm- ing, við m.a. at koma á ann- an eftirskúla. Tað er við sorgblídni at Norrøni Eftirskúlin nú letur aftur. Skúlin hevur verið til hjálp og uppbyggingar fyri nógvar næmingar. Serliga vilja vit at akka stovnum og feløgum, sum hava víst skúlanum vælvild og álit, við peningaligum stuðli, ið gav okkum vón um eina blíða framtíð. Tí- verri rukku vit ikki tí máli, sum vit høvdu sett okkum. Nevndin fyri Norrøna Eftirskúlan