Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. november 1999síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skála Ítróttarfelag Skála Ítróttarfelag varð stovnað í 1966, og hevur umleið 200 skrásettar limir. Felagið er í dag eitt fótbóltsfelag burtur- av. við umleið 20 luttakandi liðum í landskappingini. Formaður er Emil Jacobsen. Skála Róðrarfelag Skála Róðrarfelag varð stovnað í 1993, og hevur 150 skrá- settar limir. Felagið hevur luttikid í kapprógving við 2 bátum, 5 mannafarinum Svanur, og 10 mannafarinum Skálabáturin. Formaður er Dan Pedersen. Stranda Ítróttarfelag Stranda Ítróttarfelag ella STIF varð stovnað i 1948, og man tí vera eitt av teimum elstu itrottarfeløgunum í Føroyum. STIF er eitt hondboltsfelag, og hevur lið í ollum deildum, bæði gentum, kvinnum, dreingjum og monnum. Í felagnum eru 200 aktivir limir. Formaður er Andrass Danielsen Strálan Ungmannafelagið Strálan varð stovnað í 1988. Felagið hevur luttikið í kappróðri við 6 mannafarinum Stråluni síðani 1992. Umframt kapprógving eru badminton, dart og ymsir frælsir ítróttir eisini á skránni hjá Stråluni. Strálan hevur 150 skrá- settar limir. Formaður er Anfinn Gærdum Góða SøluRås 99! Sølustevnan SøluRåsin '99 er fyriskipað av itrottarfeløgunum á Skála og Strondum, t.v.s. Skála Itrottarfelagi, Skála Róðrar- felagi, Stranda Itrottarfelagi og Ungmannafelagnum Stråluni. Endamálið við stevnuni er at fáa pening til vega, sum skal nýtast til raksturin hjá hesum 4 feløgunum. Sølustevnan SøluRåsin '98, sum vit fyriskipaðu í fjør, eydnadist sera væl, yvir 30 fyritøkur luttóku á stevnuni og yvir 2.800 atgongumerki vóru seld. Vit hava aftur í år lagt alla orku í, fyri at øll skulu verða so væl nøgd við stevnuna sum til ber. Vit fara her at takka ellum framsýnarum, lýsarum, teimum sum undirhalda, teimum vitjandi og ellum tykkum mongu sum hava hjálpt til, at gera tað møguligt at hava eina slíka sølustevnu sum hesa. Við ynskjum um eina væl vitjaða og góða selustevnu á SeluRásini '99. Vælkomin“ Fyrireikingarneyndin