hósdagur 11. november 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið SOS!
Nr. 215 - 12. november 1999
Samfelag teirra heilagu
eftir John S. Myllhamar
Hóast kirkjuskipanin, sum
nåtturligt er. var oðrvísi í
teimum allarfyrstu kirkju-
liðunum, ið stjórnað vóru.
er tó neyðugt at gera sær
greitt tá ið tosað verður um
liðið: Samfelag teirra heil
agu, í triðju trúargrein, at
heitið bara kann brúkast um
hitt kristna kirkjuliðið/sam-
komuna. og sostatt ikki um
óetableraðar bólkar og fel-
agsskapir. Limir í fólka-
kirkjum brúka kirkjulið.
meðan limir í flestu fríkirkj-
um brúka samkoma. Mein-
ingin við orðinum er sjálv-
sagt hin sama.
Sambært Skriftini er al-
neyðugt hjá hinum kristnu
at gera sær greitt hvat eitt
kirkjulið/samkoma er.
Fólkakirkjan er eitt kirkju-
lið. Brødrasamkoman eitt.
Hvítusunnusamkoman eitt
o.s.fr. Harafturímóti er ein
missiónsfelagsskapur ikki
eitt kirkjulið, men ein av
mongu arbeiðsgreinunum i
einum kirkjuliði. Tær bera
eitt nú heitið heidninga-
mission, heimamissión, sjó-
mansmissión, KFUM & K,
Blái Krossur og aðrar grein-
ar. Soleiðis var eisini fatanin
millum tey gomlu missións-
fólkini. fyri at endurgeva
ein av gomlu missóns-
monnunum í Porkeri tá ið
misstónshúsið har í bygdini
var vígt: Hetta húsið er ikki
bygt ístaðin fyri kirkjuna,
men saman við kirkjuni. Tí
eitur einki meinigheitin í
misstónshúsinum. Til tess at
vera ein meinigheit, mega
sakramentini vera vid. Og
ongi sakramentir eru i
missiónshúsinum. Eitt av
skriftorðunum undir at
nevna seg kirkjulid, er
Apostlasøgan kap. 2. har
hitt fyrsta kirkjuliðið helt
fast um felagsskapin, læru
ápostlanna, breyðbrótingina
og bønina. Tann dag, ein
missionsfelagsskapur hevur
vin og breyðbróting i missi-
ónshúsunum - alment er
eingin enn gingin so vítt í
Føroyum - hevur hann gjørt
kirkjubrot, eins og Luthers
Missiónsfelag nú ger í Dan-
mark og Noregi. Og tá er
rørslan vorðin eitt sjålvstød-
ugt kirkjulið/samkoma.
t
I
Tað skuldi verið óneyðugt
at nevnt tað aftur, tí so mik-
ið títt hevur tað verið hildið
fram, at ein kristin verður
altíð verandi ein kristin
Jødar gerast jødar í um-
skeringini. Tað finnast eing-
ir heidnir jødar. Jødar verða
teir verandi óansæð. Tað eru
trúgvandi jødar og van-
trúgvandi jødar, fråfalnir
jødar, men ongastaðni heid-
nir jødar. A sama hått vid
kristnum. Heidningar gerast
kristnir, men kristin gerast
ongantíð heidningar. Ein
kristin kann falla frå, gerast
vantrúgvin, men ongantíð
heidningur. Ein kristin kann
tíggja sær verri enn ein
heidningur, men ikki vera
aftur til ein heidning. For-
eldur, sum hava borið síni
born til dópin, kunnu seinni
við sorg siga, at nú eru tey
fráfallin, eru vantrúgvandi.
Men tey siga ongantíð:
Børn mini eru heidningar.
Tí ráddi eisini um, at fáa
nyfødingin kristnaðan
skjótast = tilbar. Nøkur
doyptu tey longu dagin eftir
Og tað var ikki talan um, at
fara uttandura við teimum
áðrenn skírnina.
