fríggjadagur 12. november 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 12. november 1999
Pauli Einarsson um Brandskúlan við Áir:
tíðindablaðið
Lokalpolitikkur kann
oyðileggja vælvirkand
- Hví er tað so umráðandi at flyta
brandskúlan við Air? Sjálvur dugi eg
ikki at skilja, hví lokalpolitikkur skal
sleppa at oyðileggja ein vælvirkandi
skúla, sigur Pauli Einarsson
JAN MÚLLER
Nógv verður í hesum døg-
um tosað um tilbúgving ella
rættari, tørvin á neyðugari
tilbúgving í Føroyum. Her-
fyri frættu vit, at Brand-
skúlin við Air stongdi , ti
hann ikki fekk játtað nokk
av pengum. Spurningurin
um trygdarmidstød, brand-
skúla og tað virksemi. ið er
knytt at slíkum stovnum.
hevur eisini verið nógv
frammi í sambandi við eina
komandi oljuvinnu. Um-
framt at kunna liva upp til
trygdarkrøvini, sum i dag
verða sett sjómonnum, hava
umboð fyri foóroyskar
myndugleikar og fyri út-
lendsk oljufelag gjørt vart
við, hvussu stóran týdning
m.a. trygdarvenjing hevur
fyri eina komandi olju-
vinnu.
Ein av teimum, sum við
stórum áhuga hevur fylgt
við gongdini hjá Brandskúl-
anum við Air og øllum
trygdar- og tilbúgvingar-
spurninginum sum heild, nú
arbeitt verður fram móti eini
komandi oljuvinnu, er Pauli
Einarsson, sum í dag starv-
ast í føroysku oljuvinnuni.
Hann var eitt skifti for-
maður í Føroya Oljuídnaði
og hevur annars siglt sum
maskinmaður, eitt nú í frá-
landavinnuni. Síðani hann
byrjaði at arbeiði í olju-
vinnuni hevur Pauli Einars-
son tikist serliga nógv við
trygdar- og tilbúgvingar-
spurningar.
Oyðileggja fundament
Hann sigur, at tað er hug-
stoytt at síggja, hvussu tað
verður roynt at oyðileggja
fundamentið undir tí, sum
hevur møguleika til at vera
ein altjóða góðkendur
stovnur.
- Tad var eitt gott hugskot
at fáa ein brandskúla í Før-
oyum. Stigtakarnir hava
verið framskygdir, tå teir
løgdu skúlan, har hann ligg-
ur. Ti har eru góðir møgu-
leikar fyri útbygging sigur
Pauli Einarsson. ið eisini
vísir á, at eitt, sum hevur
eyðkent skulan, er, takka
verið góðari leiðslu, at einki
dálkað vatn ella olja er
komið út í sundið ella út í
jørðina. Dálkingin av royki
sum er í dag, kann eisini
minkast nakað.
Men hvørjar fortreytir
hevur Pauli Einarsson so at
kunna úttala seg um hetta
málið? Jú, hann varein av
teimum, sum í 1995 av tá-
verandi landsstyrismanni
Eilif Samuelsen,varð biðin
um at gera eina kanning um,
hvussu Brandskúlin við Air
kundi útbyggjast til verandi
og komandi krøv. Málsetn-
ingurin var, at skúlin fram-
yvir skuldi vera ein trygdar-
miðdepil. Í fyrsta umfari at
lúka treytirnar frá IMO og
seinni víðkast til at umfata
skeiðvirksemi innan olju-
vinnuna.
Pauli Einarsson sigur, at
Brandskúlin við Air hevur
til dagin í dag víst, at har
kunnu brandskeið takast.
sum útlendsk reiðaríir góð-
kenna.
Føroyskt fyribrygdi
-Og nú ein oljuvinna stend-
ur fyri durum, vilja allir
hava ein bita av køkuni. Av
hesi orsøk er kapping kom-
in í, hvar skúlin í framtíðini
skal liggja. Eg haldi hetta
vera eitt undarligt, kanska
serføroyskt fyribrygdi, at
tosa um at flyta ein stovn,
sum í dag er kendur fyri gott
arbeiði, uttan at vísa á veru-
ligu orsøkina til, hví hann
skal flytast sigur Pauli
Einarsson og spyr, hví er
tað so umráðandi at flyta
brandskúlan?
