hósdagur 25. november 1999síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
Se
Nr. 225 - 25. november 1999
Viðmerking:
Tingarbeiði ella
undirgravandi virksemi?
Tå ið føroyingar, sum vóru
rýmdir av landinum undan
kreppuni, fóru at venda
heimaftur miðskeiðis í
90unum, vísti tað seg skjótt,
at flytingin mestsum øll var
til Havnina. Hetta heyði sín-
ar góðu grundir í, at her var
best útlit til at fáa arbeiði,
barnaansing, bústað, skúla,
eldrarøkt o.a.
Borgarstjórin í Havn var
so skelkaður av gongdini,
at hann av landspolitikarun
um kravdi, at um hetta fór
at halda åfram, so måtti pen
ingur fylgja vid til hesar
stovnar.
Undirritaði royndi tå
eins og aðrir landspolitik
arar - at seta spurnartekin
við tað hóskandi í hesi
gongdini. Bæði í sambands-
flokkinum millum aðrar
politikarar var roynd gjørd
at reisa áhuga fyri málinum.
Vit vóru nakrir, sum tosaðu
um ein vinnupolitik og ein
harav fylgjandi búsetingar-
politik. Tá sum nú reistust
eisini bustir á lokaltinglim-
um úr Suðurstreymi og mál-
ið datt niðurfyri.
Tað sum tað nú tykist at
snúgva seg um er, at um
klaksvíkingar kunnu fáa
eina Vaktar- og Bjargingar-
tænastu, runavíkingar eina
almannastovu ella vága-
menn eina matrikulstovu
o.s.fr. Men ein tilvildarlig
útflyting av onkrum hissini
stovni loysir valla nakrar
útjagaratrupulleikar.
Teir spurningar vit heldur
eiga at seta okkum - ella
rættari - sum okkara lands-
politikarar heldur eiga at
seta sær sjálvum mugu vera
hesir:
1. Hvørjum rokna vit við
at skula liva av í Føroyum?
2. Hvussu skal tann vinna
síggja út, sum skal skaffa
okkum hetta livibreyðið?
3. Hvørji krøv setir hetta
til búseting, tænastur, sam-
ferðslu o.s.fr.
4. Hvussu greiða vit pol-
itikarar hetta?
Jógvan Sundstein vísti í
bløðunum herfyri á, at pol-
itikarnir hava nakrar skyldir
yvir fyri sínum valdømi og
tað eri eg ikki ósamdur við
honum í. Men tá ið tað er
sagt so má vera eftir at siga,
at teir eisini hava eina
skyldu til at lætta sær á og
skoða út yvir alt landið og
gera sær ein ameting av,
hvussu hetta skal virka sum
ein eind ella ein felagsskap-
ur.
Ein viðkomandi spurn-
ingur er, um tað er ynskj-
andi at 1/3 av øllum føroy-
ingum skal búgva í Havn
ella eigur hetta at vera oðr-
vísi? Hetta hongur nógv
saman við, hvussu politik-
arnir hugsa sær okkara
vinnur skipaðar framyvir.
Hvar og hvussu skal okkara
framleiðsla vera í framtíð-
ini? Tí er fyrst og fremst
neyðugt at evna ein vinnu-
politikk, sum neyvt lýsir tey
krøv, ið tá verða sett til sam-
felagið annars.
Og tað má vera ein
mannarættur hjá einum utt-
anbíggja politikara, tá ið
hann er komin til Havnar á
tingfund, at hitta aðrar pol-
itikarar úr øðrum økjum
skifta orð um hesi viður-
skiftir, uttan at alt sum kall-
tíðindablaðið -
Suður-
ar seg politikarar
streymi skal koma kropp á
kroppi í fjølmidlarnar og
kalla hetta undirgravandi
virksemi ella tosa um at
tingarbeiði og lóggávuvald
eru flutt út úr Tinghúsinum.
Hetta er skotið langt við síð-
una av.
Allir politikarar vita, at
virksemi er og altíð hevur
verið bæði innanflokka og
millum flokkarnar, tá ið
høvi hevur verið t.d. i fri-
løtum ella millum nevndar-
fundir. Men mínar royndir
siga, at politikarnir í Suð-
urstreymi heldur fóru til hús
enn at luttaka í hesum prát-
inum á Apotekinum, Ting-
húsloftinum ella floks-høl-
um onkustaðni í býnum.
Kanska høvdu teir annað
starv at røkja eisini - nakað
sum avbygdapolitikarin ikki
hevði sama møguleika fyri,
tí ein havnartúrur fór við
øllum degnum og hjá
summum við fleiri døgum.
Tað er bert at fegnast um,
at politikarar brúka meira
orku enn teir hava møgu-
leika fyri í ti avmåldu tíðini
í ungsalinum og mitt ráð til
hesar fornermaðu suður-
streymoyingar skal vera, at
teir biðja lova sær upp í part
fyri at sleppa at luttaka í
hesum prátinum, tí hesar
sínámillum samtalur koma
at halda áfram kortini. Tað
er á hesum fundum - ofta
kanska bert millum tveir
persónar - at hugskotini
loysna og búnast.
Nógvar lógir - kanska tær
flestu - sum í dag regulera
okkara gerandisdag munnu
hava sín uppruna í slíkum
óformellum práti í
óformellum bólkum. Tað er
her tankar og hugskot síggja
dagsins ljós fyri síðani at
verða framd í teimum meira
skipaðu politisku bólkun-
um. Hetta er eisini ein part-
ur av demokratisku process-
ini. Einki nýtt í hesum.
