mikudagur 24. november 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 224 - 24. november 1999
Viðmerking:
Nýskipanaruppskotið - Nýggjar tíðir?
Sambandsflokkurin kom
ikki serliga heppisliga frá
uppskoti sínum um at halda
eina vegleiðandi fólkaat-
kvødu um samráðingar-
grundarlagið fyri nýggjar
foroyskari stjórnarskipan.
Undir fyrstu vidger, tann
21. oktober. skeyt flokkurin
upp. at henda folkaatkvøda
skuldi verað 7. desember.
ella einar 14 dagar eftir, at
løgtingið heyði avgreitt
málið við 3. viðgerð
Undir fyrstu viðger varð
víst á. at hetta var eitt høp-
isleysa stutt skotbrá at geva
foroyska veljaranum, og
samsvarandi hesum skeyt so
flokkurin upp at flyta dagin
Reklamuvirkið Sansir er
nú farið undir at gera eina
handilsbólk. nevnd Faroe
Íslands Business Guide,
sum verður gjørd i sam-
starvi við Vinnuhúsið,
TK-stovuna, Utflutn-
ingsráð Føroya og fakfólk
å ymsum økjum, sum
verða umrødd í bókini.
Ætlanin er. at Faroe Ís-
lands Business Guide
verður ein vidfevndur
vegvísari ætlaður út-
lendskum fyritøkum. Tað
er eisini ætlanin, at hesin
vegvísarin skal síggjast á
internetinum, og ber til
síggja dómi um hetta á
web-adressuni
Í vegvísaranum verða
hentar upplýsingar um
føroysk virki og tað før-
oyska samfelagið.
Bókin verður send
3.000 úrvaldum virkjum
og fyritøkum. Adressu-
listin við hesum 3.000
virkjum og fyritøkum
Kunna um før-
oyskt vinnuliv
til 25. januar ár 2000. Hetta
var so ein serlig útgáva av
ár 2000 trupulleikanum, tí
eftir hesum skulu vit hava
eina folkaatkvødu um eitt
samrådingargrundarlag,
samstundis sum vit koma at
sita mitt i samrådingunum
vid danir
Hetta er eitt ókent fyri-
brigdi í ollum heiminum, og
fyn at fáa sannført sam-
bandsflokkin um at so var,
so kallaði uttanlandsnevnd-
in serfrødingar inn at lýsa
málið nærri.
Hesir søgdu í notati, sum
varð hjálagt álitinum frå utt-
anlandsnevndini, at teir
høvdu einki dømi funnið
BUSINESS GUIDE
FAROE ISLAN
2000
verður lagdur út á inter-
netið, so at føroyska vinn-
ulívið eisini fær gagn av
honum. Tað fer eisini at
verða gjørligt hjá lýsarum
sjálvum at gera vart við
ynski teirra um, hvør eig-
ur at fáa Faroe Íslands
Business Guide send-
andi..
Á Sansum siga tey, at
ætlanin er, at Vinnuhúsið,
Útflutningsráð Føroya og
danskar sendistovur úti í
heimi skulu býta bókina
út. Harafturat verður bók-
in at finna á ymsum al-
tjóða framsýningum um-
framt at hon verður
marknadarførd á internet-
inum. Øll, ið hava lýsing-
ar í bókini fáa eisini eitt
eintak sendandi. '
Bókin verður um 350
síður og verður givin út á
donskum og enskum í
12.000 eintøkum tilsam-
ans. Ætlanin er, at bókin
skal koma út í september
ár 2000, og at hon síðani
skal koma út annaðhvort
ár.
um, at byrjað varð við eini
følkaatkvødu, soleiðis at
vegleiðandi folkaatkvøda
varð hildin undan samráð-
ingunum um ein sáttmála.
Í øðrum lagi søgdu teir,
og at vanlig donsk fatan var,
at ein félkaatkvøda bert
kundi fremjast sum ein ja/
nei atkvøda og ikki sum ein
atkvøda, har valkosturin var
at taka dagar millum tvey
ymisk uppskot, so sum sam-
bandsflokkurin skeyt upp.
Og i tridja lagi - sum nid-
urstødu - søgdu teir, at einki
dømi fanst um, at ein veg-
leiðandi folkaatkvøda varð
hildin, áðrenn samráðingar-
nar um ein sáttmála vóru
framdar.
Her fekk so sambands-
flokkurin og "Nýggju tíðir"
hansara tríggjar nevar beint
framman á.
