fríggjadagur 26. november 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 26. november 1999
tíðindablaðið
Útvarpið móti aldarskiftinum
JÁKUP MORK
Sunnudagin fara vit inn í advent, og tá
eru fleiri, sum av álvara fara at hugsa
um jólini. Tey i Utvarpinum hava tó havt
bæði jól og nýggjár í tonkunum í longri
tíð, og hava vit tosað við Jógvan Arge,
programleiðara, og spurt hann, hvat tey
hava at bjóða okkum komandi mánaðin
Viðvíkjandi nýggjárinum og túsund-
åraskiftinum, so hevur Útvarpið longu
sent nakrar sendingar, sum hava tilknýti
til hetta evnið.
Per Højgaard og Kári Durhuus hava
í felag gjørt nakrar sendingar við ser-
ligum atliti til sjálvt túsundáraskiftið.
Nýggjár og túsundáraskifti fær eisini fólk
at hugsa aftureftir, og útvarpið hevur
eisini litið aftur um bak, m.a. við send-
ingunum hjá Sverra Egholm, har hann
trívur í evni úr allari hesi oldini. Eisini
sendingarnar hjá Armgarð Arge, tey 10
boðini, eru gjørdar við atlitið til eitt tús-
undára skeið, men er evnið í hesum
frammanfyristandandi túsundárahaldið
fyri kristnu Foroyar.
Nú tað stundar til jóla
Sendingarnar, sum verða gjørdar í.s.v.
jólini, kunnu neyvan metast at vera tann
stóra kollveltingin. Jógvan Arge sigur
eisini, at nógvar av teimum sendingum,
sum vit fara at hoyra um jólini, fara at
koyra eftir sama leisti sum undanfarin
ár.
Hetta er tó heldur íkki so galið, tí
jólaheilsur, jólasangur, prát við born og
jólamenn, er jú alt nakað, sum tey flestu
munnu halda hoyrir jólunum til.
Jólakalendarin verður sjálvandi eis-
ini sendur allan jólamánaðin, og munnu
tað vera nógv húski, sum hava ogna
sær kalendaran við tilhoyrandi bóklingi-
num, soleiðis at bornini kunnu sita og
lurta um morgunin. Eydnast teimum íkki
at hoyra hetta um morgunin, verður
endursent seinnapartar, soleiðis at oll
fáa moguleika at lurta eftir hesum væl
umtókta parti av skrá Utvarpsins.
Nýggjárið |
Vikuna millum jól og nýggjár fer Utvarp-
ið so at senda nakrar av teimum væl-
Hugnaprát, álvarsemi
og ævintýr
»Ja so góða, hvussu fært tú so
dagin at ganga?< Vit kenna rødd-
ina og vit kenna formin av send-
ingini. Fólk ringja inn og ynskja
sær eitthvørt lag. Prátað verður
um stórt og smátt. Um veðrið,
arbeiðslív, heimaarbeiði og foð-
ingardagar. Eins og verturin sjálv-
ur, er tónin í sendingini positivur.
Máltráðurin hevur átt ein góðan
í fleiri ár. Elis Poulsen er fólkaogn.
Hann er ein partur av tí foroyska
morgninum og teimum skiftandi
árstíðunum. Vørumerkid er tað
lætta prátið og einføldu spurning-
arnir.
Men tað er vælkomið. Tað er
livandi útvarp. Og tað er, hvat tað
er.
Eg haldi, at sendingin, sum oll
kunnu vera fyri uttan, og sum
ongin tekur skaða av, er í botn
og grund ein góður fastur táttur
hjá Utvarpi Foroya. Her sleppa
oll framat, óansæð taligåvur og
status í samfelagnum. Tónleikurin
er sum regul fjølbroyttur og inn
ímillum snikir seg onkur lítið
nýggjheit.
Vit fáa at vita, hvar arbeiði er í
landinum. Okkara trúgvi lurtari og
vinur í Vágunum sleppur at ávara
ímóti skilaleysari koyring, sum
hann sjálvur hevur so ringar
royndir av. Nakrir foðingardagar
verða avdúkaðir og kanska okkurt
forlovilsi. Og nógv fáa heilsanir
frå starvsfelogum, vinum og fa-
milju.
