Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 12. november 1999 tíðindablaðið < 11 Burturvið at flyta skúlan Hetta heldur formaðurin í nevndini fyri Brandskúlan við Áir, Eli Davidsen. Herfyri hoyrdist, at skúlin skuldi gevast, tí eingir pengar eru, men skúlin heldur fram til 1. desember, tí tá hava mynd- ugleikarnir lovað, at loysn er funnin á trupulleikunum DAGFINN OLSEN Fyri tid sidani hoyrdist, at Brandskúlin við áir skuldi lata aftur og enn er eingin loysn at hóma. Skúlin haltar tó víðari til 1. desember, tá myndugleikarnir hava lov- að at hava funnið loysn á málinum. -Brandskúlin er sundur- pettaður ímillum 3 ymisk stýri. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sjó mansskúlanæmingarnar. Vinnumálastýrið hevur brandmenn á landi og Fiski- málastýrið hevur trygdarút- búgving av sjófólki, sigur Eli Davisden. Hann metir, at skúlin meira ella minni detur niður ímillum. Ein nevnd er sett av hes- um trimum stýrum at finna eina loysn og myndugleik- arnir hava lovað at loysa spurningin = áðrenn |. desember. Mann og anlegg Trupulleikin snýr seg um. at peningur er ikki tøkur til ein instruktør og eitt gass- anlegg. Tveir mans eru á skúl- anum, men kravt verður. at 3 ella 4 mans eru. Vit meta, at høvdu vit fingið ein aft- urat, so høvdu vit klárað okkum fyri fyrst, so tað snýr seg kanska um einar 300.000 krónur, sigur Eli Davidsen. - Eitt gassanlegg krevst eisini, so næmingar kunnu læra at sløkkja ein gass- brand. Her snýr tað seg um einar 600.000 krónur. I 2002 skal anleggid so standa har, tað krevst. Vit hava roynt at fingið tað inn, men tað hevur gingið strilti, sigur Eli Davidsen. Hann vísir eisini å, at tað er strævi og ikki nøktandi, at bert tveir mans arbeiða á skúlanum, tí báðir eru inni við næmingunum í senn. Helst skal tað vera so, at ein er uttanfyri, um trygdin skal takast við í myndina. Burturvið Eli Davidsen heldur alt prát um at flyta skúlan vera burturvið. - Í dag hava vit í roynd og veru 3 skúlar. Havnin hevur sjálv etablerað seg á Sundi. Vit hava skúlan við Air og nú taka teir og bygja okkurt upp í Klaksvík eis- ini, sigur Eli Davidsen. - Taka teir brandvenjing- ina eisini i Klaksvík. so tekur tað 30% av inntøku- grundarlagnum undan Brandskúlanum við Air, og so kunnu vit tað sama ges ast, heldur Eli Davidsen Eingin vildi hava hann - At byrja við vildi eingin hava skúlan. Tað var eitt øgiligt stríð í sjeytiårunum men so legði Landstýrið skúlan við Air, har tað eigur lendið, ið skúlin er á. Har hevur hann verið og Yvir- fridingarnevndin og Heilsu- frødiliga Starvsstovan hava góðkent, sigur Eli David- sen. Hann heldur tað vera langt úti, at tað nú verður arbeitt á henda hátt við at petta sundur. Vit høvdu eitt liðugt uppskot um Trygdarmið depil við Air. Hetta var ein off-shore skúli. Hetta hevur ligið í landsstýrinum síðani 1995, og einki annað er hent, enn at teir í Klaksvík nú hava fingið sær navnið, sigur Eli Davidsen. Hann minnir á, at hetta kemur ikki eingang undir at miðsavna í Havnini, so tað kann ein ikki skylda uppá. A einum stað Eli Davidsen heldur, at einasta gongda leið er at miðsavna skúlan, ið nú er undir 3 stýrum og sum kanska brátt er á 3 ymiskum plássum. - Kunnu menn ikki finna fram til at hava skúlan á einum stað, so er lítið hopi í øllum, heldur Eli David- sen. Hann heldur, at tað ger einki, at teir í Klaksvík taka sær av trygdarskeiðum fyri sjómenn, ið skulu mynstra við skipum, men brand venjingin, eisini fyri brandmenn á landi. heldur Eli Davidsen skal vera á einum stað Eli Davidsen heldur, at skúlin lýkur oll krøv og at skúlin hevur koyrt fyri- myndarliga. Hann heldur eisini, at munur er á at fáa tað til vega, ið manglar, og so at leggja heilt nýggjar skúlar aðrastaðni, tí tað liggja nógvir pengar í út- gerð norðuri við Air. - Men so leingi lív er, er elsini von, sigur Eli Davidsen, ið spentur bíðar til 1. desember. Hava mynd- 4 ugleikarnir ikki tá funnið eina loysn. so letur skúlin við Air aftur Við mest fram- komnu útgerðin - í hábærsligum sniði Vælkomin til ein royndartúr J. Broncksgeta 15 - Tlf. 310600 t - Taka teir brand venjngina eisini í Klaksvík, so tekur tað 30% av inntóku grundarlagnum undan Brandskúla- num við Air, og so kunnu vit tað sama gevast, heldur Eli Davidsen Sosiákur