hósdagur 4. november 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
urta meðan Dr. Patrick Caragata leggur fram sínar hugsanir um hvussu Fórovar
Nr. 210 - 4. NOVEMBER 1999
Mynd: Jens Kristian Vang
Hvussu við teimum
negativu árinunum
Hóast formaðurin í Javnaðarflokkinum er meiri enn eitt sindur skeptiskur um
politikkin í álitinum, sum Caragata nevndin legði fram týsdagin, so heldur
hann, at álitið kemur væl við, tí við hesum fáa vit eitt ideologiskt kjak um
hvussu okkara samfelag skal skrúvast saman
SVEINUR TRÓNDARSON
Hatta sum
fótur í hosu við politikkin
Fólkaflokkinum.
álitið passar
sum
hevur tosad um.
1 skal niður og at
skal
hóast nógv
ður álitnum um
av teimum til
gingum lagt verður upp
so verður ikki við einum
einasta orðið nevnt nakað
negativu árini av
broytingunum
Ordini eigur Jóannes Eid-
esgaard. formaður i Javnað-
arflokkinum, og hann sigur
tey í sambandi við tað Carr-
tið, sum var lagt
el Føroyum týs-
Tað, sum Jóannes Eides-
gaard saknar í Caragata álit
inum er ein gjøgnumgongd
av teimum avleiðingum
broytingarnar fara at hava
við sær fyri veika í
samfelagnum
Hann vísir á, at álitið er
ein hálovan av Ný Sæl-
endska politikkinum, sum
varð førdur frá 1984, men
samstundis »gloyma« teir at
taka vid, at just hesin polit-
ikkur hevdi vid sær, at tey
veiku í Ný Sælandi gjørdust
tapararnir í spælinum.
Tað vóru Sosialdemo-
kratarnir, sum við hjálp frá
embætismonnunum settu
gongd á broytingarnar í
1984, men eg eri vísur í, at
broytingarnar fóru nógv
longri enn teir nakrantíð
høvdu ætlað, sigur Jóannes.
tann
Men hava vit so ikki tann
einastandandi góða møgu-
gera broytingar.
samstundis sum vit læra av
NI V
gJØrdut SKET
Fad kanst tú gott siga,
men tað er ikki so einfalt, ti
Við at gera nógvar stórar
broytingar á almannaøkin-
um er vandi fyri at ávísir
samfelagsbólar detta niður
ímillum, og tað var júst tað
sum hendi á Ný Sælandi.
Men tað nevna teir ikki við
einum orði, sigur Jóannes
Eidesgaard
Sælendarar
Fólkaflyting
Jóannes Eidesgaard vísir á,
at ein av avleiðingunum av
broytingunum á Ný Sælandi
var, at arbeiðsmarknaðurin
varð hamskiftur.
Ný Sæland var kent fyri
at hava ein vælvirkandi
arbeiðsmarknað við góðum
arbeiðsmarknaðaravtalum,
men eftir 1984 er alt hetta
farið fyri skeytið. Eitt
annað, sum eisini hendi var,
at nógv fólk fluttu úr Ný
Sælandi, og tað var eisini
tað vit fingu at vita, fer at
henda i Føroyum, og tå
haldi eg, at vit eiga at seta
spurnartekin um tað er rætt
at liberalisera so nógvm sig-
ur Jóannes Eidesgaard, sum
eisini heldur tað vera logið,
at vit, sum einasta land í
Norðanlondum skulu hava
eina aðra sosiala trygdar-
skipan.
— Skattatrýstið í Norður-
londum er so høgt av teirri
orsøk, at vit hava valt, at
gera eina politiska umfor-
deiling av pengunum so-
leiðis at sosiala trygdarnetið
verður spent undir oll. Tað
er eitt val vit hava framt, og
tað halda vit, at vit eiga at
standa við, sigur formaðurin
í Javnaðarflokkin, sum ikki
heldur so nógv um tosið hjá
Fólkaflokkinum, um at gera
eitt land við lágum skatti, tí
tað kostar eisini á tí sosialu
síðuni.
Privatisering
ikki bara góð
Ein annar hornasteinur í
ålitinum hjá Caragata
nevndini er privatiseringin
av almennu stovnunum.
Føroya Banki verður
beinleiðis nevndur í ålitin-
um umframt Atlantsflog og
onnur, og her er Jóannes í
iva, um tað er so rætt, sum
nevndin førir fram.
— Seta vit bankan til sølu,
so mugu vit eisini hyggja at
hvør fer at keypa. Ein møg-
uligur keypari er Den
Danske bank, og eg loyvi
mær at ivast f um føroyingar
høvdu verið so glaðir um
tað hendi., sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann minnir eisini Før-
oya fólk á, at tað er ikki so
langt síðani at bankarnir
fóru á húsagang, og tá teir
fóru, tá var ikki talan um
almennar bankar. Tá áttu
privatir investorar peninga-
stovnarnar, og hóast tað
vóru teir, sum høvdu
ábyrgdina fyri, at teir fóru
av knóranum so var tað tað
almenna sum mátti taka yv-
ir, vísir Jóannes á.
Taka vit Atlantsflog, so
er Mærsk Air ein møguligur
keypari, og so verður fel-
agið avtikið og vit hava aft-
ur monopol á farleiðini
millum Føroyar og Dan-
mark, sigur Jóannes.
Hann vísir eisini á, at tað
einasta landskassin fær
burturúr eini privatisering er
eitt eingangsgjald. Og tá tað
er inngoldið, so ber ikki til
at fáa meira burtur úr tí.
Hugsjónarligu
avvikini sjónlig
Hóast Jóannes Eidesgaard
ikki er samdur við tí sum
stendur í Caragata álitinum,
so er hann kortini fegin um,
at tað er komið.