Hetta er eisini tingarbeiði.
Gøtu 18.11.1999
Atli Hansen
Hava kristindómur og islam nakað til felags?
Nýliga kom svar úr kirkju-
málaráðnum, upp á eina
nøgd av skuldsetingum í-
móti bispi líka frá baðifasi-
litetum á einum prestagarði,
yvir eina lestrarbók og til
ein valds/autoritetsspurning
í Fuglafjarðar prestagjaldi
Allar skuldsetingarnar vóru
sagdar, at botna í nøkrum
prestums mótvilja ímóti
kvinnuligum prestum.
Tað eru serstakliga ungir
prestar sum hava óvilja í-
móti kvinnuligum prestum,
hoyrist. Tað sær soleiðis út
sum, at hesir ungu prestar-
nir eru farnir at kappast alv-
orliga við aðrar sektir í Før-
oyum — tann annars einaferð
so hóvliga og toleranta fólk
akirkjan — um at verða mest
fundamentalistiskur.
Uttan at skula fara at sam-
anbera Føroyar við islam-
isk-fundamentalistisk lond í
mið- og fjareystri, (eg vid-
gangi, at tað er ikki heilt
reelt) fari eg kortini at loyva
mær at koma inn á Afgani-
stan, sum í 1996 fekk eitt
rættuliga religigst funda-
mentalistiskt stýri, tað so-
kallaða "Taliban-stýrið"
sum vanvirðir kvinnunar
rættindir, so at ein meiri enn
Ogvast við.
Væl vitandi um, at summi
ikki kunnu sameina seg við
ein hugsunarhátt, sum sam-
anber ymsar religiónir, sum
eitt nú islam við kristindóm,
so varnast ein tó við, hvussu
nógv ting í sjálvari religi-
ónsfilosofiini, minna um
hvort annað.
Og tað sum hetta snýr seg
um, er, at tað sýnast at vera
kraftigir parallellar ímillum
okkara kristindóm og teirra
religión, tí at sjálvt kardi-
nalpunktið í prestastríðnum
í Føroyum snúði seg í veru-
leikanum um mótvilja ímóti
kvinnuligum prestum. Tali-
ban-stýrið í Afganistan hev-
ur sum fremsta mál, í reli-
giónsins navnið, at draga
kvinnuna niður á eitt full-
komilga óverdugt stødi.
Kvinnurnar har, skulu snøgt
sagt eingi sum helst rætti-
ndir hava.
Lat meg gera púra greitt,
at undiritaði ikki finnur tað
seriøst ella rímuligt at
"dálka" kristindómin so til,
sum at draga kristindómsins
praktisering her á okkara
breiddarstigum niður á eitt
so lágt og menniskjafiggj-
undaligt stødi sum islam-
iska fundamentalismu i t.d.
Iran og Afganistan. Men
okkara biblia er jú slettis
ikki ólík tí islamisku kor-
anini, og verða hesar báðar
religiónir praktiseraðar nóg
fundamentalistiskt, so er
minni munur.
Tað stutta av tí langa er,
at tá ið menniskjan starir seg
blindt í ideologium, tað ant-
in veri seg politiskt ella á-
trúnaðarliga, so er stóri
vandin tann, at ein flytir seg
nærri og nærri tí ið nevnast
kann fanatisma og intoler-
ansa.
Tað er at vóna, at avgerð
kirkjumálaráðsins kann
vera við til at tálma tað
kristna bíbilska fundament-
alistiska rákið, sum til tíðir
er í luftini í ávísum heraðs-
horum her á landi; og tað er
so avgjørt ikki bara innan
fólkakirkjuna, men so sann-
iliga eisini innan aðrar sam-
komur i Føroyum.
Eftir sum at kristindómur
(eins og allar aðrar religi-
ónir við) byggir á trúgv, og
ikki vitan, so er tað eitt par-
adoks í sær sjálvum, at tulka
bíbliuna orð fyri orð, og
nýta bíbliuna sum lógarverk
í einum framkomnum sam-
felagið sum tað føroyska.
Kristindómurin er ein góður
sidaarvur, og í åvisum før-
um, ein nytiligur moralskur
vegleiðari. Men at (mis)-
brúka kristind6min sum eitt
ambod til at trumfa sinar
egnu snæðurskygdu áskoð-
anir niður á onnur, og at
nýta leitanina og tráðanina
hjá menniskjum eftir mein-
ingini við lívinum sum kat-
alýsator, tað er ikki rætt.
Ein kann sum apropos
brúka hesi orðini sum
Thomas Jefferson einaferð
skal hava úttala:
”Ignorance is preferable
to error; and he is less re-
mote from truth who beli-
eves nothing, than he who
believes what is wrong”
47 síggja burtur frá nøkr-
um er betur enn at gera mis-
tók, og tann ið ongum trýr
er minni fjarður sannleika-
num, enn
nókrum ið skeivt er.
Hilmar Simonsen
tann ið trýr
Góða mamma og vermamma
Hjartaliga tillukku við degnum 23
hevur verið fyri okkum.
Ynskja E.A.H
3?
nov
Takk fyri alt tú
Eg og foreldur mini vilja fegin takka ollum, sum
meg á konfirmatiónsdegnum 10. okt
Heilsan Brian Thomsen
1999
gleddu
Lesið Sosialin á
internetinum
www.sosialurin.fo