fríggjadagur 26. november 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 26. november 1999
tíðindablaðið
Snýta suðuroyingar
Jóannes Eidesgaard heldur, at Tjóðveldisflokkurin tosar suðuroyingar upp í
lag, tá hann sigur, at oljuvinnan skal savnast í Suðuroynni
JOHN JOHANNESSEN
Oljumálaráðharrin hevur
vegna landsstýrið gjørt
greitt, at landsstýrið ikki fer
at leggja seg út í spurningin
um, hvar ein komandi olju-
útgerðarhavn skal liggja. Tí
stíðir tað móti samgonguni,
um Tjóðveldisflokkurin sig-
ur seg ynskja at savna olju-
vinnuna í Suðuroynni.
Formaður Javnaðarfloks-
ins heldur ikki útmelding-
arnar hjá Tjóðveldisflokki-
num um at savna oljuvinnu-
na í Suðuroynni hongur
saman, tá bæði Høgni Hoy-
dal og Karsten Hansen hava
sagt, at teir eru samdir við
oljumálaráðharranum í, at
landsstýrið skal lata mark-
naðarkreftirnar ráða fyri,
hvar ein komandi oljuvinna
skal savnast.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at um Tjóðveldisflokkurin
á tingi veruliga meinar, at
oljuvinnan skal savnast í
Suðuroynni, skal hann
smekka nevan í borðið fyri
landsstýrinum og krevja, at
hann fær sín vilja.
Tjóðveldisflokkuri tosar sudurovingar upp i lag, heldur Jóannes Eidesgaard
Men hann roknar ikki við,
at Tjóðveldisflokkurin
meinar nakað við svarinum
til Suðuroyar Oljuvinnuråd.
Eg rokni við, at Tjóð-
veldisflokkurin bara roynir
at tekkjast suðuroyingunum
við at siga, at teir vilja hava
PA
oljuvinnuna at verða savn
aða í Suðuroynni.
Tosað verður so fagurt
um at lata marknaðarkreftir-
nar ráða. Men vit vita oll,
at sleppa marknaðarkreftir-
nar at ráða, so verður olju-
vinnuhavnin løgd á Sundi,
vísir Jóannes Eidesgaard á
Javnaðarflokkurin er enn
ikki liðugur at viðgera svar-
ið til Suðuroyar Oljuvinnu-
ráð, og tískil fæst ikki at
vita, hvat svarið frá Javnað-
arflokkinum verður.
Vit hava onga stødu tikið
Torbjórn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum vísir aftur, at flokkurin mælir til at
savna oljuvinnuna í Suðuroynni
JOHN JOHANNESSEN
Eg havi aldri sæð brævið
frá Suðuroyar Oljuvinnu-
ráð, og tað er so als ikki
vidgjørt í flokkinum.
Torbjørn Jacobsen, ting-
limur tj6dveldisfloksins,
skilir ikki, hvussu tað ber
til, at Sosialurin skrivar, at
Tjodveldistlokkurin hevur
svarað Suðuroyar Olju-
vinnuráð, og enn minni skil-
ir hann, at flokkurin sigur
seg hava ta stóðu, at olju-
vinnan skal savnast í Suður-
oynni.
Landsstýrismaðurin i
oljuvinnumålum hevur gjørt
greitt, at tað ikki skal við-
gerast politiskt, hvar olju-
vinnan skal savnast, og hev-
ur Hergeir Nielsen veruliga
svarað oljuvinnuráðnum í
Suðuroynni skrivliga vegna
flokkin, skilji eg íkki
hvaðani hann hevur fingið
mandat til hetta.
|
Torbjørn Jacobsen sam-
metir støduna vid, at hann
fer i fjølmidlarnar og sigur,
at ein samdur Tjóðveldis-
flokkur hevur gjørt av, at
Vaktar- & Bjargingartæn-
astan skal flytast til Runa-
Tjóðveldistingmenninir, Torbjørn Jacobsen og Heini O. Heinesen eru ikki heilt samdir
víkar, uttan at flokkurin
yvirhøvur hevur tosað um
tað.
— Eg fari á næsta floks
fundi at krevja at fáa at vita,
hvat tað er, sum gongur fyri
seg, sigur ein óvanliga fá-
orðaður Torbjørn Jacobsen
og leggur afturat, at talan
kann vera um eina stóra
misskiljing, tí tað er púra
vanligt, at politikarar verða
skeivt endurgivnir i fjøl-
midlunum
Eiga at byrja i Suduroynni
Heini O. Heinesen ynskir at gera greitt, at oljuvinnan ikki skal savnast í Suður-
oynni, men, at farast kann fyrst undir oljuvinnu í Suðuroynni og síðani aðrastaðni
JOHN JOHANNESSEN
— Tað býr ikki nóg mikið av
fólki í Suðuroynni, so til ber
at savna oljuvinnuna har.
Men ert tú landspolitikari,
eigur tú at taka undir við, at
hol fyrst og fremst verður
sett á oljuvinnuna í Suður-
oynni, sigur Heini O.
Heinesen. Hann ynskir at
gera hesa viðmerkingar aft-
urat samrøduni, Sosialurin
hevði við hann í gjár, eftir
at hetta mál hevur kravt so
stóra øsing.
Heini O. Heinesen ásann-
ar, at Tjóðveldisflokkurin er
ein partur av samgonguni,
og tí kann hann ikki sjálvur
avgera, at oljuvinnan skal
savnast í Suðuroynni. Men
hann heldur tó, at allir pol-
itikarar, ið kenna seg sum
landspolitikarar, eiga at ar-
beiða fyri, at fyrsta olju-
depotið verður lagt í Suður-
oynni, og síðani kunnu tey
koma aðrastaðni í landinum
seinni.
Eg skal einaferð enn
vísa á, at tað einki nyttar at
gera oljuhavnir kring landið
beint nú, tí leitikeiðið gevur
ongan pening. Tað verður
ikki fyrr enn olja er funnin,
at vinningur fæst, og tá er
eisini upplagt, at gassleið-
ingar verða lagdar frá olju-
økinum til Suðuroyar.
Heimabio
AMERICAN
HISTORY X
LOCK STOCK
AND TWO
SMOKING BARRELS
æ
ELIZABETH
Leiga videofilmar á hesum steðum:
Statoilstoðin í Gundadali tel. 314770
Statoilstødin í Kollafirði tel. 42 1083
Statoilstoðin í Saltangará tel. 449133
Statoilstoðin í Klaksvík tel. 457353
Statoilstoðin í Sørvågi tel. 332001
Statoilstoðin í Sorvági tel. 33200 |
Statoilstødin i Leirvik tel. 443360
Ó STATOIL
stødirnar kring landið