fríggjadagur 26. november 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 26. november 1999
tíðindablaðið
Fóroyska oljuskattaskipanin:
Harðari enn bretska
- [Inari enn norska
Óvanliga stórur áhugi hevur verið fyri eini komandi oljuleiting við Føroyar á ráðstevnuni í Aberdeen í vikuni. Meira
enn 150 fólk frá altjóða oljuídnaðinum lurtaðu og settu spurningar til føroysku fyrilestrarhaldararnar, sum royndu at
marknaðarfóra Fóroyar sum eitt áhguavert framtíðar leitióki hjá oljufelógunum
Arni Olafsson og Herálvur Joensen (saman við Klaus Rasmussen) royndu hvor í sínum lag á oljuráðstevnuni í Aber-
deen at greiða frá 1. útbjóðing og harvið eisini marknadarføra eina komandi oljuútbjóðing vid Føroyar
JAN MÚLLER
Tað var fult hús bæði miku-
dagin og hósdagin, tá al-
tjóða oljuheimurin vendi
eyguni móti føroyska land-
grunninum. Á rådstevnuni
um Føroyar sum komandi
olju- og gassleitingarøki
vórðu umleið 150 fólk um-
boðandi føroyskar mynd-
ugleikar og vinnuliv, út-
lendsk oljufeløg, seismikk-
feløg 00. við tilknýti til tann
risastóra oljuídnaðin í Bret-
landi.
A ráðstevnuni varð greitt
frá nøkrum av teimum treyt-
um, sum ætlandi fara at
fylgja við loyvunum, sum
verða givin til oljuleiting
við Føroyar.
Sambært skotska blaðn-
um Press and Journal, so
verða skattligu treytirnar,
sum møguliga verða settar
í 1. útbjóðing eitt sindur
harðari enn tær bretsku og
írsku og linari enn tær
norsku.
Serliga stórur áhugi var
fyri fyrilestrinum hjá Klaus
Rasmussen, stjóra og lími í
tí nevndini, sum í longri tíð
hevur arbeitt undir Olju-
málastýrinum við skatta-
spurningum.
Javnvág millum
oljufeløg og Føroyar
Klaus Rasmussen visti å
rådstevnuni å, at ætlanin hjå
føroyingum var at „achieve
a fair risk and reward ba-
lance for the oilcompanies
and the needs of the North
Atlantic community“ - tvs.
at finna eina rímuliga javn-
vág millum váðan og vinn-
ing hjá oljufeløgunum og
tørvin hjá føroyska samfel-
agnum.
Roknað verður eini
skattaskipan í trimum pørt-
um: Fyrst er ein partafel-
agsskattur uppá 27%, síðani
eitt royalty uppá umleið 2%
og at enda ein serskattur,
sum er í trimum pørtum alt
eftir, hvussu nógv olju-
feløgini forvinna úr eini
framleiðslu.
(Sosialurin skrivaði í gjár,
at royalty er roknað av
umsetninginum uttan mun
til um olja verður funnin
ella ikki. Hetta er ikki so.
Royalty verður fyrst tikið
frå oljufeløgunum, tá oljan
rennur. Tvs. at framleida
oljufeløgini fyri 100 kr. av
olju, so fella tær 2 kr. bein-
anvegin og beinleiðis i før-
oyska landskassan, blaðm.)
Klaus Rasmussen verður
endurgivin í Press and Jour-
nal fyri at siga: -Sjálvt tå
serskatturin kemur inn
longu í byrjanini (20%) er
marginalskattaratan so lág-
ur sum 35,6%.
Og fyri projekt vid eini
vinningsratu omanfyri 25%
verður marginalskatturin
46,4%. Bert fyri felt við eini
vinningsratu omanfyri 30%
verdur marginalskattaratan
57,1%
Klaus Rasmussen sigur
4 20 5
VO,
víðari, at henda skipanin er
sera góð og skuldi kunna
givið ta neyðuga álitið til.
at skipanin er før fyri at
standa ímóti sjålvt stórum
broytingum í oljuprísunum
og øðrum búskaparligum
faktorum kring eina olju-
framleiðslu
-Við lágum lønsemi, er
skattaskipanin sera sámulig,
setir lítil krov, og sjálvt við
høgum vinningi, so er tað,
sum landið tekur, á leið við
tað, sum ein kann rokna við,
tá man hevur í huganum, at
vinningurin (profits) skal
vera sera høgur fyri at út-
loysa ta hægstu
ratuna
Klaus Rasmussen segði
eisini í fyrilestri sínum á
ráðstevnuni, at ein sokallað
»carried interest provision”
tvs. borin åhugamål, kunnu
koma up de tal í framtíðin
um tað verður gjørt av at
seta á stovn eitt landsolju
felag. Men hann undirstrik
aði. at hetta kemur ikki uppá
tal í byrjanini.
serskatta
Hyggja longri fram
Eisini Arni Olafsson hevði
orðið á ráðstevnuni. Hann
segði, at Føroyar vórðu ikki
áhugaðar í einum „short
term“ utviklingi. Tvørtur-
ímóti verður hugt og arbeitt
longri fram í tíðina m.a. við
menning av einum føroysk-
um oljuídnaði.
-Føroyingar vita, at olja
er ein avmarkað ressursa, og
at ein møgulig føroysk
oljuvinna tí er tíðaravmark-
að, og tí ynskja teir, at bæði
føroyska samfelagið og bú-
skapurin skulu sleppa burtur
AÐ.
21
úr einum oljutíðarskeiði í
øllum góðum ella sum hann
málbar seg „in a good and
sound shape”, tilreidar at
takla tær avbjóðingar, sum
koma eftir oljuna
Arni Olafsson gjørdi eis-
ini púra greitt, at tað má
vera føroysk luttøka í eini
oljuvinnu, bæði handilsliga
og hvat arbeiðsplássum við-
víkur. Hann ávaraði eisini
um, at tað framvegis eru teir
føroyingar, sum tvast í emi
risastórari oljuvinnu, Big
Oil, nú tað er ein sannroynd,
at Føroyar í dag eru fult og
heilt bundin at fiskvinnuni
Herálvur Joensen frá
Oljumálastýrinum segði, at
1
je
lógin fer at trygg at
føroysk åhugamål Verða
vard, harímillum kravið til
allar vørur og tænastur til
boripallar, skip ol (offshore
units) um, at tær skulu un
føroyskt landøki og
eisini um luttøku hjá før
oyingum í projektum
Føroyingar mugu fáa
møguleikan at kappast, men
skulu ikki fáa fyrimunir og
framíhjárættindi, um teir
ikki eru kappingarførir
segði Herálvur Joensen
Hann legði aftrat, at lógin
til fyrstu útbjóðing fer at
verða vidgjørd í tinginum í
næstu viku men fer neyvan
at verða endaliga samtykt
av tinginum fyrr enn í jan-
uar. Eftir tað fer útbjóðingin
at verða latin upp og fyrstu
loyvini helst latin seint
komandi summar.
síðani
Kelda: Press & Journal og
Geremy Cresswell, olju-
journalistur