Máltráðurin er live. Her kann alt
henda og tað er eisini eitt stórt
pluss við sendingini.
Morfinfellan
Morfinfellan, sum Jógvan Páll Jo-
hannesen og Grægaris D.
Magnussen høvdu lagt til rættis,
var ein sera åhugaverd sending.
kendu kavalkadunum, har tikið verður
saman um tað, sum er farið fram í
árinum. Ætlanin er at senda nakrar av
hesum sendingum hvort kvold tað sein-
astu vikuna í oldini, og verður sjálvsagt
nortið við nógv ymisk evni, so sum
politik, ítrótt, samfelagsmál o.s.fr
Við tað at omanfyrinevndu kavalkadur
verða sendar vikuna upp undir sjálvt
nýgjárið, hevur Útvarpið moguleika fyri
at seta allan nýggjársaftan av til tús-
undáraskiftið. Hetta skal so ætlandi við-
fora, at talan verður um eitt spennandi
útvarpskvold, har nógv ymiskt verður á
skránni. Litið verður afturá árið og íkki
minst túsundáraskeiðið, sum tá er farið
aftur um bak, eins og tað eisini verður
hugt frameftir, soleiðis at vit kanska fáa
eina hylling á, hvat komandi túsund-
áraskeiðið hevur at bjóða okkum.
Sum vera man, so er klokkan ikki eins
alla staðni í heiminum, og Útvarpið fer
tískil eisini at greiða frá, hvussu tað er
at halda nýggjár í oðrum londum, júst
tá vísarin fer um 12 talið á staðnum.
Hvat komandi túsund árini síðani
Farið var afturum ein fiskimann,
sum við egnum orðum og kensl-
um greiddi frá einari vanlukku
umborð á einum linuskipi. Istadin
fyri at fáa rætta viðgerð á van-
lukkustaðnum og á sjúkraleguni,
fekk maðurin so stórar mongdir
av heilivági, at hann fullkomiliga
misti fótafestið í tilveruni.
Morfinfellan var ein skakandi
soga, har hevuðspersónurin leiddi
okkum igjøgnum ein kropsligan og
sålarligan niðurtúr. Afturat hesum
kom eisini ein dyggur figgjarligur
og menniskjansligur smeitur.
Spell, at skiparin, narkosulækn-
in og leidarin á Hjálpitólarmiðstoð-
ini ikki vildu úttala seg, tå hyggjarin
annars fær ta åbending, at hendir
eru fleiri menniskjanligar feilir, og
at nógv brek eru í heilsuskipanini.
Fråsøgan hjá Poul Marner virkar
erlig nokk, og hann skal eiga stóra
takk fyri, at hann vil traðka fram í
sendingini. Spurningurin er bert,
um tað journalistisk er rætt at lata
nokkso álvarsligar avdúkingar inn-
an heilsuverkið referera til bert
eina keldu, sum hevur verið ávirk-
aður av sterkum heilivági í eitt
longri tíðarskeið.
Oddvør Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Jógvan Arge, programmleiðari
hava at bjóða okkum er ilt at siga, men
í Utvarpinum ætla tey so at gera sítt til,
at vit, um ikki annað, fáa eina góða
byrjan til hetta skeið.
Ævintýrarin
Mánakvoldið hevði Innskot vitjan
av einari ungari brosandi ævin-
týrinnu. Eg kundi lurtað eftir Duritu
Holm í fleiri tímar. Hon hevur sum
24 ára gomul upplivað meiri enn
flest onnur klára eitt langt lív. For-
oyar hava fostrað mangar góðar
sjómenn, bæði dekkarar og skip-
arar. Tó haldi eg, at okkurt serligt
er við Tróndi Paturssyni, Ova
Joensen, Birgiri Enni og Duritu
Holm. Hetta at sigla nýggjar leiðir
og seta kós inn í tað ókenda. At
ikki allar lastir skulu fermast við
torski og brosmukálvum. Hetta at
lívsins sannleikar, fólkalív, marg-
feldi og vakurleiki kunnu veiðast
uttan um fiskidagar og innan fyri
oll sjómork.