Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 13. november 1999 tíðindablaðið < Poul Færø, evangelistur talar í Ebenezer hósdagin. JAN MØLLER JENS K. VANG Hetta er tann tíðin, tá lim- imir í Brødrasamkomuni kring landid møtast i Havn til støru årligu samfelags- stevnuna. Stevnan, ið er sjålvt hæddarpunktið í øllum ti nógva virkseminum, sum er innan tær ymsu samkom- urnar í landinum, byrjaði mikukvøldid við bønarmøti i Ebenezer og helt fram bæði hósdagin og friggja- dagin. I gjårkvøldid varð farið niðan í Høllina á Hálsi, sum eisini verður karmur um stóru stevnuna í dag og sunnudagin. Har pláss er fyri millum 1500 og 2000 fólkum. I dag byrjar stevnan i Høllini å Hålsi klokkan 15 og heldur fram aftur i kvøld klokkan 20. Sunnudagin verður byrjað við Minnis- máltíð Harrans klokkan 10 og eru so ssamfelagsmøti klokkan 15 og 19. Vanligur síður hevur verið at útvarpa hetta seinasta møtid. So verður eisini í ár. Svenning av Lofti, evan gelistur sigur við Sosialin, at roknað verður við nógv- um fólkum til stevnuna í år. Veðrið skuldi verið til vildar hjá teimum mongu, sum koma av bygd og hevur hann vón um eina fjølmenta og góða stevnu. Nú er so vanligt til stevn- ur og landsfundir av ymsum slag at hava gestatalarar. Hetta er tó ikki siður hjá Brødrasamkomuni. Svenn- ing av Lofti vísir á, at Bróðrasamkoman er ein leikmannarørsla. Hon er bygd å, at tann einstaki tekur lut. -Man kann siga, at sjålvt um Brødrasamkoman kem- ur uttanífrá sum so mangt annað í Føroyum, so er hon kortini sprottin úr føroysk- um jørdildi. Hon hevur fastatøkur i fólkinum, og samkomurnar kring landið verða hildnar uppi av ein- støkum monnum og kvinn- um, sum gera eitt stórt ar- beiði. Og tá samfelags- stevnur verða hildnar verð- ur roynt at taka fólk úr sam- komunum til at tosa, sum vanliga taka lut í hesum arbeiði leggur Svenning av Lofti aftrat. Uppá fyrispurning um stevnan hesaferð tekur upp eitt serstakt evni ella tema sigur Svenning av Lofti, at tað gera tey tíanverri ikki. -Mær hevði sjálvur dámt væl og havi eisini róð upp- undir tað, at man teir fyrstu dagarnar hevdi eitt ávíst evni, men tað hevur so ikki Nógv fólk hevur verið ti bíliutímarnasr í Ebenezer seinastu dagarnar. Brødrasamkoman samfelagsstevnu verid gjørt. Og ein orsøkin til hetta er kanska tann, at man hevur viljað varðveitt frælsi hjá tí einstaka til at koma við tí, sum honum liggur á hjarta. Tí stendur hvørjum frítt at velja, hvat hann vil tosa um. Eingi meti og eingin samfelagsstevna hjå Brødrasamkomuni = uttan sang. Tí verður eisini í ár lagdur stórur dentur á henda partin av metunum. Sang- kórið í Ebenezer, sum altíð er við til at seta sín serstaka dám á samfelagsmøtini, verður hesar dagarnar styrkt av góðum sangarum úr gðr- um samkomum. Svenning av Lofti roknar við fullari høll sunnukvøld- ið, tá stevnan endar við tí stóra samfelagsmøtinum. 1 Minningarorð um mín besta vin Pól Eydénn Ólason Tað vóru eini tung boð at fáa tann 31.10.99. Eg var í kamarinum og legði sonin at sova, tá eg hoyrdi telefonina ringja. Eg hugsaði onki ringt, fyrr enn genta mín Kára fór at gráta og segði >Nei, ikki Pól Eyðfinn<. Eg leyp niður at vita hvat var hent. Mamma var í telefonini, hon segði at Ágot hevði fingið ein sjógv. og at hann hevði rakt so meint, at Pól Eyðfinn var deyður. Eg hugsaði við mær sjálvum: >Tað passar ikki. Eg mátti ringja aftur til mammu at vita, hon segði: >Jú góði, hann er fair heim til Harran<. Eg segði við Káru, at vit máttu fara niðan til Simonu og børnini Simona góða, vit sum sótu her hjá okkum kveldið fyri og prátaðu um alt og onki, vit hugsaðu onki tá tú fór heim, vit vistu ikki hvat ið koma skuldi Góði Hjaltur, Eyðstein og øll manningin á Agot, tit sum vóru við í hesum ræðuliga túri, tá skiparin doyði, hann sum allir høvdu álit á, tit gjørdu alt sum var í tykkara hondum at fáa lív í Pól Eyðfinn aftur. Men tíðin hjá honum var uppi. Pól Eyðfinn skuldi doyggja á havinum umborð á sínum egna skipi Jú vit høvdu nógvar góðar túrar saman umborð á Agot sjálvt um tað mangan var buldrut, og tá veðrið var gott, plagdu vit at spæla okkum við gummibátinum, meðan vit bíðaðu eftir at fara at draga aftur. Pól Eyðfinn, tú vart altíð við uppá at gera alt tað, ið vit ætlaðu at gera. Tú vart altíð mittpunktið hjá okkum ollum Tá tað sá svart út segði tú altíð at >tað man fara at ganga«, sjálvt um vit onki trúu uppá tað. Tú vart altíð spentur at prøva nakað nytt, tú hevði altíð nógv góð hugskot. Tú byrjaði við at rógva einsamallur út við Nordatanga, síðan fekk tú Agot. Tú hevur altíð ynskt at átt títt egna skip, og her hevði tú tað so, tú førdi tað sjálvur og vart altíð glaður og hugagóður. Tú fór fyrst við línu og fekk nakað eftir hetta, loyvi at royna eftir tunfiski. Tá alt hetta var komið í lag, vildi tú hava stórri skip, men soleiðis vildi lagnan tað ikki. Tú fekk altíð eina hjálpandi hond frá pápa tínum, sum vildi tær alt tað besta, hann var stoltur av tær og tykkum systkinum. Og ofta var mamma tín við sum kokkur og gjørdi tað, at tú føldi teg sum heima. Ja Pól Eyðfinn, eg og Kára gleddu okkum til at flyta norður aftur til Klaksvíkar. Vit hildu, at vit komu at hava nógv góð ár afturat saman, men soleiðis bleiv tað ikki Men Pól Eyðfinn, kæra systkinabarn, vit skulu ikki gloyma Simonu, Ísak, Oliviu, Petur og Bárður, tað skalt tú vita. For síðstu ferð vit skiljast, á fold ei metast meir Men í tí ljósa himli Vit mótast aftur fleir Tey sorgartár, nú renna, tí stundin er so svár, vit tá ei meira kenna bert einans gleðistár Hav tøkk, kæri Pól Eyðfinn for hvort eitt minni gott. Tú altíð vildi hjálpa í stórum sum í smátt Ei kann ein meira geva enn offra sjálvan seg Tað gjørdi tú Pól Eyðfinn tú offraði jú teg. Jóhs. 14, 2-4 3