leygardagur 13. november 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
já Allani. Hann royndi
ftur at verða við í venjing-
ni hjá KI, men tað gekk
Eg vildi gjarna spæla,
varð eisini inniliga biðin
at verða við, men tað
ekk illa. Eg var ikki í ven
ng og heldur ikki friskur,
eg kendi meg stundum
la av, at eg skuldi setast á
010, sjálvt um tað vóru
yrir, sum vandu nógv
cira enn eg. Eftir tað góða
ð í 1996 helt eg sjálvur,
'e hoyrdi heima liðnum.
n í 1998, tá eg framvegis
kk skaddur, hevði eg tað
gott við, at aðrir mans
ru settir av, tá eg skuldi á
010, greiður Allan Joensen
20. september í 1998 fekk
fótbóltskarrieran hjá Allani |
enn eitt skot fyri bógvin. KÍ
spældi toppdyst móti HB í
Klaksvík, og Allan var á
vøllinum frá byrjan. Fram
móti hálvleikinum var pín-
an í hælsinuni tó vorðin so
stor, at hann fekk illa spælt.
Eg minnist, at eg segði
við ein vidspælara, at nú
fekk eg ikki spælt meira, og
at eg ætlaði mær út í hálv-
leikinum. Tað vóru bara
einir tveir minuttir eftir til
hálvleik. Beint tá kemur ein
høgur bóltur fram á vøllin,
og eg og ein HB-spælari
leypa upp. Tá eg lendi aftur,
merki eg, at okkurt er heilt
galið.
— — Pínan hevði verið stór
frammanundan, og hon
varð ikki so nógv verri.
>Í fyrstuni var tað hart 3
skaddur, men nú havi eg
vant meg
við tankan um, at eg neyvan komið
at spæla fótbólt aftur. Tað er ikki so
nógv, eg kann gera við tað — eg má
bara góðtaka mína stødu«
men eg kundi als íkki stýra
fótinum. Eg var borin av
vellinum, og tá hjålpar-
venjarin hugdi nærri eftir
hælinum, sá eg, at hann
bleiv kløkkur. Og eg gjørd
ist skjótt greiður yvir, at
hælsinan var slitnað.
Allan Joensen varð inn
lagdur á Klaksvíkar sjúkra-
húsi. har ein norskur av
loysari legði hann undir
skurð. Frammanundan varð
Allan blivin tryggur við teir
føroysku læknarnar á
sjúkrahúsunum, og honum
dámdi einki, at hesir báðir
vóru burturstaddur. Hann
gekk tó við til. at norski
læknin seymaði hælsinuna
aftur.
Hælsinan slitnaði aftur
Eftir skurðviðgerðina gekk
Allan í gipsi næstu 8 vikur-
nar. Eftir at gipsið varð
tikið av, skuldi Allan halda
fram við at styðja seg til
høkjur, men tað gingu bara
10 dagar, so var aftur galið.
Hælsinan var ikki nóg væl
fest, og hon varð slitnað
aftur
Síðani var Allan aftur
lagdur undir skurð, og hesa-
ferð var tað annar av for-
oysku læknunum. sum
seymaði hælsinuna aftur, og
hesaferð skuldi beinið verða
í gipsi í 10 vikur. Ohepni
fótbóltspælarin hevði tí
gingið í gipsi í nærum 18
vikur út í eitt, tá hann slapp
av við tað í mars mánaði í
ár
Tá hevði eg mist mótið
um at koma at spæla fótbólt
aftur. Tað tekur sera langa
tíð at fáa styrki aftur í bein-
ið, eftir eitt so langt tørn í
gipsi, og eg bjóðaði meg
ongantíð til at fara at venja
í kappingarárinum, sum júst
er liðugt. Nú skal tað ganga
spakuliga fyri seg, sigur
Allan Joensen.
Men hóast fóturin fekk
nógva hvílu og ongantíð
varð strongdur, fekk Allan í
august mánaði ein knykil í
fótliðin. Enn einaferð varð
skorið í fótin, og ein stórur
knykil við vesku varð tikin
burtur. Og sum um tað íkki
var nóg mikið, kom bruni í
skurðin, og fyrst í septemb-
er mánaði var Allan akutt
innlagdur, og penselin varð
latið í æðrarnar í 10 dagar.
fyri at fáa ógvusliga brunan
burtur.
