leygardagur 13. november 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áby tjóri: | Marknaðardeild:
Jan Múller Jonhard ne r
jørt S. Hansen
Blaðstjóri: Dagbjo
Eirikur Lindenskov Blaðfólk:
| Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr |
i Niclas Johannesen
Yngd: Jåkup Mørk
Postadr: Postsmoga 76,
Jens Kristian Mang 110 Tórshavn
pe Haraldsen Telefon: 311820
ari, uppseting: Telefax. 314720
Sosialurin e-mail: post Gsosialurin.fo
Bustadur: Lýsingar: lysing & sosialurin fo
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Tjóðveldisflokkurin
sveik samhaldsfesti
Oddagrein
Krosskast mikukvoldið vísti, at enn ber til
at skifta orð um hugsjónarligar - ideolog-
iskar - spurningar í Føroyum. Búskapar-
kreppan og fullveldisætlanin hevur hóast
alt ikki kovt ollum orðaskifti um, hvar flokk-
ar okkara liggja í hugsjónarliga meldrinum.
Afturímóti hava hesi viðurskifti flutt nakrar
av flokkum okkara. At Tjóðveldisflokkurin
er snaraður til høgru, hava vit sæð ferð
eftir ferð í seinastuni. Stoðan hjá flokkinum
í fleiri málum hevur víst, at flokkurin hevur
slept síni samhaldsfestu - solidarisku
stoðu
Sambandsflokkurin hevur í málinum um
bæði fiskidagaskipanina og eftirlonina aft-
urímóti víst, at hann nærum hevur lagt
seg vinstrimegin Tjóðveldisflokkin. Haraft-
urat hevur hann lagt sjógv millum seg og
ný-liberalistisku áskoðanina hjá Fólka-
flokkinum.
Nú kunnu vit sjálvandi keglast um, hví
Tjóðveldisflokkurin hevur kúvent og hevur
lagt seg so langt til høgru, at undangong-
umenn og -kvinnur floksins høvdu ikki kent
hann aftur. -Hevur hann selt øll samhalds-
føst prinsipp fyri at nåa fullveldinum. - Ella
er hann bara við í altjóða råkinum, sum
hevur gongur frå ti meiri samhaldsfasta
politikkinum, og meiri ímóti, at einstak-
lingurin sjålvur skal gjalda fyri tænastur, t.
d. å heilsuøkinum.
Tað er gott, at flokkar ikki standa i stað -
eru statiskir - men at teir endurnýggja seg.
Afturímóti, venda vit aftur til spurningin
omanfyri, og hava nøkur aktuell mál í huga
- Spurningin um arbeiðsumhvervi, sjúkra-
dagpeningaskipanina og nú eftirlonina -
ber ikki til at koma til aðra niðurstoðu, at
Tjóðveldisflokkurin hevur selt seg. Hann
hevur latið Fólkaflokkin draga seg burtur
frá nøkrum samhaldsføstum prinsippum.
Og endamáli er fullveldi, sum Fólkaflokk-
urin neyvan fer at atkvoða fyri, tá á stend-
ur.
At Tjóðveldisflokkurin fór at sleppa hug-
sjónini um eina samhaldsfasta eftirlon, so
allir borgarar landsins kundu fáa somu
eftirlon eftir strævnan arbeiðsdag, roknaði
neyvan nakar við. Men líkt er til, at hann
hevur góðtikið asosialu "fólkatryggingina"
hjá Fólkaflokkinum, sum byggir á ta á-
skoðan, at tey sum forvinna mest, fáa
mest í eftirlon. Tey, sum einki vinna -
heimaarbeiðandi, avlamin, smábygdafólk
0. 0. - Skulu fáa eitt ella annað alment
ískoyti. V.0.0. er Tjóðveldisflokkurin við til
at skapa A- og B-pensjónistar. Eftir at verja
tað samhaldsfasta og vanliga foroyingin
stendur Javnaðarflokkurin. Sastalurín
Lesarabræv
Óli P. vorðin >keðiligur<
Trúði ongantíð, at eg skuldi
fara at skriva nakað líknandi
um multikunstnaran Ola P.,
hvørsmansogn hjå flest øll-
um føroyingum og ein av
minum absoluttu favoritt-
teknarum. Men i hesum
døgum - líka síðani núver-
andi sjálvstýrissamgongu -
so eru tekningar hansara,
ella heldur sjálvur BOÐ-
SKAPURIN ella SKEMT-
ID í Sosialinum vorðið alt
meiri útvatnað, tannleyst og
politiskt tendensiøst. Oli P.
