Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 12. november 1999 tíðindablaðið Sekunda fótbóltur í sjónvarpinum: - Sjónvarpið raðfestir øOrvis mn a Eins og undanfarin ár fer SVF at senda enskan fótbólt í vetur, men sammett við undanfarin ár verður bert sent úr næstbestu deildini og frá FA-cup. — Vit hava gjórt eitt programpolitiskt val, sum inniber, at vit ikki senda úr bestu ensku deildini, sigur Ossur Winthereig, sum við hesum leggur upp til, at tey, sum vilja hava »betri« fótbólt á skíggjan, mugu útvega hann á annan hátt SVEINUR TRÓNDARSON Seinastu nógvu árini hava føroysku sjónvarpshyggjar- arnir verið >forkelaðir< av SvF, sum hevur borið teim- um fótbólt úr bestu ensku deildini. Soleiðis verður ikki í vet- ur, og orsøkin er m. a., at tað er vorðið so kostnaðar- mikið hjá SVF at keypa rætt- indini til Premier League, at teir av programpolitisk- um ávum hava valt fótbóltin frá. Hetta merkir kortini ikki. at eingin enskur fótbóltur verður at síggja í SVF í ár, men tað merkir, at talan verður um >sekunda-fót- bolt«, tí SVF fer í samstarvi við Danmarks Radio at senda frá næstbestu ensku deildini. Vit hava spurt Ossur Winthereig, tíðindastjóra í SvF um orsøkina. Programpolitiskt val Ossur Winthereig sigur við Sosialin, at SVF hevur eitt ynski um at raðfesta ítróttin høgt, men at tað kostar at framleiða ella keypa og tí verður mann noyddur at velja vidhvørt. Og tí er her talan um eitt programpolit- iskt val hjá SVF um ikki at senda úr bestu deildini í Onglandi Vit hava samráðst við Canal+ um rættindini fyri 99/2000, men prísurin var alt ov høgur til at vit vildu taka av. Í fjør kostaði tað okkum 330 túsund krónur, men í ár kostaði tað 550 túsund krónur um vit ætlaðu at senda Premier League og »Highlights« úr deildini, sigur Øssur Winthereig. Men skilir tú ikki tey, sum eru í øðini um, at tit á henda hátt ikki senda tað, tey vilja síggja? Jú, á ein hátt, men vit verða noyddir til at velja viðhvort, og tað hava vit gjørt í hesum føri. Talan er í hesum føri um beinharða forrætning, har Canal+ veit, at selja teir rættindini til okkara, so missa teir »sate- littkundar« og tad vilja teir hava, at vit skulu gjalda fyri Ti hava vit gjørt eitt val, sum sigur, at vit ikki senda frå ovastu ensku deildini i år, sigur Øssur Wintereig. Voru hepnir i fjør Tå SvF i fjør keypti rætt indini til enskan fótbólt var tað í veruleikanum ongantíð talan um teir mest áhuga verdu dystirnar. Canal+ bjóðar tveir dystir út, og annar er við oddalið- inum. Hin er við einum ødr- um liði, og tað var tað, sum SvF keypti í fjør, og tað var orsøkin til, at teir fingu fót- bóltin so >bíliga<. Men vit vóru bara so heppin, at t. d. Manchester United, sum hevur eina rúgvu av viðhaldsfólki í Føroyum, næstan hverja ferð var við á >okkara< dysti, og ti sóðu føroyingar tað, sum teir flestu vildu síggja. Tað er prísurin fyri hesar dystir, sum næstan er tvífaldaður, og tað vildu vit ikki vera við til, sigur Øssur Winthereig, sum er keddur av, at tað heldur ikki eydn aðist at fáa fatur á brotunum úr bestu deildini Hesir báðir partar hingu saman, og ti var tað 6møg- uligt hjá SvF at fáa hendur á. Men skilir Ossur, at entu- stastarnir eru í øðini? Jú, tað skilji eg væl, men teir vera noyddir til at finna aðrar rásir, sum senda tað teir vilja hava, sigur Ossur Winthereig, sum leggur afturat, at tað er eitt slag av plåstri á såri, at SvF sendir úr næstbestu deildini í samsending við Danmarks Radio Henda sending kostar ikki sjónvarpinum eitt oyra skilja vit á tíðindastjóra út- Varpsins. Meira føroyskt Tá SvF hevur tikið avgerð um, at teir ikki fara at senda úr bestu ensku deildini, fer tað so at síggjast aftur við meira føroyskum itrøtti Henda spurning settu vit Øssuri Winthereig. Tað er eitt sindur torført, at siga nakað um, tí