hósdagur 25. november 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið
Nr. 225 - 25. november 1999
Bilarnir bjargaðu |
midbynum í Havn
- Nú yðjur miðbýurin í Havn av lívi og trivnaði. Men soleiðis hevur ikki altíð
verið, tí fyri heilt fáum árum síðani var hann steindeyður, og nógv vóru tey, sum
spáddu, at hann fór heilt at dovggja út
AKI BERTHOLDSEN
Tey eru á varðhaldi. Tey
samskipa. Tey upplýsa. Og
tey aktivera
Tað er ongin ivi um, at
Felagið Tórshavn er ein
týdningarmikil brikkur í tí
stóra og flokta puslispæli,
sum gera allan okkara høv
uðsstað so livandi og fjøl-
broyttan, sum hann er.
Felagið Tórshavn varð
stovnað fyri 15 árum síðani
Men fyri trimum árum
síðani fór Miðbýarfelagið í
søguna og teir handlarnir,
sum vóru í Miðbýarfelag-
num, komu tá eisini upp á
Felagið Tórshavn.
Felagið Tórshavn er so-
statt ikki bara fyri midbyin,
men fyri alla Havnina. Og
sostatt eisini fyri midbyin,
sigur Thordur Thorsteins-
son, sum er formaður í fel-
agnum Tórshavn.
Nýggj deild
- nýggir møguleikar
Vit ynskja ollum eini
gleðilig jól
og eitt gott nýggjár
Vælkomin inn á gólvið
==
SUDUROYAR SPARIKASSI
Vágur 37 30 64 - Porkeri 37 39 00 - Tórshavn 32 19 98
Sosialunn - Tel. 311820
Hinir nevndarlimirnir eru
Guðrun Gausstein, næstfor-
maður, Jutta Midjord.
kassameistari, og neyndar-
limirnir eru Kristianna
Høgnesen, Bárður Jákups-
son, Josvein Lamhauge og
Johan Mortensen.
Upprunaliga ætlanin við
felagnum Tórshavn var, at
tað skuldi vera eitt kunn-
ingarfelag um høvudsstad-
in.
Og tí var eisini stórur
dentur lagdur á at fáa Kunn-
ingarstovuna á fótur.
Síðani tá hevur felagið
havt Kunningarstovuna í
miðbýnum í Havn.
Men felagið hevur eisini
ein gongubólk, ið javnan
skipar fyri gonguferðum,
ikki bara í Havn, men kring
alt landið.
Samstundis samskipar
felagið ymiskt tiltøk, sum
verða fyriskipað í havnini
Nú er spurningurin bara,
hvussu verður við Kunning-
arstovuni.
Foroya Banki eigur húsið,
sum Kunningarstovan er í
nu, og hann hevur
leigumálið upp.
Etlanin er at taka húsið
niður fyri at gera bankan
sjónligari
Kunningarstovan er so-
statt heimleys i løtuni, tí eft-
ir réttum skuldi hon verið
farin úr húsinum nú.
Vit hava roynt at finna
onnur hóli, men higartil
hevur tað verið til fánýtis.
Heldur ikki býráðið hevur
enn kunnað víst á eina loysn
enn.
So fyribils er lagnan hjá
Kunningarstovuni heilt 6-
VISS.
Thordur Thorsteinsson
heldur tvørturim6ti, at tað
verður ein missur fyri
Havnina, um húsið verður
tikið niður.
--Bankin
sagt
skuldi heldur
fingið boð frá Býráðnum
um at sett húsið í uppruna-
ligan stand so tað kundi
verðið varðveitt.
Varðveita miðbýin
sum hann er
Felagið Tórshavn røkir á-
hugamålini hjá limunum á
so nógvum økjum.
So tá ið nakar gera seg
inn á Havnina, verður talað
at.
Og júst eina slíka atgerð
heldur felagið, at ætlanin at
taka gamla Tinghúsið niður
og at byggja eitt nýtt, fram-
komið og nýmótans tinghús
uppaftur í glasi og gróti og
træi, er.
— Vit vilja helst varðveita
miðbýin í Havn sum hann
er, tí vit halda, at hann er
longu ivaleysa illa hag-
reiddur, sigur Thordur
Thorsteinsson
Hann sigur, at tað eru so
nógv, ljót hús í miðbýnum
-býráðið eigur eisini okkurt-
at skulu fleiri gomul hús
takast burtur, skal tað gerast
vid størsta varsemi.
- Verður gamla tinghúsið
tikið niður, verður bara eitt
hús í gomlum sniði eftir í
sjálvum miðbýnum og tað
er Gamli Bókhandil.
Og tað halda vit, fer at
gera Havnina fátækari.
— Manglar Løgtingid
framvegis pláss, tá ið tele-
fonverkið er tikið uppí,
kunnu samráðingar verða
tiknar upp við Sparikassan
um at keypa nýggja bygn-
ingin við Tinghúsvegin.
Peningastovnarnir
Tollaksmessukvøld til kl. 18
Jólaaftan er stongt
Thordur Thorsteinsson
Bilarnir bjargadu
midbynum
Annars fegnast Thordur
Thorsteinsson um gongdina
i miðbýnum.
Fyri nøkrum heilt fåum
árum síðani, var miðbýurin
steindeyður.
— Men nú yðjur av lívi,
virksemi og trivnaði.
— Nú skulu vit ikki klaga
um nakað, sigur hann.
--Men tað skerst íkki
burtur, at tað eru bilarnir,
sum hava bjargað miðbýn-
um.
— Eitt skiftið var gongu-
gøtan stongd fyri bilum, og
tað mundi verðið endin á
miðbýnum.
Men so varð hon latin
upp fyri bilum aftur og tað
sást beinanvegin, at meiri
lív kom í.
Tað vísir seg, at fólk
vilja hava bilarnar við. At
lata gongugøtuna upp fyri
bilum, er sostatt tað hepn-
asta, einstaka tiltakið, sum
býráðið hevur tikið fyri at
varðveita ein livandi mið-
bý.
Annars heldur formaður-
in í felagnum Tórshavn
ikki, at miðbýurin eigur
nakran góðan í býráðnm.
Hann sipar m.a. til, at fel-
agið Tórshavn hevur ongan
stuðul fingið í býráðnum í
málinum um Tinghúsið.
Og heldur ikki hevur bý-
ráðið higartil kunnað hjálpt
felagnum við einum høli til
kunningarstovuna.