Sera væl lýst var hetta
evnid av fyrrverandi aðal-
skrivaranum í donsku Indre
Mission Poul Langager-
gaard, eitt árið á einum trú-
boðaraskeið, eg fyri nógv
árum síðan luttók í. Og
samsvarar hetta væl við orð
Jóhan Weihe prests, har
hann segði (endurgeving
eftir minninum): >Hvussu
øvugt verður ikki at vakna
upp í glatan við Kristi
krossmerki ristum bæði fyri
andlit og bróst sítt!<
Lærusveinur undir
Meistara sínum
Samfelagið og samanhaldið
er til fyri, at vera varðveittur
sum trúgvandi kristin.
Hendan varðveitsla byrjar
longu skirnarløtuna við orð-
inum. Læran er tengt at
skírnini (sí missiónsboðini
ella dópsritualið) at gerast
lærusveinur Krists. merkir
næmingar ella lærlingar.
Uppgáva lærlingsins er alla
tíðina at fáa visiOnir, nýggj-
ar tankar og hugskot. Hann
nemur sær kunnleika við at
lesa, við at spyrja, við at
kanna. Hann sigur ongan-
tíð: Hatta dugi eg! Hatta
nýtist eingin at læra meg.
Soleiðis eisini við læru-
sveini Krists. Hann gerst
ongantíð meistari, men
grundar yvir Guðs lóg dag
og nátt (Sálmur 1). Sama
ger næmingurin. Hann lítur
á at roknibókin er røtt, at í
henni er eingin villa. Tað
kunnu vera mong toskilt
roknistykkir, sum næming-
urin ikki skilir, men hetta
kemst av, at hann f kunn-
leika enn ikki er rokkin so
langt. Hann gevur ikki
roknibókini skyldina. Ein
næmingur hjá Kristi, skilir
heldur ikki oll tey bíbilsku
roknistykkini, men hann
veit at tey eru røtt, og at
facittið er goymt í himlin-
um
Í dag stíga persónar fram,
sum siga seg vita og skilja
alt - og tað enntá frá fyrsta
degi teir traðka inn í eitt
kristiligt umhvørvi og uttan
sjålvir at hava nakra andliga
bakgrund. Ongantíð kundu
teir funnið uppá at givið
ødrum rætt í teirra teolog-
isku fatan, enn minni við-
gingið. Har helt mín teori
ikki! Ella møguliga verið so
eyðmjúkir at sagt: - Hatta
skilji eg ikki enn í hvussu
so er - møguliga ongantíð!
Persónliga trúgvi eg øll-
um, sum stendur i bibliuni,
og at bara tann bókin er
Guds tala til menniskju.
Men eg skilji langt ífrá alt,
sum har stendur. Og um
Guð framvegis skal vera
mín Guð, vóni eg ongantíð
at koma so langt at skilja
alt, so at eg kann leggja
Halgubók frá mær sum eina
og hvorja aðra bók, eg havi
lisið. Tá er Guð heldur ikki
longur mín Guð.
Fyri mær er bíblia heldur
ikki Guðs orð á ein og
hvønn hátt, t.v.s. at hvussu
eg enn lesið hana, er hon
Guðs orð. Um eg so lesið
versini uppeftir ella niður-
eftir, um eg lesið orðini frá
høgru ella vinstru, so er hon
Guðs orð. Ein hamari eitur
ein hamari, men hann kem-
ur ikki til sín rætt fyrr enn
tú heldur um skaftið heldur
enn um høvdid, tå id tú
neglur.
Einaferð skulu vit skilja
alt. Nú kenni eg í pørtum,
sigur Paulus, men tá skal eg
kenna til fulnar, eins og eg
sjálvur eri til fulnar kendur.
Reglulig kirkju- og
metigongd
Næsta lívstreytin fyri varð-
veitslu í samfelag teira heil-
agu, er samanhaldið. Albert
Schweitzer sigur einastaðni.
Tá ið eg siti í lítlu kirkjuni í
heimbygd míni, lati eg eyg-
uni aftur. Fyri mínum innara
eyga síggi eg tá nøkur av
teimum, sum einaferð sótu
har, men, sum nú eru farin
undir mold. Ein teirra er
Mitschi. Hann var so deyv-
ur, at hann skilti ikki eitt
einasta orð av tí, sum sagt
varð. Kortini sat hann
hvønn einasta sunnudag á
beinki sínum. Ein dagin
fekk faðir mín rópt inn í
oyra hansara, hvussu tað bar
til at hann gekk í kirkju tá
ið hann ikki skilti eitt einast
aorð av tí, sum sagt varð.