hevur sjålvsagt loyvi at hava
sina politisku meining sum
øll onnur, men eftirhondini
hava sambandshugsanir
hansara tíverri vunnið
yvirhond og hava lagt sína
køvandi hond å
HUMORIN. Okey, óivað
smírast sambandsfólk og
andstødufélk sum heild,
men er Sosialurin ikki long-
ur eitt tíðindablað fyri
ØLL? (hóast eyðsýniliga til-
knýtið til javnaðarpolitikk-
in). Fullveldi ER eitt stórt
og týdningarmikið mál,
men hvat við okkum
„vanligu“ føroyingum, ið
yvirhøvur ikki eru áhugað
fyri politikki og kanska als
ikki velja nakran? Eg - og
allarhelst fleiri við mær
vóna, at Oli P. finnur aftur
á „gamlar gøtur" nakað
skjótt. so hansara flogvit og
deiligi humorur aftur fer at
koma okkum ØLLUM við
(og kanska fleiri fara at lesa
Sosialin - og eg tími at
keypa árbókina og vitja ól-
avsøkuframsyningina).
Annars ein stór takk til Sos-
talin, at blaðið hevur ,,gold-
ið prísin“ fyri ein veruliga
professionellan = teknara
seinastu mongu árini til
gleði fyri mong - sjálvsagt
eisini fyri blaðið sjálvt.
Gevið skæandi
teknarum kjansin
Síggi annars, at Dimma
roynir seg við einum tekn-
ara (Martin) á baksíðuni fyri
tíðina, og tað er at vóna, at
blaðið heldur fast um hetta
initiativid (og rindar pris-
in!). Hvar bleiv Guttesen
teknarin av? Dimma hevur
annars verið ,bedrøvilig” á
hesum oki nú í nógv ár. Hvi
ikki brúka t.d. Hannis á
Team85 meira, ella fara
hansara góðu evni bara til
reklamur og lýsingar? El
hví ikki hava onkra teknirød
í blaðnum - t. d. eina for
oyska?! Skrivið út eina
kapping og motiverið ser
liga tey ungu, gevið teimun
ein kjans, tí eg eri vísur í, at
mong talent finnast runt u;
oyggjarnar umframt un:
klaksvikingin i Krydd
hann fer ótvað at verða ori
ginalari við tíðini, tað
bara at dríva á. Alt er ikki
bara teldugrafikkur el
hvat?!? Henda åheitanin er
eisini galdandi fyri Sosialir
og onnur.
Vinarliga
Marni Mortensen
Barry Bartmann heldur fyrilestur
verður á Fskirannsóknarstovuni mikukvóldið 17. nwember 1999 kl. 19.30.
Barry Bartmann, professari, dr., heldur fyrilestur, ið hann kallar: Atlantic
Cold Water Islands in the New Global Economy Facing Obstacles and Em-
bracing Opportunities: A Trans-Atlantic Perspective. Fyrilesturin er á enskum
og vidær Atlantsoyggjar í nýggja heimsbúskapinum
Barry Bartmann, professari,
er deildarleiðari fyri Sam-
felagsfrødi á University of
Prince Edward Island í Can-
ada, har hann undirvísir í
altjóða samskifti og euro-
peiskum politikki; hann er
eisini samskipari av ym-
iskum altjóða granskingar-
samstørvum. Doktararit-
gerð hansara nevndist
»Micro-states in the Inter-
national System: The Chal-
lenge of Sovereignty<.