Eg skuldi skifta nál
tvær ferðir um dagin, og tá
eg hevði ligid við penselini
í 10 dagar, mundi eg havi
stungið í flestu æðrarnar á
báðum ørmunum. Eg må
siga, at eg stúrdi nógv fyri
støduni, tå eg lå har og så,
hvussu stødan var vid fóti
num, sigur Allan Joensen.
Nú er brunin farin úr
skurðinum. og fóturin hevur
tað eftir umstødunum gott.
Nú fái eg gingið uttan
trupulleikar, um eg eri í
góðum skóm. men um
morgnarnar havi eg altíð
pinu, tá eg fari av songini
Enn er ikki hugsningur um
at fara at renna, men tá
skurðurin er púra frískur
aftur, ætli eg mær at fáa
viðgerð og venja beinið
aftur.
Men eg havi ongar
vónir um at spæla fótbólt
næstu árini. Kanska fer tað
einaferð í tíðini at bera til at
spæla bólt onkra lotu á
einum ella øðrum stigi, men
eg havi í løtuni ongar vónir
um at spæla í 1. deild aftur
Tað hevur verið strævið
Allan Joensen var seinasta
kappingarár venjari hjá
einum piltaliði hjá KI, og
tað fann hann stóra gleði í
Onkuntíð saknaði eg at
spæla sjálvur, men tað
hjålpti mær nógv, at eg
vandi piltarnar, tí tað var
ein ótrúliga stuttlig uppgáva
at hava, sigur hann.
Men ofta hevur tað
verið sera strævið, tí eg
havi verið nógv sjúkra-
meldadur, og eg havi gingið
nógv í gipsi. Eg havi fingið
ómetaliga góðar treytir frá
mínum arbeiðsplássi. tí
hóast eg má hava verið
sjúkrameldaður minst helvt
ina av tíðini síðani 1996.
hava teir altíð viljað havt
meg aftur til arbeiðis. tá eg
eri komin fyri meg
Og tað hevur helst ver
ið ein fyrimunur fyri meg.
at eg havi verið fótbólts
spælari. tí ofta eri eg slopp
in skjótt fram at. tá okkurt
hevur verið galið. og har
hevur ikki minst sjúkra
hússtjórin verið ein hollur
stuðul. sigur Allan Joensen
Hóast Allan hevur verið
igjøgnum nógv seinastu trý
árini, og utlitini fyri, at
hann kemur at spæla fótbólt
á høgum stigi aftur, eru
vánalig. er hann ongantíð
fallin í fátt
I fyrstuni var tað hart at
ganga skaddur, men nú havi
eg vant meg við tankan um.
at eg neyvan komið at spæl
a fótbólt aftur. Tað er ikki
eg kann
tað — eg má bara góðtaka
mína støðu
Kanska skuldi eg ikki
havt lagt so nógv fyri. með-
so NÓGV. gera við
an eg var skaddur, men tað,
sum eg angri mest er. at eg
ikki tók av einum tilboði frá
serkøna danska læknanum
Eilif Larsen. sum hevur
nógv við ítróttarskaðar at
gera. Eg hevði eina tíð hjá
honum. áðrenn hælsinan
slitnaði fyrru ferðina. men
eg segði avtaluna frá mær
ti mær dámar als ikki at
flúgva
Næsta kappingarár ætlar
Allan Joensen at halda fram
sum venjari hjá einum av
yngru liðunum í KÍ. og í
vikuni varð hann valdur í
fótbóltsdeildina hjá KI. Har
verða eisini nógvar upp-
gávur til lovandi fótbólts
spælaran, sum nú hevur
lært seg at liva við tanka-
num um, at hann neyvan
kemur aftur á fótbóltsvollin
sum spælari
Allan Joensen verður
stuðlaður av vellinum í
september mánaði 1998,
eftir at hælsinan er slitnað
undir toppdystinum
millum KI og HB. Síðani
hevur hann ikki spælt
fótbólt. Mynd: Alvur
Haraldsen