hóast vit ikki keypa rættindini til Premier League, so merkir tað ikki av sær sjálvum at vit kunnu brúka meira pen- ing til føroyskan ítrótt. Tað fer jú av tí samlaða bud gettinum og verður tí tikið sum ein partur av eini heild sigur tíðindastjórin, sum kortini leggur afturat, at SvF fer at leggja seg eftir at senda meira frá føroyskum ítrótti heldur enn útlendsk um. Hevoi so ikki borið til, at fingið sponsorar til ítrótt- arsendingar burturav? Nei, tað haldi eg ikki ber til uttan at tað gongur út yvir okkurt annað sigur Ossur Winthereig, og vísir á, at lýsingarbudgettið hjá føroyskum fyritøkum er av markað, og at tað tí neyvan ber til at slíta lýsararnar sundur. Hann leggur kortini afturat, at hann ikki kennir tað øki nóg væl til at úttala seg um tad Ikki so litid hoast alt H6ast SvF mangan fær ålv arsligt skot fyri bógvin, at teir ikki senda nóg nógvan ítrótt. so heldur tíðindastjór- in, at teir senda ikki so lítið hóast alt. Vanliga senda vit frá svimjing, steypafinalunum í hondbólti, fótbóltslands dystum, Føroya Sterkasta manni, Atlantic Giant, sum eisini gevur okkum fittar inntøkur, frá Oyggjaleikun um og tað ætla vit okkum at halda fast við og menna. sigur Øssur, sum eisini vísir á, at SVF vanliga sendir frá øllum dystum í fýra teimum seinastu umførunum í landskappingini í fótbólti Vit eru tó eitt sindur kedd av, at vit ikki senda meira frá føroyska vetrar- itrøttinum, sigur Qssur Winthereig, sum kortini ikki vil lova, at tað verður betri í vetur. Hann endar tó við at siga, at SvF við broytingunum í enska fótbóltinum hevur gjørt eitt programpolitiskt val. sum inniber, at tey, sum brenna fyri enskum fótbólti, mugu finna sær eina aðra rás at síggja hann á. Svi kann ikki bara senda til ein lutfalsliga >smalan< hóp fyri so nógvar pengar. Tað mugu hyggjararnir hjá okkum smyrja seg við. sigur Øssur Winthereig at enda. Blackburn og Fulham leggja fyri SvF fer aftur í vetur at senda enskan fótbólt. Hesaferð verður kortini talan um dystir úr næstbestu ensku deildini og úr FA-Cup SVEINUR TRÓNDARSON Leygardagin byrjar »vetr- arfótbóltsárið<. Tað er tá allir teir fótbóltsáhugaðu fara at seta seg í tann djúpa lenistólin, fyri at njóta tann enska fótbólt- in. Klokkan tíggju minutt- ir í trý seinnapartin leyg- ardagin fer SvF at senda frá dystinum millum Ful- ham og Blackburn. Blackburn Rovers, sum var enskur meistari í 94/95, flutti í fjør, rættiliga óvænt- að, niður úr Premier Leag- ue, og hóast tað var væntað, at teir skuldu fara at vera við heilt frammi í oddinum í næstbestu deildini í ár, so hevur gingið illa í hond hjá teimum higartil í ár. Teir liggja í løtuni á 18. plássi og fyri heilt stuttari tíð síðani søgdu teir venjar- anum Brian Kidd úr starvi. Kidd var áðrenn Blackburn tíðina kendur sum hjálpar- venjari í Manchester Unit- ed. Fulham kom av álvara aftur á fótbóltslandkorti tá fyrrverandi Newcastle venj- arin og núverandi landslið- svenjarin, Kevin Keegan gjørdi av at taka við venj- arastarvinum í felagnum. Hann setti sær stór mál, og sigast må, at væl hevur gingist síðani. Fulham liggur í løtuni á fjórða plássi í næstbestu ensku deildini og kann tí, um formurin heldur vera við í uppflytingarkappingini til næsta kappingarár. Tað er annars Man- chester City, sum liggur á odda í næstbestu deild- ini í Onglandi. Heimabio Nýggir filmar hverja viku mit TEXVDBITAÁ AMERICAN HISTORY X + AND TWO SIDSTE á Statoilstødin í Gundadali te Statoilstoðin í Kollafirði te Statoilstoðin í Saltangará te Statoilstødin í Klaksvík te Statoilstoðin í Sorvági te Statoilstoðin í Sorvági te Statoilstødin í Leirvik te Ó STATOIL stødirnar kring landið SIDSTE SPIL A CIVIL ACTION LOCK STOCK SMOKING BARRELS SPIL mo AR RC i Leiga videofilmar å hesum stødum: . 314770 . 421083 . 449133 . 457353 . 332001 . 332001 . 443360