Heystid 1999 starvast hann
å Søgu- og samfelagsdeild-
ini á Fróðskaparsetrinum,
Nevndin í Norðoya Sjálv-
stýrisfelag, hevur tann
03.11.99 einmalt samtykt
niðanfyri standandi yvir-
lýsing, sum hervið verður
send tygum til kunningar.
Norðoya Sjálvstýrisfel-
ag skal við hesum lýsa sína
ónggd við førda politikki-
num hjá umboðum Sjálv-
stýrisflokksins á Tingi og
í Landstýri.
Henda 6nøgd snýr seg í
fyrsta atløgu í um tann á-
haldandi ágangin ímóti
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Her er rímuligt at nevna
tað stóra arbeiðið sum
har hann undirvísir í skeið-
um um politisk samveldi og
smátjóðir og stjórnarskip-
anir.
Um fyrilesturin sigur
Barry Bartmann: The ísland
societies of the North At-
lantic, from Newfoundland
to the Faroes and the Wes-
tern Isles, all share histori-
cal roots and comtemporary
challenges for self-reliant
economic development.
Where they differ is in their
constitutional status and
jurisdictional capacity.
These cold water islands re-
umbod Sjålvstyrisfloksins
i Nordoyggjum gjøgnum
mong ár hava lagt í at út-
byggja Klaksvíkar Sjúkr-
ahús til eina vælvirkandi
eind, innan heilsuverkið
sjúklinginum at gagni.
Tess meira harmar tað
okkum, at tað er ein parta-
maður sum nú tileinkis
gerð og brýtur niður úrs-
litið av hesum stríði.
At pástanda at einasta
stað sum sparingar kunnu
fremjast er júst her, má
metast sum vantandi tilvit-
an og grov undirmetan av
tí dygdar- og í mongum
present every point on a
continuum of autonomy,
from virtualy no jurisdic-
tional capacity at all in Cape
Breton to full sovereignty
in Iceland. This address will
explore the relationship be-
tween constitutional status
and economic development,
particularly in the lessons
gleaned in the North At-
lantic Íslands. Programme
which has involved a range
of small island societies on
both sides of the Atlantic.
The orthodoxies of conven-
tonal wisdom might sug-
Sjálvstýrisfólk mótmæla ágang
móti Klaksvíkar Sjúkrahúsi
fórum lívsneyðuga arbeiði,
sum gjørt verður á Klaks-
víkar Sjúkrahúsi.
Hevur landstýriskvinnan
fyri neyðuni at finna spar-
ingar skal hon verða hjart-
aliga vælkomin at fáa góð
ráð, tá verandi ráðgeving
má metast sum ónýtulig.
Norðoya Sjálvstýrisfel-
ag heitur á landsstýris-
kvinnuna í Almanna- og
Heilsumálum alt fyri eitt
at leggja á aðra politiska
kós, soleiðis at henda eind-
in innan heilsuverkið fær
arbeiðsumstøður at virka
eftir endamálinum, sum er
gest that the prospects for
these islands are not opti
mistic given their very small
size, their narrow resource
bases, their remoteness and
their peripherality. Yet, in
the new global economy,
there are often surprising
niche opportunities from á
comparative perspective
and against the historic
problems which are so
familiar to all of these is
landers.
Fróðskaparsetur Føroya
at tæna sjúklinginum og
ikki åhaldandi at verða nýtt
sum kastibløka til tess at
veita Landssjúkrahúsinum |
hægri játtan á fíggjarlóg
ini.
Soleiðis boðað frá
Vegna Nordoya
Sjálvstýrisfelag
Jan A. Joensen,
formaður