Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Antin nú ella verður ov seint Oddagrein Í skjótt 25 ár hava vit sagt, at nú má nakað gerast við útoyggjarnar. Niðurlagið hevur verið, at verður einki gjørt, so verða út- oyggjarnar avtoftaðar. Men nú er ikki bara galið við útoygjunum. | dag kunnu vit siga, at partur av foroyska útjaðaranum er so illa fyri, at har býður ikki bøtur. Orðaskiftið um útoyggjar og útjaðaran tók seg uppaftur, tá fugloyingar í summar skip- aðu fyri fólkafundi um evnið, hvussu bjarga vit útoyggjunum. Men síðani er komið alt meiri fram, at nakað má eisini gerast vit útjaðaran sum heild, um vit ikki skulu góðtaka, at hann bara minkar, sam- stundis sum Havnin og eini tvey onnur meginøki mennast. Á fólkafundinum á Kirkju tók løgmadur undir við hugskotinum at seta eina skjótt- arbeiðandi nevnd, sum skuldi hava til end- amáls at koma við uppskotum um, hvussu vit aftur fáa fólk at trívast í útoyggjum. Nevndin er ikki sett enn, men um dagarnar varð upplýst, at Anfinn Kalsberg, løgmad- ur, hevur sett fólk at gera arbeiðssetningin hjá nevndini. Nógv uppskot vórðu nevnd á fólkafundi- num í Fugloy. Summi frálík, onnur meiri romantisk enn veruleikakend. Men fyri at fáa fólk at trívast í útoyggjum og í fjar- skotnum bygdum er tvingandi neyðugt við nekrum grundleggjandi tænastum. Nevn- ast kunnu: gott og bíligt ferðasamband, góður skúli, serligar skattasømdir, vissa um, at lækni kann koma skjótt á staðið, og sjálvandi, fyrst og fremst, arbeiði og alternativir arbeiðsmoguleikar. Júst hesin spurningurin verður kanska ein av teimum torforasti at greiða, tí neyvan verður lætt at stovna lønandi arbeiðspláss á smáplássum í hesum ny-liberalistisku cost benefit-tíðum. Ikki minst, tá Caragata- álitið verður havt í huga. Men hvussu víkir og vendir skulu vit gera tað liviligari í utoyggjunum og á smáplássunum. Spurningurin er ofta vidgjørdur á hesum stað, og vit kunnu endurtaka, at tað mest grundleggjandi er, at fær útoyggjafólk og smábygðafólk ikki brúksrættin til jørðina, verður vónleyst at fáa fólk at stoðast. Og júst jørdin verður kanska tann gordiski knuturin, sum verður ringur at loysa. Men verður hesin og teir nevndu spurningarnir Ikki loystir, verða fleiri bygdir, og kanska oyggjar við, manntómar um fá ár. So álv- arsom er stoðan. í Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: ; Eirikur Lindenskov | Marknaðardeild: Jan Múller | Jonhard Hammer Blaðstjóri: Dagbjart S. Hansen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson | Eyðun Klakkstein | Høgni Mohr | Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mork Postadr: Postsmoga 76, N Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Alvur Haraldsen Telefon: 311820 Utgevari, uppseting: Telefax. 314720. Sp/t Sosialurin e-mail: post & sosialurin.fo Bústaður: Lýsingar: lysing & sosialurin.fo Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin Tingmenn fyri valdømi ella fyri landið Tað sær út til, at tað hevur vakt áhuga og ikki sort av øsing millum manna, at nakrir tingmenn, valdir í teim økjum vit vanliga rópa utjadaraøki, hava tikið seg saman í ein áhugabólk við tí endamáli at verja vinnu ligar og búskaparligar lívs treytir í teirra valdømum Tå ið ein lesur fjølmidl arnar ella lurtar eftir teim um, fær ein ta uppfatan, at hesir tingmenn gera nakað odiøst. Ja enntá orðið stats kvett hevur verið nevnt, og onkur lógkonur sigur, at teir arbeiða í stríð við stýris skipanarlógina. Nakrir suð urstreymoyartingmenn samanbera arbeiðið hjá bygdatingmonnunum við teirra egna, og eru so mikið frímóðigir at siga, at teir, sum ikki eru úr Havn, bert reka bygda- ella lokalpolit- ikk,medan høvudsstadar- tingmenn reka landspolit- ikk. Utjadaramenninir fåa hart og tyduligt at vita, at teir eru valdir å ting at arbeida til gagns fyri alt landið og ikki (bert) fyri sítt oki. Tað er rætt, at Føroya Løgting er mannað við 32 tingmonnum, sum skulu skapa karmar og lóggeva fyri alt Føroya land. Men hesir persónar skulu allir arbeiða út frá eini egnu sannføring og bakgrund. Sambært vallógini fyri Før- oyar hava vit sjey valdømi við tilsamans 27 valdømis- valdum tingmonnum har- afturat 5 eykavaldar ting- menn, sum eisini verða valdir í onkrum av hesum valdømum. Í løtuni er sam- an-setingin hendan Valdømi Norduroyggjar Eysturoy Norðurstreym Suðurstreym Vágarnar Sandoy Suðuroy de 12 13 DO 13 hn de 137 Allir hesir 32 tingmenninir eru valdir fyri 6 ymiskar flokkar, og harvið hava teir bólkað seg eftir flokspolit- iskum hugsjónum. Hesir bólkarnir fáa eisini serstak- an peningaligan stuðul úr landskassanum, sum skal nýtast til at upplýsa