Fyrst ein undir vangan,
sum segði, at skilaleyst var
at lata fólkið atkvøda um
eitt mál, sum tað ikki kendi.
Síðani ein undir hin vang-
an, sum segði, at uppskotið
ikki var borðbart, reint tekn-
iskt.
Og endiliga ein upp undir
høkuna, sum segði, at einki
dómi fanst nakrastaðni í
heiminum um, at ein veg-
leiðandi folkaatkvøda varð
hildin, áðrenn samráðingar-
nar um ein sáttmála vóru
framdar.
Nú vildu oll hildið, at
uppskotsstillarin tók upp-
lýsingarnar, sum hann sjálv-
ur i neyndararbeiðnum hev-
ur fingið til vega og kunnað
løgtingid um, til eftirtektar,
og tók málið aftur, men so
var ikki.
Í staðin fyri kom upp-
skotsstillarin aftur á fótur,
og broytti uppskotið soleið-
is, at vit nú skuldu halda
hesa meiningsleysu, tekn-
iskt høpisleysu og í altjóða
rætti ókendu folkaatkvødu
mitt í samráðingartilgongd-
ini við danir.
“Nýggjar Tíðir," sigur
sambandsflokkurin seg vilja
hava í føroyskum politikki,
og her verður so sanniliga
boðað frá nýggjum tíðum.
Í einum øðrum notati til
løgtingid var ein grein -
partur av einum festriti hjá
danska fólkatinginum um
donsku grundlógina - sum
Jákup Torsteinsson, dr.
phil., og Sjúrður Rasmus-
sen, løgfrødingur, hava
skrivad - um tær formellu
løgfrødiligu reglurnar um
broytingar av føroysku styr-
isskipanini.
Har var ein lysing av,
hvør tað var, sum hevði
neyðugu heimildirnar til at
avtaka ella broyta heima-
stýrislógirnar - tað einu,
sum er lýst at galda í Dan-
mark, og hina, sum er lýst
at galda i Føroyum, og um
tað vóru nøkur formel krøv
um, hvussu møguligar
broytingar skuldu fara fram.
Har skiltist týðiliga, at
tann danska útgávan av
heimastýrislógini, sum var
viðtikin av ríkisdegnum og
staðfest av kongi, kundi av-
takast við lóg, og at før-
oyska eintakið samsvarandi
varð avtikid vid løgtingslog
og kunngjørt av løgmanni.
Ongastaðni sást, at faklitt-
eratururin styðjaði seg til at
halda fólkaatkvóðu um
hetta mál, einfalt tí at tað
ikki var rættarliga neyðugt
ella bindandi. Faklitteratur-
urin ella serfrødin - hvorki
burturi ella heima — um-
røddi so als ikki møguleikan
fyri at halda fólkaatkvoður,
tí at ein veljarakanning eina
ávísa løtu bar brá av ti.
Tílíkar hugsanir hoyra
ikki heima í stýrisskipana-
rligum samanhangi nakra
aðrastaðni í heiminum, men
finnast bert í útgávuni av
nýskipanaruppskotinum hjá
tí fóroyska sambandsflokk-
inum, og sum ein heilt
breiður meiriluti av uttan-
landsnendini tók fråstødu
frá.
Sjálvandi verður ein
fólkaatkvóða um samráð-
ingarúrslitið, tá ið tað fyri-
liggur. Hetta er ikki neyð-
ugt, rættarliga sæð, men
tann hugburð hevur sam-
gongan, tað hava vit lovað
Føroya fólki, og tað lyftið
standa vit sjálvandi við.
Í sjálvari fullveldistil-
gongdini kennir meirilutin
í uttanlandanevndini seg
tryggan við, at tað verður
fólkið, sum fær endaliga
orðið, og higartil eru allar
royndir at ørkymla hesa
gongdu leið fingnar av veg-
num eins og hendan roynd-
in hjá sambandsflokkinum
varð sópað av vegnum, tá
ið løgtingid feldi hana tórs-
dagin.
Hergeir Nielsen
Skulu reka aftur mytur
Eini 60 fólk vóru á stovnandi fundi hjá tiltakinum á Háskúlanum sunnudagin
21.11.1999
Carl Johan Jensen bjóðaði
vælkomin vegna stigtakar-
arnar og umrøddu tey veg-
amót, sum høvdu verið í
føroyskari søgu, har stóða
mátti takast til framtíðar-
stóðu Føroya. Fleiri onnur
høvdu orðið um hvussu ar-
beiðast skuldi, so føroying-
ar á so greiðum grundarlagi
sum gjørligt kunnu taka
stóðu til framtidarstødu Før-
oya. Dentur varð lagdur á,
at tiltakið var opið fyri øll-
um, eisini teimum sum ivast
ella hava sjónarmið móti, at
Føroyar taka fullveldi.