Samfelag teirra heilagu,
prestur! Samfelag teirra
heilagu! Hóast hann var so
deyvur, so fann hann styrk-
ina í at koma í samfelag
teirra heilagu. Og í slíkum
samanhaldi er tyrkin júst
goymd. Styrkin í kirkjulið-
inum er júst goymd í at tað
er eitt í ollum.
Vit kenna vist øll søguna
um hin gamla vísa pápan,
sum ein dagin rópti sínar 7
synir til sín. Teir vóru allir
evnarikir, og hann vist, at
um teir st6du saman, kundu
teir inna stórverk. Men teir
stóðu ikki saman. Á eitt
borð hevði faðir teirra lagt
7 stavar. Teir undraðust
hvat, hesin gamli nú hevðist
at. Hann tók allar sjey stav-
arnar, bant teir saman so at
teir vóru eitt bunti, bað síð-
ani tann elsta bróta tað av.
Hesin royndi, men megnaði
tað ikki. Síðani bað hann
tann næsta, heldur ikki hann
orkaði. Allir royndi, men
eingin kláraði. Síðani loysti
pápin buntið sundur aftur so
at tað aftur vóru sjey stavar,
tók stav fyri stav, kvetti
hann av, hetta fell lætt sjálvt
hjá hesum gamla. Ein tal-
andi mynd um týdningin av
samanhaldinum í kirkjulið-
inum. Tað stendur nógv
sterkari tá ið tað stendur
saman, men tað heldur als
ikki um hver limur koyrir
sitt løb. Ti siga vit trúar játt-
anina saman. Vit halda fast
um eina læru. Meira um
hetta fyrst í Apostlasøguni.
Altarborðið
Triðja styrkin í samfelag
teirra heilagu, sum skal
nevnast, er altarborðið.
Mong menniskju koma
ongantíð til altars. Nú
kunnu ymiskar orsøkir vera
til tað: Sjúka, veikleikar, elli
v.m. Men tað kunnu eisini
vera nógvar undanførslur:
Eg fari ikki til altars saman
við honum ella henni, tí tey
eru so og so. Tá ið tú fer til
altars, fer tú tá við tínari
góðsku? Ella fer tú við tín-
ari synd? Er tað við ti
seinna, tá hyggur tú ikki
eftir hvor ið liggur á knæ
við lið tína, men tá er tú
sjálvur tann størsti syndarin
við borðið. Hugsa bara um
teir, sum lógu um tað fyrsta
altarborðið. Har vóru bæði
ein Judas, ein Pætur og ein
Tummas. Tað skal á ongan
hátt skiljast sum vit skulu
bagatelisera syndina - tvort-
urímóti, men vit leita til
hansara við henni, hann,
sum er mentur at fyrigeva
og endurreisa.
Eitt annað við altarborð-
inum er, at har eru vit so
nær Jesusi og teim, ið undan
eru farin. Hugsa tær tá ið
vit hava ein hålvring sum
knæfall um altarborðið í øll-
um kirkjum, so er tað fyri
at siga okkum nakað. Tá ið
vit fara til altars, so eru tað
ikki bara teir 10-20 sjónligu
altargestirnir, vit eru til
borðs saman við, men tá eru
vit til borðs saman við øll-
um teimum heilagu, sum
fóru undan okkum. Vit eru
í samfelag teirra heilagu.
Væl síggja vit tey ikki,m en
tey eru við hin ósjónliga
hálvringin ella partin á
borðinum. Tey eru saman
við okkum, tað er stór
troyst. Ein prestur í Dan-
mark, ein av mínum góðu
vinum, segði mær einaferð
frá einari mammu, hann
kendi, sum hevði mist ein-
astu dóttir sína. Hon syrgdi
hana ómetaliga nógv. Ein
dagin segði eg henni frá
týdninginum av at vera til
altars, og hvat, hin hálvi
ringurin merkir. Í hesum
fann hon troyst. Nú kundi
hon við hvønn altargang
vera saman við dóttir síni.
Hóast hon ikki sá hana, var
hon kortini saman við henni
um borðið. Eitt trúgvandi
kristi menniskja, sum fer
her frá, verður verandi í
samfelag teirra heilagu. Tað
verður bara flutt frá tí sjón-
liga til hin ósjónleiga partin
av borðinum. Paulus skriv-
ar. Annaðhvort vit liva ella
doyggja, hoyra vit Harran-
um til.