-Sjálvur dugi eg ikki at
skilja, hví lokalpolitikkur
skal sleppa at oyðileggja ein
vælvirkandi skúla. Tað er
ongin trygd fyri, at vit fáa
ein betri brandskúla, bara
við at flyta hann burtur frá
Aum, tað er kanska heldur
øvugt.
Pauli Einarsson visir å, at
í sambandi við tær kann-
ingar, sum eru gjørdar við-
víkjandi møguleikanum at
víðka Føroya Brandskúla til
at vera Trygdarmiðdepil
Føroya, hava vit havt vitjan
av umboðum frá nógvum
útlendskum feløgum, sum
Tað er ongin trygd fyri, at vit fáa ein betri brandskúla, bara við at flyta hann burtur frå Áum. tað er k
> 2 =
øvugt sigur Pauli Einarsson, sum í 1995 varð settur at kanna. hvussu skúlin við Air kundi útbyggjast til eina
Trygdarmistød fyri alt landið. Frálæran á Brandskúlanum við Air liggur einki aftan fyri tað. sum fæst í øðrum
londum sigur hann
eru í frálandavinnu og oðr-
um pørtum av oljuvinnuni,
fyri at fáa teirra meting.
Allir hava verið samdir
um, at staðið er sera væl
egnað, av tí at tað ber til at
hava venjingar av ollum
slag samstundis. Tað vil
siga: sløkking. bjarging og
evakuering, hvar neyðugt er
við hjálp bæði frá landi.
sjónum og luftini samstund-
is.
-Ég haldi meg hava ein
ávísan førleika til at sam-
anbera skeiðini, sum ein
kann taka við Air, við skeið
av sama slag í útlondum., tí
eg havi verið á skeiði við
Air, á Fang í Danmark, War-
sash í Englandi og Stavan-
ger í Noregi. Frálæran á
Brandskúlanum við Air
stendur einki aftanfyri tað,
sum fæst í útlondum. Men
fyri at lika øll nútíðar krøv,
må skúlin fáa so góðar um-
støður sum gjørligt, at ar-
beida undir, og må ti ti
uppgraderast í samsvari við
treytirnar hjá vinnuni og
myndugleikunum.
Pauli Einarsson, sum
sjálvur bæði hevur royndir
á sjónum og í frálandavinn-
uni sigur, at tað er altíð
hugaligt, at nógv vísa áhuga
fyri tí, sum fer fram í sam-
felagnum. Tí vil hann eisini
mæla avvarandi myndug-
leikum til at savna tað besta
úr øllum teimum góðu hug-
skotunum, sum fáast ymsa-
staðni frá í landinum og
byggja tey inn í víðari æt-
lanir við Air.
MO betri
Húsarhaldstól í 100 ár
Vaskimaskina é - 7 Uppvaskimaskina
Novotronic W844 - — G660
Í Vanl. prísur Vanl. prisur
i 11.795,- 9.495,-
Í Kontantprísur Kontantprísur
Í 9.439,- 6.795,-
£ Kann eisini gjaldast Kann eisini gjaldast
H | við 430,- um vid 315,- um
! —månadan í 18 mánaðan i 18
7 mánaðar mánaðar
+ utgjald á 2.850,- im + útgjald á 2.000,-
! Vaskimaskina Turkitrumla
| Novotronic W986 | ST Novotronic T490
i Vanl. prisur — EF Vanl. prisur
| 15.295,- ifm 8.195,-
H Kontantprisur Kontantprisur
| 12.239,- 6.895,-
Kann eisini gjaldast Kann e;sini gjaldast
við 550,-um við 315,- um
mánaðan í 18 mánaðan í 18
mánaðar mánaðar
+ utgjald á 3.700,- "news * útgjald á 2.100.-
H
Køksmiåstødin
Á Hálsi - FO 110 Torshavn - Tel. 314949 - Fax 311330 - E-mail: ithdullpost olivant fo
re,
anska heldur
ES AAA AAA AAA AAA
På