— Tað vil altíð vera so.
Teir tríggir, sum hava gjørt
hetta åliid eru búskapar-
fróðingar, sum eru framm-
alaga í neoliberalistiskum
búskapi, men neyvan í
breiðari spektri, og eg ivist
onga løtu í, at fingu vit,
nakrar vinstrahallar búskap-
arfróðingar at gera eina kan-
ning, so afturvístu teir
hvørjun einasta pástandi hjá
hesum monnunum, sigur
Jóannes Eidesgaard.
— Men, leggur hann aft-
urat, við ålitinum fáa vit eitt
hugsjónarligt kjak um
hvussu føroyska samfelagið
eigur at vera uppbygt, og
tað haldi eg vera gott og
harðliga tiltrongd, serliga
eftir at Hvítabók hevur tik-
ið luftina frá fólkið seinastu
nógvu tíðina.
Verða trælir
í egnum húsi
Jóannes Eidesgaard heldur, at verð-
ur áheitanin um geva kapitali fría
atgongd til føroyska vinnu, so endar
tað heilt skjótt við, at fóroyingar
gerast trælir í egnum húsi
SVEINUR TRÓNDARSON
Ein partur av teimum til-
lagingum, sum Caragata
álitið mælir til, skulu ger-
ast í Føroyum er, at allar
forðingar fyri fremmand-
um iløgum í Føroyum
vera avtiknar.
Bólkurin vísir á hvussu
onnur lond hava gjørt, og
mælir til, at føroyingar
heldur enn at seta forð-
ingar fyri fløgum fara at
broyta vinnulívstreytirnar
soleiðis at tað verður á-
hugavert fyri útlendingar
at gera iløgur i føroyska
vinnulívi.
Men formaður Javnað-
arfloksins er als ikki
samdur við Caragata
bólkinum. Hann heldur
heilt einfalt, at tað við
hesum broytingunum
gerst ein ov stórur vandi
fyri, at útlendska ávirk-
anin gerst ov stór, og tað
er sera óheppið.
— Eg eri bangin fyri, at
vit koma at sita sum trælir
í okkara egna húsi um vit
taka undir við hasum
broytingunum, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
Kunnu sita
eftir við ongum
Men hvat er tað, sum
Jóannes Eidesgaard er
bangin fyri?
Tað er, at Føroyar er eitt
lítið land, og at vinnulívið
í landinum tí heldur ikki
er so stórt í vavi. Av somu
orsøk er lættari hjá
útlendingum at keypa seg
inn í føroyskt vinnuliv, og
at gerast eigarar. Eigarar,
sum i høvudsheitum
hugsa um at fåa vinning
av fyritøkuni.
— Hygg til dømis at
norska vinnulívinum. Tað
eru so nógvir pengar í
norska vinnulívinum, at
teir til eina og hverja tíð
kunnu keypa alt føroyskt
vinnulív uttan nakað, fáa
teir loyvi til tess, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Men er nakar beinleiðis
vandi við at útlendingar
sleppa at keypa seg inn í
føroyskt vinnuliv?
— Eg síggi ein vanda, at
útlendingar koma at eiga
alt tað føroyska vinnuliv-
ið, sígur Jóannes Eides-
gaard, sum vísir á, at við
tí gerst føroyingurin træl-
ur í egnum húsi.
Men um útlendingar
sleppa at keypa seg inn í
vinnulívið, so verður pen-
ingur eisini »leysgivin« til
at gera aðrar iløgur. Eg
meini, teir, sum eiga tað
vinnulívið sum er nú, teir
kunnu brúka peningin til
at gera aðrar íløgur. Er
tað ikki so?
— Tað er væl møguligt,
men teir kunnu eisini seta
peningin til síðis og liva
av tí, sum hann gevur av
sær., um so er, at lógir
verða gjørdar, sum byrgja
upp fyri slíkum, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
Íslendska
modellin ræðir
Uttan at tað tó skal mis-
skiljast so óttast Jóannes
Eidesgaard eitt sindur, at
føroyskir politikarar fara
at fjeppast ov nógv uppí í
teimum íslendsku loysn-
unum.
— Íslendingarnir hava
kvotaskipanir, men tann
skipanin virkar heldur
ikki uttan lítir. Og av tí at
kvotuskipanin er so um-
setilig, sum hon er, so er
nærum øll íslendsk fiski-
veiða savnað á nøkrum
heilt fáum hondum. Ísl-
endskir stórkapitalistar,
sum búgva í Spania, stýra
íslendsku fiskivinnuni, tí
teir hava pengarnar at
keypa kvoturnar. Er tað
tann vegin vit skulu fara
í Føroyum, spyr Jóannes.
Hann vísir á, at tað
reiðararnir fiska er ogn
hjá øllum borgarum i
landinum, og at teir tí ikki
eiga einkarrætt upp å fisk-
in.
Men er tad i grundini
ikki feilurin hjå politik-
arunum, at tit ikki hava
sett teimum treytir, t. d. at
teir skulu keypa kvotur-
nar frå landinum áðrenn?
— Jú, tað er væl møgu-
ligt, at tað hevði hjålpt
upp á trupulleikan, um vit
høvdu ein kvotabanka,
sigur Jóannes Eidesgaard,
sum tó kortini ikki er
samdur við Caragata
bólkinum um, at útl-
endskt vinnulív skal hava
frítt at fara inn í føroyskt
vinnulív.
— Tað kann ikki vera
meiningin, at vit skulu
lata onnur hava ábyrgdina
av vinnulívinum fyri okk-
um. Hvat skulu vit tá hava
sjálvsstýrið til, spyr Jó-