fríggjadagur 12. november 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 12. november 1999 tíðindablaðið
13
LÆ
BBC Prime i jólahýri
Jólamánaðin sendir BBC Prime undirhald,
sum stavar frå seinastu 1000 árunum
JÁKUP MORK skemtiliga áskoðan á 15 old, har hann
í leiklutinum sum The Black Adder und-
irheldur hyggjarunum. Hesar sendingar
verða sendar fýra 13. til 18. desember,
meðan hann 20. til 25. desember er
farin nakað fram í tíðina, har hann sum
oldurabbasonur Edmund Blackadder
hevur leiklutin sum Blackadder Il.
I 17. old verður farið til Verona, har
vit aftur hitta Shakespeare. Hesu ferð
við leikinum, Romeo and Juliet, sum
verður vístur annað jólakvold. Dagin
eftir leiðir Tom Jones okkum gjøgnum
18. old, har vit vitjað glæstriborgir og
vertshús. Jóladagarnir síggja vit eisini
Darcy og Elizabeth í Pride 8 Prejudice,
áðrenn túsundáraskifti verður endað í
norðara partinum av Fraklandi, har Ro-
wan Atkinson enn einaferð hevur leik-
lutin sum Blackadder, hesu ferðina í
rødini Blackadder Goes Forth, sum
verdur send dagarnar 27. desember til
1. januar.
Nu túsundáraskiftið nærkast, hevur
BBC Prime gjørt av at líta aftur á, og
verður hetta gjort við at senda enskt
undirhald frá seinastu 1000 árunum,
har vit fáa møguleika at síggja send-
ingar við bæði gaman og álvara, har
hvor av teimum 10 oldunum fær nakað
í sín part. M.a. fara vit at síggja Shake-
speare, Jane Austin, Henry Fielding og
sjálvandi eisini Blackadder. Talan verð-
ur sostatt um bæði spennandi, kenslu-
bornar, stuttligar og stórslignar lotur frá
allari oldini.
Alt byrjar við at BBC hin 5. desember
sendir Macbeth hjá Shakespeare, sum
verður fylgt upp av stórslignu og syrgi-
ligu søgunum um King Lear og Hamlet,
sum verða sendar ávíkavist 12. og 19.
desember.
Ur 14. old síggja vit Richar II, ímeðan
Rowan Atkonson hevur eina meira
Ikki blíðkaður
av vónsviki
Útvarpið er framvegis yvirhovur gott og
fjølbroytt, og umframt sína dugnaligu
føstu starvsfólkamanning, tykir mær at
útvarpið hevur verið heppið at knýta
starvsfólk til sín uttanstovnað, sonevndar
freelancarar, fólk sum hava serligan á-
huga fyri og kunnleika innan eitthvort
fjølmidlaevni, sum so vanligi lurtarin kann
fáa lut í.
Soleiðis byrjaði jú í smáum eisini Elis
við sínum serligu evnum fyri lættari sam-
skifti við lurtarar og hugnapráti afturvið
løttum tónleiki. Annars stúrdi eg eitt skifti
fyri, at tað við Elisi gjørdist ov mikið av tí
góða, at hann onkursvegna gjørdist ov
einsporaður og triviellur, men lukkutíð
hevur hann víst seg at vera meira fjøl-
táttaður enn sum so, og dugir eisini at
gera aðrar meiri djúptoknar sendingar,
eitt nú >Hvat nú?<
Eisini lurti eg, hóast sjálvur reiðiliga
sørur í tónleiki, væl eftir tónaslátri hjá
Hans Egholm við rødini um føroyska
tónleikasogu.
Tvey ættarlið spæla tónleiki hjá Ed-
vardi Nyholm Debes tykir mær eisini
áhugavert at lýða á.
Óneyðugt er at nevna, at varandi dugur
eisini vísir seg at vera í Armgarð, guð-
froðingi, sum eisini hevur víst seg at duga
væl at skifta frá einum viðkomandi um-
røduevni til annað.
Við hasum vertinum i Víngarðinum
stúrdi eg leingi fyri, at tann sendingin
Oddvør Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Ey
bert fór at gerast okkurt fáfongt sjálvsrós
fríkirkjunnar sínámillum, men so hevur
lukkutíð víst seg ikki at vera. Sendingar-
nar eru breiðar og ollum viðkomandi og
professionelt gjørdar, hvor so enn vert-
urin er.
Annars eri eg enn ikki blíðkaður aftur
av vónsviki og rasarí, aftaná at útvarpið
herfyri fyri fyrstu ferð snýtti okkum fyri
orðaskiftið á tingi um fíggjarlógina.
