leygardagur 13. november 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— Eitt undur
skal til um eg
skal spæla
fótbólt aftur
Leygardagur 13. november 1999
miðsíðurnar am.
Alskurin til málið drívur verkið
- Føroyskt er eitt ótrúligt mál, stórri enn vit geva okkum far um til dagligt. Við samheitaorðabókini vóni eg, at okkara
C
7
mål í talu og skrift verður fjølbroyttari og litríkari, sigur Henning Thomsen, sum nú leggur síðstu hond á føroyska
samheitaorðabók
Turid Kjølbro
Sig so tað, at føroyskt ikki er
eitt fjølbroytt mål. Annað kunnu
vit ikki staðfesta, nú vit hava
kagað í nýggju føroysku sam-
heita- og skyldskaparorða-
bókina, ið Henning Thomsen í
Havn ger og leggur til rættis.
Sum dómi kunnu vit nevna, at á
donskum eru níggju ymisk heiti
fyri seyð, á føroyskum ikki færri
enn 516. Og tá tosa vit um
livandi seyð. Sambært Henningi
Thomsen eru ongi mál í heim-
inum, ið hava fleiri heiti fyri
seyð, og tí hevur hann søkt um
at fáa hetta metið í metbókina
hjá Guinnes. Tú kanst siga orðið
ganga á uml. 220 mátar, vindur
á uml. 140 mátar, og Adú ádú á
óteljandi mátar eisini.
Gongst sum høvundurin ætlar,
kemur fyrsta samheitaorðabókin
á føroyskum út fyrst í komandi
ári. Henning Thomsen leggur nú
síðstu hond á verkið, eftir eru
bert snøklar og smávegis
rættingar, og beint eftir
ársskiftið fer bókin til
prentingar. Og tað verður ikki
hissini bók í stødd, stórri enn
nøkur onnur bók, sum er givin
út á føroyskum.
Frá krossorðum til orðabók
Orðabókaarbeiði hevur ikki
eyðkent lívið hjá Henningi
Thomsen, sum er ættaður úr
Vági. Hann hevur verið
sjómaður í nógv år, grótlaðari í
Havn, og træskeri, uppfinnari,
listamålari og krossorðasmiður
er hann eisini. Tað vóru í
grundini krossorðagáturnar. 10
hava stóra áhuga Hennings, sum
gjørdu, at hann fór undir at gera
samheitaorðabókina fyri átta
árum síðani.
- Eg havi altíð loyst danskar
krossorðagátur, seinni komu tær
hálv-donsku orðagáturnar, og
tær dámdi mær ikki. Tí fór eg
sjálvur undir at gera føroyskar
krossorðagátur, og tá sá eg
skjótt, at tørvur var á eini
samheitaorðabók. Eg fór tí undir
at gera eina, men frá byrjan av
havi eg lagt dent á, at hon skal
ikki vera so akademisk sum tær
donsku av hesum slagi eru.
Bókin er bæði skyldskapar- og
samheitaorðabók. kross- og
hugtakaorðabók. Hon vísir eins
nógv á valkostir sum á verulig
samheiti. Tí kann brúkarin finna
annað orð enn tað, sum hann
hevði í huganum, av tí at orðið
kanska ikki hóskaði í stíli ella tí,
at neyðugt var við einum gðrum
avbrigdi við somu merking,
sigur Henning Thomsen.
Henning roknaði í byrjanini
við, at arbeiðið fór at taka 2-3
ár, men nú situr hann á áttanda
ári og arbeiðir.
- Eg havi ongantíð mist mótið,
havi gott tol, og mær dámar væl
at putlast við slíkt. Til tíðir havi
eg verði noyddur at verið burturi
frá hesum arbeiðinum fyri at
vinna nøkur oyru at liva fyri.
Tá ið vit spyrja hann, hvat
drívur verkið, svarar hann, at
áhugin fyri máli og serstakligum
føroyskum altíð hevur verið
stórur.
- Alskurin til málið drívur
verkið. Føroyskt er eitt ótrúligt
mál, stórri enn vit geva okkum
far um til dagligt. Við hesi bók-
ini vóni eg, at okkara mál í talu
og skrift verður fjølbroyttari og
litríkari. Í staðin fyri at brúka
keðilig og løgin donsk og útl-
endsk orð, fara fólk at brúka
nytilig føroysk orð, sigur Henn-
ing.
Fortreytirnar at gera slíkt ar-
beiði, sigur Henning, er áhugin.
- Eg var liðugur við realskúlan
í 1950, og tað er avmarkað, hvat
tað hevur givið mær av førningi
til slíkt arbeiði.
Eingin fyrimynd
Samheitaorðabókin hjá Henningi
=
OT
Thomsen er ikki sum aðrar. Hon
er bæði í stavraðaðari raðfylgju
og við leitorðum. Hann hevur
ikki nakra ávísa fyrimynd í ar-
beiðinum, mannagongdin og
arbeiðshátturin eru heilt hansara
egni. Telduforritið, orðabókin
verður gjørd á, er tillagað
arbeiðshátt hansara.
- So hvørt arbeiðið við at gera
móðurmálsorðabókina leið, fekk
eg útskriftir haðani, sum eg havi
brúkt í arbeiðinum, sigur
Henning Thomsen.
Tá ið Henning hevur latið
handritið frá sær, er arbeiðið
kortin! ikki liðugt. Hann hevur
ætlanir um at halda fram við
arbeiðinum, soleiðis at bókin um
nøkur år kann koma út aftur
endurskoðað og við iskoyti.
Føroyamålsdeildin hevur veitt
Henningi hollan fakligan og
tekniskan stuðul, og í seinastuni
eisini Sveinur Tummasson. Tað
er ikki fyrr enn fyri stuttum, at
Henning Thomsen hevur fingið
peningaligan stuðul til arbeiðið.
Frá Norsk Sprákrád hevur hann
fingið 300.000 krónur, frá
Føroya Landsstyri 40.000, og frá
einstaklingum og fyritøkum
uml. 40.000. Tiggju prosent av
hesi seinastu upphæddini eru
sett i grunnin, Målstudulsgrunn-
in, og ætlanin er, at grunnurin, tå
ið hann er vorðin stórri, skal
stuðla arbeiði til frama fyri mál
okkara.
- Frá ungum árum havi eg loyst allar tær krossorðagátur, sum mær eru komnar í hendur, á donskum sjálvandi, tí tá funnust ongar
føroyskar krossorðagátur. Tá eg sjálvur fór undir at gera føroyskar orðagátur, sá eg, hvussu stórur tørvur er á eini føroyskari sam-
heitaorðabók, sigur Henning Thomsen.
Mynd: Jens Kristian Vang