Hesar endamålordingar
vórðu lagdar fram á fund-
inum:
At reka aftur mytur um
møguleikar og avbjóðingar
Føroya - undir donsku
grundlógini ella undir full-
veldi
At orða og loysa teir tank-
ar, sum orð ikki verða sett
á, í almenna orðaskiftinum
um framtíðarstøðu Føroya
Reiðiliga og veruleika-
kent at lýsa møguleikar, av-
bjóðingar og avleiðingar av
núverandi statsrættarskipan
og eini skipan við fullveldi
Við stødi í føroyska sam-
leikanum - við mentan og
list - at vísa á, at vit mugu
sjálvi taka ábyrgd og leggja
SEJ
okkara leid, um føroysku
tjóðini skal vera liv lagað.
Limir í Hesuferð vóru
teknaðir á fundinum og ym-
iskt tilfar býtt úr. Tiltakið
fer undir regluligar lima-
fundir og ætlar eisini, at
halda fundir úti um landið
Meira um tiltakið er til
skjals á heimasiðuni hjá til-
takinum
hesufer.olivant.fo
Fundur um »fiskivinnusemjuna«
Hósdagin 25. november kl. 19.00 á Tekniska Skúla í Klaksvík
Í fleiri ár hevur fiskivinnan
bíðað eftir, at politikararnir
skuldu siga, um hon skuldi
fáa studning. Men nýggja
semjan í samgonguni um
fiskivinnupolitikkin (tann
sonevnda »fiskivinnusemj-
an«) slær fast, at vit ikki
skulu aftur í studningsmyll-
una. Endamálið við semj-
uni er, at vit fáa eitt sjálv-
berandi vinnulív, sum skal
fylgja treytunum til um-
hvørvi, hagreiðing og
góðsku. Hetta verður gjørt
við økisfridingum, krøvum
til vinnuna og neyvum eftir-
liti við, at treytirnar verða
hildnar. Somuleiðis vil sam-
gongan tryggja, at útróðr-
arvinnan, sum hevur stóran
tydning fyri økismenning-
ina, arbeidsplåss og stovns-
røkt, fær høvi at menna seg
aftur.
Eitt av endamálunum við
semjuni er, at tey sum fáa
loyvi at troyta tað felags
tilfeingið, skulu ganga undir
ta høvudstreyt, at tey klara
seg, soleiðis at vinnan kast-
ar av sær til okkara vælferð-
arsamfelag. Vinnan skal
regulera seg sjálva innan
hesar treytir og harundir er
eisini neyðugt at geva
møguleika fyri umsetilig-
heit. Men veidiloyvi, fiski-
dagar ella kvotur, eru undir
almennum eftirliti og tad
sum ikki verdur brikt, skal
fella aftur til landið, har tað
síðan kann bjóðast øðrum
at brúka. Semjan er partur
um nøkur høvudsmål í sam-
gonguni um framtíðar fiski-
vinnupolitikkin. Men
hvussu hetta kann setast í
verk verður avgjørt í løg-
tinginum.
Í hesum sambandi bjóðar
Norðoya Tjóðveldisfelag til
almennan fund um »fiski-
vinnusemjuna<. Luttakarar
eru politikarar, serfrødingar
og umboð fyri vinnuna. Á
fundinum kunnu eitt nú hes-
ir spurningar viðgerast:
* Hvar skal skottið setast
millum útróður og restina
av flotanum?
* Hvussu kann ein kvotu-
banki ella fiskidagabanki
skipast?
* Hvørja ávirkan fær hetta
á endurnýggjanina av
feskfiskaflotanum?
* Hvønn leiklut fær út-
lendskur kapitalur?
* Hvussu kunnu økini í
Føroyum varðveita fiski-
rættindir?
* Hvor er framtidir fiski-
vinnupolitikkurin hjá pol-
itisku flokkunum?
Við pallborðið sita: Heini
O. Heinesen, tjóðveldis-
flokkurin, Jákup Sverri
Kass, sjálvstýrisflokkurin,
Hendrik Old, javnaðar-
flokkurin, Alfred Olsen,
sambandsflokkurin, Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður
í fiskivinnumálum, Hjalti í
Jákupstovu og Josvein
Knudsen, reiðari.
Orðstýrari: Rani Nolsge.