leygardagur 6. november 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 212 - 6. NOVEMBER 1999
é&- RN i Tolikanning
Smuglari handtikin
ungur hjá løgregluni, verður her førdur út úr komuhøllini á flogvøllinum í Vágum
Mynd: Jens Kristian Vang
Ein råsevnissmuglari, sum varð handtikin á flogvøllinum, royndi at stinga
hash og kokain í ferðagóðsið hjá Atla Hansen i Gøtu. Tað eydnaðist ikki, og
smuglarin varð væntandi varðhaldsfongslaður seinnapartin í gjár
HOGN
Mort
num, ið snoddaði seg fram
ólógliga innihaldið í und
Hin 33 ára gamli smugl
r ikki so at syfta. Efur
1 var handtikin i kom
flogvøllinum,
royndi hann at sleppa sær
við rúsevnini. Hin ill
grunaleysi Atli Hansen
ði sett ferðagóðsið frá
uhollini
sær á gólvinum og var farin
Tá hann kemur
inn aftur, sær hann, at okk
urt óvanligt er áfatt. Hand-
tikni maðurin fer í somu
løtu fram við ferðagóðsi-
num hjá Atla, og roynir at
út á vesið
stinga rúsevnini í taskuna
hjá forfarda gøtumanninum
Tað eydnaðist kortini ikki,
tí alt góðsið hjá Atla var
kannað gjølliga og har var
onki ólógligt at finna
Kravdi varð-
haldsfongsling
Løgreglan í Vágum váttar,
at maðurin varð handtikin
og avhoyrdur beinanvegin
Tað vísti seg, at nøgdirnar
á rúsevnunum vóru so stór-
ar, at kriminalløgreglan
noyddist at koma upp í leik-
in. Maðurin varð sostatt
fluttur-til Havnar
Kriminalløgreglan i Havn
sigur, at talan er um 80
gramm av hashi og 5
gramm av kokaini. Fyrra-
partin i gjår avhoyrdi krim-
inalløgreglan mannin, men
ikki er frætt um maðurin
játtar seg sekan. Fríggjadag-
in klokkan 13.00 skuldi
maðurin til grundlógarav-
hoyringar i Føroya Rætti,
har ákæruvaldið fór at
krevja mannin varðhalds-
fongslaðan.
Atli Hansen mundi
verðið tikin fyri rús-
evnissmugling…
Mynd: Jens Kristian Vang
Fakta
um dom
HOGNI MOHR
Revsikarmurin fyri rúsevnissmugling er sera víður.
Avgerðandi er, hvussu dómarin metir málið. Hann
kann velja at dóma eftir $ 3 í lógini um rúsandi evni.
Revsikarmurin í hesi lógini gongur úr bót, til hefti
og upp í 2 ára fongsul. Velur dómarin hina strangaru
$ 191 í revsilógini, ber til at fáa upp í 6 ára fongsul.
Sannlikt er ikki, at handtikni maðurin í hesum máli
verður dømdur eftir revsilógini. Dómi eru um, at
royndir at smugla millum 250 og 700 gramm av
hashi, eru endaðar við dómi eftir tí linaru lógini.
Hóast kokain er við í fonginum hesaferð, verður ikki
hildið, at nøgdirnar eru nóg stórar til at dóma eftir
revysilógini.
Shubbar í Kagganum
Tónleikararnir í ShuBiDua vóru sera hugtiknir av føroyska orkestrinum,
Tangz, í Kagganum tórskvóldið
HOGNI MOHR
Fáar tímar eftir, at donsku
tónleikararnir í ShuBiDua
vóru lendir í Vágunum,
endaðu teir í Kagganum í
Havn. Klokkan nærkaðist
ellivu tórskvoldið tá teir
komu í klubban.
— Vit ætla okkum at lurta
eftir tónleiki. Ikki at spæla,
gjørdi oddamaðurin, Mich-
ael Bundesen, púra greitt í
somu lotu teir trinu inn. Tað
bilti heldur ikki, tí orkestrið
Tangz, sum spældi hetta
kvøldid í Kagganum, var á
høgum stødi. Hetta vóru
Bundesen við bjór í
Kagganum tórskvóldið
Mynd: Jonhard Hammmer
eisini gomlu Shubbarnir á
einum máli um.
— Han synger sgu“ pisse-
godt, ham der, segði Bund-
esen og sipadi her vid til
unga sangaran i Tangz, Rók
Jacobsen.
Ténleikararnir f ShuBi-
Dua nutu ein kaldan vedr,
meðan teir lyddu á Tangz i
o. u. ein tíma. Teir skuldu
snimma å føtur friggja-
morgunin.
— Vit fara at skjóta skarv
og fiska fiskar, søgdu teir
smilandi shubbarnir.
Tá teir vórðu spurdir,
hvørjum báti teir skuldu
við, og hvørjari leið teir fóru
at royna á, varð svarað, at
teir skuldu møta í méttøkuni
á gistingarhúsinum klokkan
níggju. Í gummistyvlum.
Meira vistu teir ikki.
Blíðskortaður
Bundesen
Tey umleið 100 fólkini, sum
vóru í Kagganum hetta
kveldið, lótust nærum ikki
um vón, hóast danski stjórn-
ubólkurin var komin á stað-
ið. Einasti, sum vildi gera
okkurt serstakt burtur úr,
var ein av fyrireikarunum,
ið fór yvir til Michael Bund-
esen, sum stóð í einum
horni við barrina millum
aðrar áhoyrarar. Á góðum
gomlum — gøtu-donskum
spurdi hesin hin danska
sangaran:
- Skal vi flytte nogle
mennesker, saa í faar bedere
pladds..?
Bundesen svaraði aftur
við at rena eyguni eftir hon-
um og gera púra greitt, at
tað undir ongum umstødum
kom upp á tal. Hann kendi
seg eftir øllum at dóma væl
sum fólk millum fólk!
Annars gleddust danirnir
um, at øll atgongumerkini
til konsertina friggjakvøldid
vóru seld. Teir mintu á, at
hetta er fyrstu ferð, teir eru
í Føroyum.
— Vit kunnu lova føroy-
ingum allar klassikararnar.
Hvalen Valborg. Den røde
tråd. Fed rock. Folkevogn-
en. Og mangt annad, sum
vit sjålvir halda vera stutt-
ligt, segði ein sera blidskort-
aður Bundesen áðrenn teir
fóru heim at sova niðurfyri
til útróðurin fríggjamorgun-
in.