Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 1999síða 26

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EET] Nr. 227 - 27. november 1999 tidindabladid 2T. Vit ætla okkum at gerast heimsmeistarar Hondbóltur: Vit ætla okkum at ger- ast heimsmeistarar. Og eg veit, at vit kunnu gera tað. Fáa vit glið á okkara spæl, og marginalarnir vera við okkum, ivist eg ikki í, at vit náa langt í kappingini, sigur hjálpar- venjarin hjá danska kvinnulands- liðnum í hondbólti, Kim Jensen, í samróðu vid Sostalin JÁKUP BOGI JOENSEN ÚR AALBORG Heimsmeistarakappingin í kvinnuhondbólti, sum verð- ur hildin í Noreg og Dan- mark, byrjar komandi týs- dag. Í tí sambandinum hev- ur Sosialurin hitt Kim Jen- sen, sum er hjálparvenjari hjá danska kvinnuhond- bóltslandsliðnum. Kim Jensen er, umframt at vera hjálparvenjari hjá danska kvinnulandsliðnum, lærari hálva tíð á Aalborg Sportshøjskole. Og tað er har, Sosialurin hevur sett honum stevnu. Alt meðan eg eri í ferð vid at rigga pappír og penn til, kemur Kim gangandi í- móti mær. Vit heilsast, og fara síðani innar í eina av mongu, snotuligu stovunum å Aalborg Sportshøjskole Hesin vælvaksni maðurin smæðist ikki burtur, og er langt síðani byrjaður at prata. Gjørdist venjari burturav Kim Jensen er føddur í Aal- borg tann 24/10-1961, og er í dag 38 ára gamal. Sjálvur byrjaði hann at spæla hond- bólt sum 6 ára gamal við Brønderslev, men flutti sum 14 ára gamal til Aalborg Hándboldklub, har hann gavst at spæla í1992. Kim Jensen er framvegis aktivur honbóltsleikari, men ikki á so høgum stødi sum áður. Men tak ikki feil av manninum. Hann er eitt kent andlit innan danskan hondbólt. Hann náddi at leika 84 A- landsdystir fyri Danmark og varð úttikin til bruttohópin til OL í 1984, men meldaði frá. Hugurin var ikki til staðar. Men í roynd og veru var hetta byrjanin til eitt nýtt ævintýr, sum Kim sjálvur tekur til. Men nær gjørdist Kim Jensen venjari? - Eftir at eg gavst at spæla topphondbólt í 1992, gekk eg arbeiðsleysur eina tíð. Eg søkti ti inn á Danmarks Trænerskole í Aalborg, og slapp inn. Har fekk eg møg- uleikan at fara undir venj- araútbúgvingina hjá DHF ( Dansk Hándbold Forbund), og hesa útbúgving - >Plan- træner< útbúgvingin, sum er hægsta útbúgving av sínum slagi í Danmark - var eg liðugur við í 1994. Gjøgnum venjaraútbúgv ingina á skúlanum fekk eg tilboð frá DHF, um at standa á odda fyri talent venjingini í Norðurjútlandi. Hetta ar- beiðið gjørdi, at eg kom i samband vid nógv ymisk fólk. Millum hesi var Ulrik Wilbek, sum tá var venjari 1å A-Landsliðnum. Vit 18vdu eitt ótrúliga tætt og gott samstarv, og ein dagin beint eftir, at landsliðið var omið aftur við gulli frá OL í Atlanta, ringdi Ulrik til min og spurdi, um eg heyði ug at gerast hjálparvenjari. Hetta var eitt slíkt tilboð, eg ikki kundi siga nei takk til, og eg gjørdist tí hjålp- arvenjari hjá landsliðnum í 1996. Skulu gerast heimsmeistarar Tad er bara nakrir dagar, til danska landsliðið fer í eldin í heimsmeistararkappingini. Liðið skal spæla sínar tríggjar innleiðandi dystir í Kolding, meðan restin av kappingini verður spæld í Noreg. Fyrireikingarnar eru fyri langar tíð síðan farnar í gongd, og Kim Jensen hev- ur eisini gjørt sær nakara tankar um kappingina. Men hvussu hevur danska liðið fyrreikað sæ til kappi- ngina? - Fyrireikingarnar fóru í gongd longu í august mán- aða, tá vit høvdu fyrstu venjingarleguna í Svend- borg. Á hesi venjingarlegu funnu Jan Pytlick og eg fram til teir leikarar, vit vildu hava við í ein brutto- hóp, sum vit so hava arbeitt víðari við upp til hesa heimsmeistarakappingina. Síðan vóru vit til »For OL< í Sydney í Australia, og ta kappingina vunnu vit. Venjingarlegan í Spania herfyri var bæði lærurík og gevandi fyri leikararnar, og fyri stuttum vunnu vit sein- astu upphitingarkappingina, nevniliga Jolly Cup, her upp undir heimsmeistarakapp- ingina. Men hóast vit hava vunn- ið upphitingarkappingarnar, eru vit langt frá tí stødi, sum vit hava verið á fyri ikki so langari tíð síðan. Danska liðið hevur ikki verið heppið upp til kapp- ingina. Try avbod frá nøkr- um av studulsleikarunum i hépinum uppå stutta tid komu sjålvandi illa vid. Men hvussu stóran tydn- ing hevur tað fyn liðið, at leikarar sum Janne Kolling Johannesen, Annette Hoff- man og Karen Brødsgaard ikki verða við? - Tað hevur sjálvandi stór- an týdning og stóra ávirkan á hópin, at tær ikki verða við. Janne Kolling Johann- esen og Annette Hoffman eru jú millum okkara allar mest royndu leikarar. Eisini Karen Brødsgaard hevur,