Lovsangurin
Tað seinasta, eg vil nevna
sum ein styrki í samfelag
teirra heilagu, er lovsong-
urin. Men tá ið tosað verður
um lovsong til Guðs, kann
hann als ikki samanberast
við sang og tónleik sum vit
hoyra í dag. Vit eiga at
minnast til, at Guð legði sín-
um ein nýggjan sang í
munnin, ein sang, sum
verðin ikki góðkennir ella
kann syngja við í. Lovsang-
urin til Guðs er ikki eins og
heimsins songur, treytaður
av ljóðstyrkini, hann verður
borin fram við men um
hann er føddur í hjartanum
av Guði. Og Guð er íkki
óskils Guð, tí vil hann eisini
hava ordan í lovsanginum.
Tað er talan um javnvág,
ikki um buldur, róp og gang,
sum køvir lovsangin. Best
kann tað lýsast við teimum
gomlu petroleumslampun-
um, sum vóru í nógvum
heimum fram til miðskeiðis
í hesi øldini. Vildi man hava
bjartari ljós, bar ikki til at
skrúva veikin longri upp, tí
so fór lampan at osa og
kvaldi oll, sum inni vóru.
Í dag snýr tað seg um
ljóðstyrkina. Tess harðari,
tess fullkomnari. Men Guð
fái lov, hetta er ikki treytin
í tí kristna krikjuliðinum.
Har verður dygdin íkki
máld í desibel. Haraftur-
ítmói er lovsongurin gil
Guðs neyðugur til tess at
styrkja kirkjuliðið. Alt gott
um kór, sangbólkar o.t. Tey
kunna eisini vera við til at
styrkja samanhaldið í einum
samfelag, men um tey av-
loysa lovsongin frá mein-
igheitini, er vandi á ferð. Tá
kann felagslovsongur brátt
gerast ein viðfáningur,
meinigheitin gerast eitt pub-
likum, sum skal undirhald-
ast. Hon verður nakað pass-
ivt, heldur enn aktiv. At
teppa munnin á tí vanliga
liminum í kirkjuliðinum við
at avmarka felagssangin,
ella heilt lata hann falla
burtur, er niðurbrótandi fyri
hin kristna, tí tað eru mong
menniskju, sum ikki akku-
rát eru so rgsk at tala, men
teimum leingist eftir at
syngja, syngja saman við
kirkjuliðinum.
Lat so bara felagssangin
vera ófullkomnan tá ið
gamla Marin og lítli Jógvan
stemma í av hjartans lyst í
kirkjuni ella á møtinum; tað
ger einki um ikki alt er so
professionelt. Eingin lov-
songur á jørð verður nak-
rantíð fullkomin. Tað verð-
ur ikki fyrr enn í ævinleik-
anum, har tey sælu skulu
syngja nýggjan song og
lambsins prís um aldur og
ævir.
Opsummera
So taka vit heilt stutt sam-
anum:
1. Líka sum hin umskorni
verður verandi jødi um
ævir, verður hin doypti ver-
andi kristin med alla.
2. Kirkjulið (meinigheit) og
missiónsfelagsskapur eru
hvor sítt. Fyri at vera ein
meinigheit, mugu sambært
Ap. 2. kap. sakramentini
vera við.
3. Guðs orð verður ein læru-
sveinur ongantíð liðugur at
grunda yvir, fyrr enn facitt-
ið, sum goymt er í himlin-
um, er kent.
4. Samanhaldið er ein lívs-
treyt um kristnilívið skal
varðveitast.
5. Altarborðið er endin á tí
langa, langa borðinum, sum
røkkur inn um forhangið,
inn í ævinleikan, har vit eru
til borðs saman við ollum
teimum sælu, ið undan okk-
um eru farin.
6. Lovsangurin til Guðs er
ikki treytaður av ljóðstyrk-
ini, hann verður borin fram
av, men um hann er føddur
í hjartanum av Guði. Hann
verður ikki fullkomin fyrr
enn ein dag fyri lambsins
trónu í friði og sælu um ald-
ur og ævir.
EET