um, hvat júst teirra flokkur stendur fyri. Men harumframt eru teir valdir í sjey ymiskum val- dómum, og grundgevingin fyri, at vallógin ásetur, at teir skulu veljast í ymiskum valdømum er júst tann, at umframt at hava flokspolit- isk sjónarmið, skulu teir eis- ini á tingi føra fram sjónar- mið til serligt gagn fyri teirra valdømi. Tað sigur seg sjålvt, at ein tingmadur av Viðareiði kennir betur trupulleikarnar har norðuri og í Norðoyggjum sum heild enn ein havna- ella suðuroyartingmaður. Ein vágamaður veit eisini betur, hvat rørist í Vágum enn ein eysturoyingur. Men harfyri er tað ikki útilokað, at bæði norðingurin og vágamað- Valdømisvaldir Eykavaldir Tilsamans 4 | 6 | 3 3 11 ad 2 4 5 32 urin duga væl at seta seg inn í mál sum viðvíkja bæði landinum sum heild og øØr- um økjum í landinum. Sum heild má sigast, at flestu tingmenn, líka mikið hvaðani teir koma, duga væl at seta seg inn í allar tær uppgávur, teir fáa. Men teir eru ikki valdir á ting at ofra síni sjónarmið og lokalpol- itisku áhugamál á tí sokall- aða landspolitiska altarin- um. Tað er ein misfatan, at landspolitikkur snýr seg um, bert at gera alt so gott sum møguligt í midøkinum. Tvørturim6ti, landspolitikk- ur snýr seg um, at alt landið fær part í menningini av samfelagnum, sum gjarna skal vera úrslitið av polit- iska arbeiðinum. Tað er eisini ein misfatan, at høvudsstadarpolitikkarar av sær sjálvum eru meira landspolitikkarar enn teir av bygd. Vit hava fleiri ferðir upplivað, at júst tingmenn frá midøkjunum hava verið harðliga ímoti tiltøkum, sum hava stóran landsgagn- ligan týdning, og sum nærmast eru fortreytir fyri øktari menning av ollum føroyska samfelagnum. Vit kunnu bert nevna tvey dómi sum Smyril (Morten Mols) í síni tíð og Vágatunnilin. Byggir tú bert út í midøkin- um og gloymir útjaðarnar, fært tú eitt skeivt samfelag. Og bæði búskaparlig og mentunarlig virði fara fyri skeyti. Harvið er ikki sagt, at tingmenn skulu bólka seg upp í fanatiskar partar ímóti hvørjum øðrum. Men at ar- beiða saman um felags áhugamál fyri at betra um argumentatiónina kann ikki vera galið. Tað kunnu held- ur ikki teir, sum halda seg hava onnur áhugamál, hava nakað ímóti. Um teir hava tað, so er onkur orsøk til at teir ræðast. Jógvan Sundstein Órættvís viðgerð av Heilbrigdinum Tað harmar meg at hoyra, hvussu illa farið verður við Jákupi Lindenskov og Inga Mohr í sambandi við húsini hjá Heilbrigdinum á Velba- stað. Eg ivist ikki í, at menninir gera hatta uttan at hava egn- an vinning fyri eyga, og eg veit, at Heilbrigdi ger eitt megnar arbeiði. Annars rindar landið so Fyri uttan at vísa á at sátt- málarnir við arbeiðarafel- øgini og SÆK eru eksklu- sivir, og hetta merkir, at ar- beiðsgevarar, ið hava fólk hjá hesum feløgum i starvi, hava skyldu til at vera limir í Føroya Arbeiðsgevarafel- ag, hevur eisini verið víst á fyrimunirnar við at verða limur í Føroya Arbeidsgev- arafelag, sum er eitt meg- infelag fyri alla arbeiðs- gevarasíðuna, og umsitur tey stóru såttmålaøkini, m. a. við SÆK og arbeiðara- feløgini. Umframt hettar tekur felagið sær av nógvum ymiskum uppgávum so sum: Politiska ávirkan: Vinnurnar vegna verður ar- beitt við at ávirka allar tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsit- ing, stovnar og kommunur seta i verk, soleidis at hesar tæna og ikki darva vinn- una. Felags såttmålar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið nógvar aðrar bygningar, har landid leigar frå privatum. I hesum føri er tad bara ein formalitetur sum skal fåast í rættlag í landsstýrinum, so eigur landið bygningin. Limatilgongd til Foroya Arbeiðsgevarafelag Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt eitt kunningarátak um felagið, m.a. fyri at fáa nýggjar limir, og higartil eru 25 nýggjir limir skrásettir í ár sáttmálar við løntakarafel- øgini, ið tryggja støðug viðurskifti á arbeiðs- marknaðinum og tálma lønarvøkstur í mesta mun. Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sín- um holla ráðgeving og tænastu á ymiskum økjum: Starvsfólkaviðurskiftir og leiðsla, sáttmálar, lógir og reglugerðir á vinnugki- num. Kunning: Arbeiðsgevar- afelagið veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig Vildi bara gera vart við hesa órættvísu viðgerð. Sverri Djurhuus Tórshavn viðurskiftir og tann týdn- ing vinnan hevur fyri sam- felagið, bæði úteftir og gjøgnum føroyskar miðlar. Fundir og orðaskiftið fyri leiðslunar innan vinnuna: Vinnuhúsið er miðdepil fyri vinnuligum orðaskifti og viðger av felags málum innan ymisku vinnugrein- irnar. Higartil eru 25 nyggjir limir skrásettir í ár, og tað fegnast felagið sjálvandi um.