Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 13 - 20. januar 2005 Til persónligar skattgjaldarar Sjálvuppgáva og kapitalvinningssjálvuppgáva fyri 2004 hjá persónligum skatt- gjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skal vera latin Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 15. mars 2005. Umleið hálvan februar verða sjálvuppgávur sendar út. Øll, sum fáa eina sjálv- uppgávu, skulu lata hana innaftur. Teir persónar, Toll- og Skattstovan heldur seg hava rættar upplýsingar um í fyribilsskattaskránni, fáa tó eina skattauppgerð, (eitt blátt skjal). Hesir persónar fáa onga sjálvuppgávu sendandi. Eru upplýsingarnar á skattauppgerðini ikki rættar, skal sjálvuppgáva latast inn. Sjálvuppgávan fæst á økisskrivstovunum kring landið. Eisini er hon í bóklinginum ‘Skattinum 2004’, ið er sendur øllum húskum í januar 2005. Framskundað skattauppgerð Tey, ið ikki hava annan frádrátt enn eftirlønargjald og ikki hava B-inntøku, kunnu fáa framskundaða skattauppgerð, um tey innan 1. februar 2005 lata sjálvuppgávu inn. Á hesi sjálvuppgávu skal bara gjaldið til eftirløn í 2004 verða upplýst, og skjalprógv skal leggjast við. Verða aðrar upplýsingar skrivaðar á sjálvuppgávuna t.d. B-inntøkur og/ella aðrir frádráttir, verður hon at rokna sum vanlig sjálvuppgáva. Tað merkir, at skatta- uppgerðin væntandi ikki verður gjørd fyrr enn í fyrsta lagi í mars mánaði. Ognaruppgerð Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2003. Tó skulu øll tey, sum Toll- og Skattstovan sendir ognaruppgerð, lata hana innaftur. ________________ Til feløg v.m. Sjálvuppgávur, roknskapir og inntøkur av kapitalvinningi viðvíkjandi árinum 2004 hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø. við roknskaparskyldu skulu vera økisskrivstovunum hjá Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 1. juni 2005, um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2004. Umsókn um longda freist Freistin verður bara longd tá serlig orsøk er til tess, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast Toll- og Skattstovuni. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann tó ikki verða givin longur enn til 15. august 2005. Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at: - umsóknin er innlatin í seinasta lagi 1. juni 2005 - sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru komin inn. ________________ Til privat vinnurekandi Sjálvuppgávur, roknskapir, ognaruppgerðir og inntøkur av kapitalvinningi viðvíkjandi árinum 2004 hjá privatum vinnurekandi við roknskaparskyldu skulu vera økisskrivstovunum í hendi sum tilskilað niðanfyri: Føðingardagur: Seinasti innlatingardagur: 1/1 - 28/2 1. apríl 2005 1/3 - 30/4 1. mai 2005 1/5 - 30/6 1. juni 2005 1/7 - 31/8 1. juli 2005 1/9 - 31/12 15. august 2005 Hava báðir hjúnafelagarnir skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært tí freist, sum er galdandi fyri tann hjúnafelagan, sum hevur tann seinna føðingar- dagin. Umsókn um longda freist Freistin verður bara longd,um serlig orsøk er til tess,t.d.sjúka.Skrivlig umsókn skal latast Toll- og Skattstovuni. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann tó ikki verða givin longur enn til 15. august 2005. Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón sær, og harafturat verður kravt, at: - umsóknin er latin inn, áðrenn nevndu innlatingarfreistir eru farnar - sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru komin inn. ________________ Kapitalvinningssjálvuppgáva Ein kapitalvinningssjálvuppgáva verður send saman við sjálvuppgávuni/skatta- uppgerðini. Sí nærri frágreiðing í bóklinginum 'Skattinum 2004'. Kapitalvinningssjálvuppgávan skal latast inn við somu freistum, sum eru galdandi fyri vanligu sjálvuppgávuna. Persónar skulu ikki lata kapitalvinningssjálvuppgávu inn, hava teir bert rentuinn- tøku frá føroyskum peningastovni ella postgiro, har skatturin er goldin. ________________ Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru roknað fyri at vera latin inn rættstundis, tá ið tey eru latin í postin, ella eru Toll- og Skattstovuni í hendi í sein- asta lagi teir innlatingardagar, sum eru nevndir omanfyri. Fellur seinasti innlat- ingardagurin á leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingar- dagur fyrstkomandi gerandisdag. Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, hevur Toll- og Skattstovan heimild at meta inntøkuna og harafturat at áleggja sekt. sí eisini heimasíðu okkara: www.tollskatt.fo 19. januar 2005 Toll- og Skattaráð Føroya Um skyldu at geva upp skattskylduga inntøku fyri 2004 Øll, sum skulu verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn freistirnar nevndar niðanfyri eru úti