Hvat billar útvarpið sær inn, og so uttan
nóg góða fráboðan frammanundan ella
eina so vánaliga slíka, sum at SVF sendir
ljóðið beinleiðis í dagtimunum. Skulu vit,
sum arbeiða um dagin, ella kanska eisini
sjóvinnan á sjógvi og landi, sum jú er
menan í foroyska búskapinum og harvið
samfelagnum, kanska leggja á dekki ella
steðga fiskamaskinum fyri at kunna seta
seg í messuna at gløda inn í ein tóman
sjónvarpsskíggja dagin langan. Tvørtur-
ímóti ber tað jú í mongum føri væl til at
útinna sítt handaliga dagsverk til lítar,
meðan lurtað verður eftir útvarpi, og har
tað hjá okkum oðrum ikki ber so væl til,
ber væl til at hjálpast við at fáa orðaskiftið
sent/endursent seint á kveldi. So forbiðið
góðar eru vanligu sendingar útvarpsins
seint á kvoldi heldur ikki, at tær tola ikki
onkuntíð at víkja fyri almennari fólkaupp-
lýsing um foroysk samfelagsviðurskifti nú
og fyri framtíðina.
Og forrestin, hvussu stendur egentliga
til við hesum sama almenna kunnleika
um okkara samfelagsviðurskifti, nú fólkið
í næstum ætlast at skula taka bindandi
stoðu til stjórnaligu framtíðarviðurskifti
Føroya, líka frå andstødu til fullveldi?
BBC endar hetta
tusundåra-
skeiðið við at
senda 3. rødina
av Blackadder,
Blackadder
Goes Forth
Í so máta fekk SVF í farnu viku skotið í
skógvarnar, at tað við beráddum huga
útihýsti stórum andstoðuflokki frå at lut-
taka í almennum samfelagsorðaskifti í
einum Krosskasti.
Er tað so vindandi galið, at útvarpið
eisini vil grugga almennu samfelagstil-
vitskuna við at tiga okkara týdningar-
mesta tingorðaskifti burtur? Vónandi ikki,
og vónandi er bert talan um eitt einkult
og eingangs kiks hjá einum annars út-
merkaðum programstjóra.
| aðrar mátar er útvarpið sum nakað í
hesum hopi avgjørt positivt, farið at halda
spurnarkappingar millum næmingar í
framhaldsdeildum skúlans. Tað tiltakið
kann kveikja og menna almenna áhugan
og kunningarstoði tiltrongt millum tað
uppvaksandi ættarliðið.
Higartil hevur tað leikað ójavnt á, og
serliga eru onkrir næmingar/skúlar dump-
aðir herviliga í landalæru og segu, tó tað
íkki er vist, at bara viðkomandi næming-
ar og lærarar teirra eiga ábyrgdina, men
heldur okkara skúlaskipan, sum seinru
árini so herviliga hevur lág-prioriterað
hesar lærugreinar.
Í sjónvarpinum havi eg farnu vikuna ser-
liga frøtt meg um ensku livfrødissend-
ingina um mannakroppin, Innskotið við
Karini Kjølbro, donsku dokumentarsend-
ingina um morðbrandin á Bornholm,
bestubitarnar um tuberklar í Foroyum og
enn eina føroyska perlu frå Zacharisi
Hammer um hin seinasta vitameistaran
í Feroyum. Leon, fráfarni vitameistarin
var góður í ollum 6 prátunum við Jógvan
=
Eyðun Joensen,
sálarfroðingur
skrivar: t i
6.
Arge fyrr i år, men hetta, nu eisini at
kunna uppliva mannin og hansara ar-
beiðsverð visuelt i vakrari náttúru, tað
setti so, i minum eygum, greitt prikkin
yvir 116.
Einki at ivast í, at maðurin var góður
við sítt arbeiðspláss og við sorgblídni
beyð tí farvæl, og er tað í sjálvum sær
áhugavert, nú tað um sama mundið
frættist frá, at starvsfólk víða hvar leggja
so lítið í sítt arbeiðspláss, og hví man
tað vera so?
Kanska kundu væl eydnaðu útvarps-
og sjónvarpssendingarnar, í hesum føri
hvor sær um Leon Heinesen, birt upp-
undir okt samstarv millum miðlarnar báð-
ar at gera kombinatiónssendingar onk-
ursvegna.
Annars untist mær at síggja enn ein
meistarligan svenskan krimi, Stockholm-
maraton, umframt enn ein finan part av
Taxa, missiónsmeti á Argjum, og at lurta
eftir Kass, presti afturvið frálíka væl
valdum sálmum sunnumorgun. So
samanumtikið man eg hava verið rímiliga
raskur at hyggja at og líða á hesa farnu
vikuna.
oensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN